Hósdagin 6. november sendi HB tíðindaskriv til fjølmiðlarnar, har teir fyri fyrstu ferð luftaðu tankanum um partvís yrkisfótbólt í felagnum. Ætlanin er at stova partafelag, sum skal reka 1. deildarfótbóltin [...] hug at gera sáttmála við HB. Eg ætli mær at spæla fótbólt næsta ár, men eg ætli mær at gera tað á sama hátt, sum eg havi gjørt tað øll árini, eg havi spælt, og tí fari eg ikki at gera sáttmála við HB, [...] tikið fótbóltsspælið í stórum álvara, og hansara innsatsur í HB hevur ikki ligið eftir. Men tankin um at binda seg í sáttmála tiltalar ikki hann. Tað er eitt gott hugskot at slíta 1. lið frá felagnum
Heyst«. Hon er um lívið á eini pleygudeild, har fyristøðukvinnuni avgjørt ikki dámar broytingar. So tá ið ein ung hjálparkvinna fer undir at lætta um lívið hjá teimum eldru og stytta teimum um tíðina, gerst [...] røtt um farnar tíðir og hendingar. Tað kvøldið, lesarin fylgir, verður tosað um árið 1912, tá ið Titanic sakk, og sluppin Hansina gekk burtur. Ein ófrættarámi verður á henda hátt gandaður fram, um somu [...] endaligum talvleiki«. Søgan snýr seg um listina og lívið og um tey tvítýddu og spentu viðurskiftini hjá listamanninum bæði til lívið og til listina. Droymast kann um jarðarlívið, men tann treytin, at tú
umboð fólkafloksins at taka undir við ætlanini um fasta sambandið, men meinti hann at tað skuldi ein raðfesting til í komandi íløgum, áðrenn støða kundi takast um gerð av vágatunnlinum. Harafturat helt hann [...] so eru tað hann og hansara floksfelagar. M.a. so var ætlanin um flogvøll á Glyvursnesi tikin ímillum við tí endamáli at steðga ætlanini um fasta sambandið, samstundis sum Vága Floghavn skuldi niðurleggjast [...] Bjarna Djurholm, tí mótvegis positivu argumentunum, sum flestu lurtararnir komu við, so var soðið hjá sama Bjarna Djurholm so tunt, at hann helst var takksamur, tá tann annars góði Fimmarin var at enda komin
biður okkum tiga. Hann lurtar eina løtu, og vinkar so til okkum um at bakka skjótt! Vit vistu ikki, um vit skuldu renna av hundanum til, ella um hetta kanska var vanligt fyri at gera tað spennandi fyri ferðafólk [...] fjøllunum eftir teim-um smáu gøtunum. Orsøkin til hetta er, at nógv av teim-um høgu fjøllunum liggja í námind av býnum, so hann verður tað ?nátturliga byrj-unarstaðið¹. Vit hildu okk-um ikki vera nóg sterk [...] hvíldu okkum so við jøvn-um - og títtum - millumbili, og tá prátaðu vit eitt sindur við guidina um ymiskt. Eisini hann hevði onkra viðmerking til hárið hjá John; tað tyktist sum um hann hevði viljað sagt
Vindurin var upp í 20 metrar um sekundið. Í gjár gjørdi eisini tað seg galdandi, at tað rak í ættina. Tað hevði verið sera ófantaligt suður. Annars hevur tað verið sama veðrið at kalla alla vikuna. Men [...] bíða í fleiri tímar. Gingið hampiligt Skiparin sigur, at suðuroyingar vita, hvussu tað er at sigla um suðuroyarfjørð í ringum líkindum, so teir mótmæla ikki, táið ferðir verða avlýstar. Hann var landsynningur [...] Men soleiðis sum veðrið hevur verið seinastu dagarnar, hevur Smyril mangan havt yvir tríggjar tímar um hvørja ferð. Eisini í gjárkvøldið skuldi hann fara vestanfyri. Annars siga teir frá batnandi veðri
landið her um allahalguna? Tað eru tey sjálvandi eisini. Sum høgtíðir og ymiskir merkisdagar í árinum kalla á serligar kenslur, soleiðis leita um allahalguna tankar okkara til øll tey, vit syrgja um at hava [...] døgum ella árum: eisini tá talan er bara um eina avmarkaða tíð í móðurlívi, er tað jú eitt heilt lív, talan er um. So stutt tað enn var, so ger tað ikki tað sama, at tey vóru her, børnini. Og líka lítið [...] eitt áðrenn og eitt aftaná. Einki verður tað sama aftur. Tað kann verða, at alt steðgar upp. Tað kann eisini verða sum eitt barn sigur í eini ungdómsroman um tann dagin, tá beiggi hansara doyði, at tað
Eitt bræv har teir siga, at um løgtingið viðtekur at leggja treytir við fyri at víðka eginpeningin hjá Framtaksgrunninum vil tað hava við sær, at bankin vil minka sín part av kredittveitingunum til Fiskasøluna [...] løgnari er at, tað var løgmaður og ikki Fiskasølan sum kom fram við brævinum!? Dagin eftir, ella var tað sama dag, sigur forstjórin í bankanum, at teir skriva ikki slík brøv. Sjálvandi ikki. Tann heiðursmaður [...] at Fiskasølan veruliga hevur móttikið hóttanarbrævið. Tað má so vera sent, uttan at forstjórin veit um tað! Og ætlanin var heilt greið. At tað skuldi leka út, tí annars gevur brævið onga meining. Teir
hjá fólki, sum eru um at vera liðug við onkra útbúgving. Onnur áhugverd tænasta, sum Internet Sosialurin fer at bjóða, verður ein ávaringarskipan. Við hesi skipan ber til at biða um at fáa ein e-mail, [...] í morgin frá klokkan 16-18 verður høvið hjá almenninginum at støkka inn á gólvið at síggja og hoyra um, hvussu Internet Sosialurin virkar. Samstundis sum Internet Sosialurin verður alment tikin í nýtslu [...] Lýsingartorgið ? Húsamarknaður ? Bilmarknaður ? Arbeiðsmarknaður Í Lýsingartorginum verður innihaldið tað sama, sum tað hevur verið í blaðútgávuni, meðan hinir tríggir marknaðirnir eru nýggir. Á húsamarknaðinum
fýra liðum, sum fara at liggja stavn um stavn. Hetta kann gerast veruleiki um Kyndil vinnur dystin í annaðkvøld. Hendir tað, kemur Kyndil uppá 8 stig, sum er tað sama sum H71 og VÍF, og StÍF hevur so framvegis [...] hølunum á VÍF, plagar ikki at ávirka teir. Í fjør var gongdin nakað tann sama at byrja við, og vestmenningar øktu bara støðugt um munin, meðan liðini, sum lógu aftanfyri, allatíðina tóku stig frá hvørjum [...] fet fram um hini liðini... Í botninum fer dysturin eftir øllum at døma at standa millum Neistan og KÍF, og eftir næsta innanhýsisdystin millum liðini í vikuskiftinum hevur Neistin togað seg fram um kollfirðingar
broytt m.a. soleiðis, at um arbeiðstíðin varð broytt, so skuldi hetta gerast eftir avtalu við arbeiðsfólkið, og hesi arbeiðsfólk skuldu atkvøða við seðlum. Eisini varð tá ásett, at sama arbeiðstíð skuldi verða [...] sínum at byrja arbeiðið kl. 07.00 á morgni, har arbeiðsfólkið annars byrjar arbeiði sítt kl. 08.00, um arbeiðsgevarin noktar at rinda yvirtíð fyri tíman millum kl. 07.00 og 08.00 á morgni, ?og eisini tekur