Inuit fær sambært nýggju stýrisskipanina ræði á øllum viðurskiftum uttan á uttannríkis og verjumálum. Hetta merkir, at stjórnin og tingið í Iqaluit hava fult ræði á øllum vanligum stjórnarmálum sum eitt nú, fíggjarmálum, almanna- og heilsumálum, skúla- og mentanarmálum, samskiftismálum og ráevnismálum. Canadiska stjórnin hevur bundið seg til at lata umleið eina milliard dollars í árligum blokkstuðli umframt, at stjórnin í Ottawa letur Iqaluitstjórnini 4 milliardir dollars einaferð her og nú at útbyggja landið við.
Heitið ?Nunavut? merkir okkara land. Við stovnseting Nunavut er endi komin á aldargamalt kolonistýri úr Ottawa, eitt stýri, ið hevur verið Inuit í Canada til lítið gagn. Tað er einki at taka seg aftur í, at meðan Inuit í Canadiska arktis hevur verið undir centralstýrinum í Ottawa er bert gingið aftur á hondina á upprunafólkinum. Hvíti maðurin hveur bert havt áhuga í náttúruríkidøminum í Arktis og hevur ikki stýrt hesum parti út frá upprunafólksins fortreytum, men bert við vinningi í huga. Úrslitið kenna øll, sum fylgja við í eitt nú BBC World ella, sum vitja Nunavut á Internetinum: mentanarliga er fólkið kúgaða, politiskt ómynduggjørt og støðið áhaldandi máað undan undirstøðubúskapinum.