Birgir Kruse skrivar
Fyri øllum er ein avmarkað stund, sigur Prædikarin. Ein og hvør lutur undir himlinum hevur sína tíð. At seta niður og at taka upp tað, sum niður er sett. Alt hevur sína tíð. Og so vist sum amen í kirkjuni koma filmar, fløgur og fikkur hesa ársins tíð. Heystið er komið og harvið besta tíðin hjá rithøvundum, leikstjórum, tónleikarum og ikki minst útgevarum. Og hinumegin handilsdiskin: heystmettaði, mentunarligi njótarin.
Gamaní merkir hetta, at mentanin er vorðin ein vøra. Ein vøra, sum er til sølu á hvørjum horni í lívsins metropolum, har alt er til skjals. Men samstundis lærir ein, hvussu væl ?skjals? rímar uppá ?fals?. Í dagsins margmiðlameldri er alt upp til brúkaran ? ja, og so pengapungin eisini.
Men í tiltakandi heystmyrkrinum vil eg fegin bróta breyð við teimum, sum kastaðu á vatnið. Listafólk við tíðarhavið, meðan hann enn váraði.
Stanley Kubrick
1928-1999
Í vár doyði ein av aldarinnar størstu filmsleikstjórum Stanley Kubrick 70 ára gamal. Hann var føddur í New York, men eftir at hava roynt seg í Hollywood, flutti Kubrick til Bretlands í 1961. Ikki tí, einasti Hollywood-filmur hansara ?Spartacus? (1960) varð væl móttikin og er fleiri ferðir síðani sendur á marknaðin og sýndur í nýggjum líki.
Men tað var úr Bretlandi, Kubrick skapti filmarnar. Nærlagdur og stórbarur, sum ein despotur úr miðøld, verður sagt. Ikki eitt orð skuldi grettast, tá hann arbeiddi. Ikki fyrr enn hann sjálvur kundi siga orðini og hava control. Heilt til tað síðsta. Sjálvt forhondumrøðurnar og lýsingarnar í sambandi við aktuella filmin ?Eyes Wide Shut?, hevði Kubrick sjálvur sett saman. Væl vitandi, at hann aldri fór at uppliva frumsýningardagin. Tí fýra dagar eftir síðsta klipp, slitnaði lívsins filmur og hann var farin í annað ljós.
Fáar filmar
Arbeiðslag Kubricks var eyðkent. Hann var altíð til arbeiðis og kundi altíð deliver the goods. Listarligu royndirnar fóru aldri útum tað, ið áskoðarin vildi loysa billett til. Tí fann hann altíð fígging.
Men seregna arbeiðssemi Kubricks kastaði ikki mangar filmar av sær. Langt var frá eitt nú týska Rainer Werner Fassbinder, sum gjørdi fleiri enn fjøruti filmar frá 1969 til hann doyði bert 37 ára gamal í 1982. Hóast báðir altíð og stund arbeiddu í og við filmi, høvdu teir lítið uttan miðilin til felags.
Meðan Fassbinder oysti av sær, gjørdi Kubrick ikki nógvar filmar í tali. Hóast meistarlig kamarstykki sum eitt nú ?Beisku tár Petru von Kants?, ynskti Fassbinder í størri mun at fanga og lýsa samtíðina. Hetta merkti flestu filmar hansara, so sum ?Angst essen Seele auf? og ?Dritte Generation?, sum í dag lýsa eina farna tíð, heldur enn at birta kineastiskar visiónir.
Visiónir
Annarleiðis er við Kubrick og fáu filmum hansara. Her eru visiónirnar í hásæti, leysar av samtíðini. Visiónir, eins og monolitturin í rúmdarfilminum um støðugt tilstundandi árið 2001. Eftir mikla orrustu hava ómentaðu forfedrar okkara í øðini blakað eitt piðað bein upp í loft. Niðuraftur kemur tað fýra milliónir ár seinni ? sum eitt rúmdarfar. Ein hin stórbarasta visiónin í filmsøguni allari.
Og hyggja vit í donsk-føroysku orðabókina undir ?vision? fáa vit øll orðini, ið heftast kunnu afturat Kubrick og filmum hansara: dreymamynd, dreymasjón, opinbering, sjón, hugflog, hugsjón, gløgg framtíðarhugsan.
Við víðopnum
eygum - í deyðan
Í heyst kunnu vit síggja síðsta film hansara. Heitið er tvítíðugt ?Eyes Wide Shut?. Við víðopnum, afturlatnum eygum. Vakin, og tó droymandi. Ein síðsta heilsan doyggandi listarmansins. Og sansalig er hon, deyðamerkta heilsanin. Drúgv og dvalandi, við fynd í hvørjum liti og hvørjari ljósstrálu. Tó, tá filmurin er lokin, fært tú teg ikki at trúgva, at hetta er ein aldrandi og hartil doyggjandi maður, so lívskátur sum endin er.
Ein dreymasøga
Í hesum filmi hevur Stanley Kubrick samstarvað við rithøvundan Frederick Raphael um handritið, sum byggir á skaldsøgu hjá Arthur Schnitzler frá 1926 ?Traumnovelle?. Schnitzler varð borin í heim í Wien 1862 og doyði 1931.
Í 1950 gjørdi Max Ophuls film úr eini søgu hjá Schnitzler úr gamla Wien, hann nevndi ?La Ronde?. Hesin franski filmur varð gjørdur av nýggjum í 1964, tá Roger Vadim leikstjórnaði og Jane Fonda spældi við. Heitið var tá ?Circle of Love?. Í 1992 var sama søgan um leyslæti tikin uppaftur á filmi. Nú er heitið ?Chain of Desire? og sjálvur Malcolm McDowell, vit kenna frá ?A Clockwork Orange? medvirkar. Leikur er settur upp á Manhattan í eini eyðkvæmistíð. Hvørgin av hesum báðum filmunum kunnu metast við hin gamla franska.
Fleiri ferðir hevur Kubrick havt ætlanir at gera film úr wienar-søguni ?Traumnovelle?. Flyta hana til nútíðina og seta filmin upp í einum stórbýi. Eftir at samstarvið við science-fiction rithøvundan Arthur C. Clarke varð lokið í 1968, og filmklassikarin ?2001: A Space Odyssy? var í hús, ætlaði hann at fara undir hesa søgu Schnitzler?s.
Men konan Christiane ráddi honum frá. Helt, at Anthony Burgess og søga hansara ?A Clockwork Orange? var áhugaverdari. Sum sagt so gjørt.
Egna heimasíðu
Stanley og Christiane giftust í 1958. Hon er sjónleikari, men hevur síðani tey giftust fingist við málningalist burturav. Bústaðurin var í St. Alban norðanfyri London á einum garði, sum bretsk bløð skýra sum ?a rambeling manor, located on a 172 acre estate?.
Skilligt er, at tey hava sitið væl um sátt. Í dag hevur hon ? Christiane Kubrick ? egna heimasíðu, har hon greiðir frá um mangt og hvat. Millum annað ger hon vart við, at endurminningar Kubrick?s, soleiðis sum Frederick Raphael endurgevur tær, ikki eru í tráð við veruleikan og at bókin ikki er gjørd í samráð við hana ella Warner Bros felagið.
Heimasíðan hjá frú Kubrick er tengd afturat sonevndu almennu ?Eyes Wide Shut? heimasíðuni, sum hevur adressuna www.eyeswideshut.com .
Fáir filmar munnu sum hesin hava skapt bæði øsing og umrøðu longu innan fyrstu sýning. At leikstjórin doyr og at tvær stjørnur hava høvuðsleiklutin, sum bæði spæla og í veruleikanum eru hjún, man eisini hava gjørt sítt til at søgur eru farnar í umfar kring allan heimin. Tí eru eisini fleiri privatar heimasíður á netinum, sum viðgera henda film burturav. Ein teirra er casenet.com/movie/eyeswideshut.htm. Her ber eisini til at siga tína hugsan um filmin. Tí í margmiðlaheiminum hava øll atgongd. Allar meiningar eru eins góðar. Nú ræður bert um at hava kumpass og at halda kós.
Sjey teir bestu
Í hesum margmiðladøgum gerst alt vanligari at síggja film heima. Og tað við góðum úrsliti. Tøknin er so framkomin, at sjálvt stórfilmar í wide screen kunnu síggjast heima. Saktans, hevur tú røttu útgerðina. DVD - Digital Versatile Disk - eitir nýggjasta tøknin. Ein fløga, sum ger gomlu vhs videobondini til skammar. Men eitt DVD-driv skal til. Antin í telduni, ella fløguspælaranum. Og sum frálíður, munnu júst teldur, stereoútgerð og sjónvarpsskíggin fara at renna saman í eina talgilda eind í hvørjari stovu.
Teim, sum hava DVD-spælara, stendur nú í boði at fáa sjey teir bestu Kubrick filmarnar í eini snotuligari eskju. Teir sjey filmarnir eru ?Lolita?, ?Dr. Strangelove?, ?2001: A Space Odysse?, ?A Clockwork Orange?, ?Barry Lyndon?, ?The Shining? og ?Full Metal Jacket?.
Umframt at fáa innlit í verkini hjá so ólíkum rithøvundum sum Vladimir Nabokov og Stephen King, fáa vit eisini allan tónleikin, sum eyðkennir ein rættan Kubrick film. Framíhjá kunnu vit á somu fløgum eisini fylgja við í frágreiðing hjá Arthur C. Clarke og tíðindafundi, tá ?The Shining? varð frumsýndur.
Útgevari er Warner Home Video og ivaleyst kunnu flestu video- og fløgubúðir útvega savnið. Danska búðin LaserDisken tekur 1.350 krónur fyri eskjuna.
Filmur: ?Eyes Wide Shut? Stanley Kubrick 1999 USA/Bretland 159 min (Havnar Bio)
Tónleikur: ?Eyes Wide Shut? Music From the Motion Picture (Warner Sunset/Reprise)
Heimabio: The Stanley Kubrick Collection (7xDVD box Warner Home Video)
Bøkur: Arthur Schnitzler ?Drømmenovelle? (Erik Egholm týddi, Lindhardt & Ringhof); ?Eyes wide shut. A Screenplay by Stanley Kubrick and Frederic Raphael? (Warner Books); Frederic Raphael ?Eyes Wide Open. A Memoir of Stanley Kubrick? (Ballantine); Vincent LaBrutto ?Stanley Kubrick. A Biography? (Faber & Faber); John Baxter ?Stanley Kubrick. A Biography? (Carroll & Graf)
Stanley Kubrick
Filmar, sum Stanley Kubrick leikstjórnaði:
Eyes Wide Shut (1999)
Full Metal Jacket (1987)
Shining, The (1980)
Barry Lyndon (1975)
Clockwork Orange, A (1971)
2001: A Space Odyssey (1968)
Dr. Strangelove or: How I Learned to Stop Worrying and Love the Bomb (1964)
Lolita (1962)
Spartacus (1960)
Paths of Glory (1957)
Killing, The (1956)
Killer?s Kiss (1955)
Fear and Desire (1953)
Seafarers, The (1952)
Flying Padre (1951)
Day of the Fight (1950)