vanligur hermaður, hann verður frystur niður og vaknar í árinum 2550. Í meðan hevur sjónvarp gjørt fólk ótrúliga býtt, nú er Joe klókasti maðurin í landinum. Eykatilfarið er líka so rotið sum filmurin. [...] The Queen. Tá Diana doyði var tað ikki lætt at vera Drotning Elisabeth. Hon dugdi illa at skilja, hvussu fólkið hevði tað við Dianu, heimsins best dámda kvinna. Hon og familjan goymdu seg á Balmoral Slottinum [...] Blair, sum tá gjørdist sera væl dámdur millum fólk, tí hann dugdi at handfara støðuna Ongland var komið í, eftir at eygnarsteinurin hjá fólkinum, Diana, so brátt misti lívið. The Queen er ein yvirmettur filmur
seg, at hóast fólk ikki gingu í skúla, so kláraðu tey seg merkiliga væl kortini. Kona Hans, sum var úr Kaldbak, gekk als ikki í skúla. Í Kaldbak kom skúli ikki fyrr enn í 1911. Pápin lærdi tey at lesa [...] har Hans Vang var í velmaktini tá. Tey á bóndagarðinum fóru til Kaldbak í kirkju. Doyðu fólk vórðu tey grivin í Kaldbak. Tá Anna basti tarvinum Tá FF-blaðið hevði søguna hjá Onnu á Váli í 2003, hevði hon [...] stólparnar. Í skundi reyk haspan av, og inn í bøin. Eg gav mær ikki stundir at leita og fáa haspuna á aftur, tí eg hoyrdi, at tarvurin var byrjaður aftur at renna. Men vit komu í túnið hjá bóndakonuni í øllum
nú í nøkrum Miðvikum at hava frásøgn frá Torleif Bech í Porkeri. Hann er føddur í 1930, og hann er ein av teimum, sum minnist so ótrúliga væl til. Eisini dugur hann væl at siga frá, bæði frá søgu í Porkeri [...] hann las í 54 ár út í eitt. Hann hevur sjálvsagt ikki verið fastur deknur frá byrjan av í so ungum aldri. Hvussu hann bleiv tað, hevur nakað við søguna hjá Brøðrasamkomuna, sum kom til Porkeris í undanfarnu [...] Hovgaard í Trongisvági, Johan Jacobsen í Sodnhúsinum á Tvøroyri og Dánjal Jákup Muller í Porkeri. Johannes Bæk var uppkallaður eftir pápabeiggjanum. Tað bleiv eisini ein beiggi mín, men hann doyði tvey ára
meslingum í hesi grindini, og nógv doyðu, eisini í Gøtu. Men hesar meslingarnar merktu teir einki til í Kvívík. Teir høvdu gingið í 1929, og tá høvdu tey flestu havt sjúkuna. Men í 1935 doyði tveir kvívíkingar [...] lesa til djóralækna. Tey giftust í 1946 í Kvívík. Hann varð liðugur í 1952 og arbeiddi í eini 10 ár í Jyllandi. Til Føroyar at vera djóralækni Í 1962 kom Dánjal til Føroya at vera djóralækni. Carl Johan [...] hesum bletti! Var í meslingagrindini Dánjal var 19 ára gamal drongur í tiltiknu meslingagrindini í Gøtu í 1935. Tá ið grindaboðini hoyrdust, vóru teir nakrir kvívíkingar, sum fóru í grind. Teir fóru við
Poul Joensen í Syðrugøtu giftust í 1790. Tey fingu fimm børn, ið komu til – tríggjar synir og tvær døtur. Peder Poulsen, nevndur Pætur, oldurabbi, var elstur. Hann var føddur 1794 og doyði í 1839 – 45 ára [...] Jógvan í Blásastovu. Elsebeth Elena Pedersdatter, fødd 1835, giftist við Klæmint Joensen í Nýggjustovu. Mátti taka ábyrgd av heimi bert 11 ára gamal Elspa í Barbustovu og Havna Jóannis giftust í Nes kirkju [...] ommu sína, sum var bóndakona í Heimistovu, og hann vaks upp har. Beiggin var Poul Pedersen, Pól í Barbustovu, f. 1826. Hann var giftur við Onnu Jacobsdatter úr Blásastovu í Norðragøtu. Hinar báðar systrarnar
sum giftist inn í Barbustovu í Syðrugøtu. Barbara var ættað av Blankskála, dóttur Simon Poulsen, sum doyði ungur. Blankskálamenn vóru farnir í torranum á Skallarnar við seksmannafari í 1803. Tað kom illveður [...] var fastur ræningarmaður í Dímun. Vit komu eisini nógv til Sandvíkar. Niels Mørk hevði ein leiklut í flaggmálinum, sum greitt frá í bókini hjá Niels J. Arge um Merkið. Tað var í oktober 1922, at Niels Mørk [...] tað vóru tríggjar jarðarferðir í Dímun innan tvey ár um ta tíðina, eg var føddur í 1924. Pápi var tann síðsti. Ein mánað, áðrenn eg var føddur, doyði ein skúoyingur Johan í Jógvanstovu, sum var gamal drongur
taka móti innskoti í Føroya Sparikassa í Suðuroy. Sum áður er greitt frá í Miðvikuni kom sonurin Oliver at taka við sýslumansembætinum hjá pápanum. Tað var so í ættini í nærum 70 ár. Í 1920 varð tað, at [...] . Hon var fødd í Vestmanna í 1797 og varð jarðað 23. apríl 1882 í kirkjugarðinum undir Svínaryggi í Havn. Tey fingu níggju børn. Tey og teirra eftirkomarar komu at fáa stóran týdning í føroyska samfelagnum [...] sýslumaður í Suðuroy. Gudmund var tað fyrsta av systkjunum, sum var føtt í Havn. Hini vóru fødd í Vestmanna, har tey upprunaliga búðu. Gudmund hevur verið ein maður við góðum gávum, eins og hini í ættini
skips í 1901 við Lalla Rookh. Av øðrum skipum hann var við kann nevnast, at hann í 1906 var Jógvan við Livingstone í Havn við bróðrinum Poul. Í 1911 var hann við Brestir við Poul Juel í Áarstovu í Havn [...] Galway í 1925. Í 1928 til og við 1933 var hann bestimaður við C.M. Slater. Hann var eisini við í 1930, tá tað óhugnaliga hendi, at ein maður kom fastur í motorin og doyði, sum greitt varð frá í røðini [...] um lívið í Mykinesi, tá ið hon var ung. Hóast Mykines var lítil bygd tá, var hon kortini stór í mun til í dag. Tá búðu um 150 fólk í bygdini, har tað vóru eini 30 hús. Stórt sæð allir menn í arbeiðsførum
fyritøkuna og stovnaran av henni Kári Johannesen, sum doyði í bestu árum í 2001. Tað, sum var enn meira serstakt var, at bókin var skrivað av konu hansara Lillian í Lambanum. Tey, sum vóru til móttøkuna, fingu [...] hetta evnaði hann eisini til fulnar. Í 1975 fór Kári aftur í skúla og fekk maskinmeistaraprógv í 1976. Hann fór tá at arbeiða á Skála Skipasmiðju. Byrjar sjálvur í kjallaranum Nú koma vit til 1978. Kári [...] gjørdist ov trongt í kjallaranum. Loysnin var at byggja, og hetta varð gjørt í Kambsdali, hagar tað var flutt í 1988. Tá vóru níggju fólk knýtt at virkinum. Húsið var 600 fermetur. Í kaffistovuni var hill
varð borin í heim í Wien 1862 og doyði 1931. Í 1950 gjørdi Max Ophuls film úr eini søgu hjá Schnitzler úr gamla Wien, hann nevndi ?La Ronde?. Hesin franski filmur varð gjørdur av nýggjum í 1964, tá Roger [...] hann doyði bert 37 ára gamal í 1982. Hóast báðir altíð og stund arbeiddu í og við filmi, høvdu teir lítið uttan miðilin til felags. Meðan Fassbinder oysti av sær, gjørdi Kubrick ikki nógvar filmar í tali [...] eisini. Men í tiltakandi heystmyrkrinum vil eg fegin bróta breyð við teimum, sum kastaðu á vatnið. Listafólk við tíðarhavið, meðan hann enn váraði. Stanley Kubrick 1928-1999 Í vár doyði ein av aldarinnar