Tekningar av forna føroyska róðrarbátinum sýndar fram

Leygardagin 25. juli letur upp framsýning av bátatekningum í nýggju hølunum hjá Tórshavnar Bátafelagi undir Bryggjubakka.

Leygardagin 25. juli letur upp framsýning av bátatekningum í nýggju hølunum hjá Tórshavnar Bátafelagi undir Bryggjubakka.


Árini 1969 – 1971 ferðaðist havnarmaðurin Verland Johansen um landið og mátaði av sínum eintingum upp meira enn 30 føroyskar bátar í øllum støddum, so at søgan um fornu bátarnar ikki skuldi forfarast. Skitsurnar, hann gjørdi av bátunum, ætlaði hann at reintekna og geva út í bók, men hann kom ikki so langt, og tá ið hann andaðist í 1989, varð hetta virðismikla tilfarið latið Føroya Fornminnissavni í varðveitslu.


Tá ið Andras Mortensen, søgufrøðingur, í ár 2000 gav út stórverkið og doktara-ritgerðina Hin føroyski róðrarbáturin, fekk hann frá eftirkomarum Verlands loyvi at nýta tilfarið, og heitti tá á Andrass Joensen um at reintekna bátarnar.


Andrass er ættaður av Húsum í Kalsoynni, føddur í 1943. Hann lærdi báta- og skipasmíð á Klaksvíkar Sleipistøð og gekk á Tekniska Skúla í Klaksvík árini 1959 – 1963. Útlærdur í 1964 fór hann at arbeiða á Tórshavnar Skipasmiðju samstundis sum hann lærdi til tekniskan teknara í Havn.


Andrass hevur stóran áhuga fyri bátasmíði og hevur fyri Kiwanisfelagið smíðað føroyskar bátar at luta burtur á ólavsøku, tann seinasta til ólavsøkuna í ár. Hesin báturin er at síggja í gongugøtuni út fyri býráðssalinum.