seinasta sum landsliðsleikari. Skaðar gjørdu tó, at hetta varð av ongum, og ístaðin tykist fyrrverandi liðskiparin at vera farin undri nýggja tilveru sum 12. maður Ein tilvera, sum tó kanska ikki er so nýggj [...] øðrum landsliðsferðum. - Tað er so heilt víst. Tá mann er vanur at vera niðri á vøllinum, so er tað jú ein heilt onnur uppliving, sum er av áskoðaraplássunum, men hinvegin, so er hetta ikki heilt nýtt. Eg [...] fráferðini, so tað ferðina fór eg eisini sum áskoðari. Og so fekk eg eisin ein hálvleik á áskoðaraplássunum í Sveis, men tað var so orsakað av einum reyðum korti. - Tað eru sjálvandi nógvir lutir, sum eru øðrvísi
muslimur, og at hann tískil kann vera ein yvirgangsmaður í amerikonskum klæðum. Í teldubrævinum stendur eisini, at hann legði hondina á Koranina, tá hann bleiv tikin í eið sum senatorur. Í amerikonsku s [...] leysasøgurnar um hansara muslimsku fortíð er, at bæði pápi og fosturpápi hansara vóru muslimar, at hann hevur gingið í skúla í tí muslimska Indonesia, og so eitur hann Hussein til millumnavn. Tað skal tó sigast
fostraðu meg upp - so eg kann taka uppaftur, at loysnin í neyðuni var góð, og at eg havi so nógv at vera takksamur fyri. ##med4## Vit, ið høvdu búð upp við Garð eina tíð, fluttu norður á Bakka at búgva - [...] tað var Hanna Neshamar, ið var ein teirra, sum í dag avdúkaði minnissteinin. Eftir sat maður hennara við sjey børnum - sjey móðurloysingum. Men aftur hesaferð var tað sum ein hægri makt kom teimum til hjálpar [...] ið tær hava lýst so væl fyri mær. Henny hevði á orði, hvussu góðar mammur hon hevði havt - tær megnaðu næstan alt. Hóast tað ikki altíð var so nógv at taka av, so megnaðu tær at bera so í bandi, at nóg
metti hann vera, at hann er ein kend persónligheit á mentanarpallinum í Havnini. Umframt at vera leiðari á Margarinfabrikkini seinastu fimm árini, hevur hann skipað fyri stórum konsertum, sum til dømis [...] fáa mál framd í verki, meira enn bara at tosa um tey. Nógv á skránni Sum varaborgarstjóri hevur hann ætlanir fyri framtíðina, fyrst á breddanum standa hansara hjartamál, ein nýggj miðbýarætlan, Hoyvíkin og [...] hesum sinni er Bogi Andreasen, sum ikki áður hevur verið sjónliga virkin innan politikk. Tað eydnaðist honum tó at fáa fleiri atkvøður enn bæði Leivur Hansen og Jógvan Arge, sum eisini stillaðu upp á Tjóð
tað eg kann minnast vilja verið fótbóltsspælari. Her eru umboðsmenn og hyggja eftir mær, so nú skal eg bara prógva at eg eri nóg góður. Eg eri til reiðar at fara, sigur framrættaði miðvallarin, sum eisini [...] eisini kann spæla í álopinum. El Moustage er úr Marokko Tey flestu mundu undrast á eftirnavnið hjá Eliasi Gilstón El Moustage, sum ikki er so vanligt millum føroyingar. Hann var ein brandur á miðvøllinum, [...] búð her síðani. Eg havi aldrin havt ein betri kenslu, enn tá dómarin bríkslaði av í dystinum móti Slovakia og vit komu til EM, sigur Stefan Radosavljevic. Hann hevur ein dreym um at blíva yrkisfótbóltsspælari
barnið og gerningsmannin verður slitið í eina tíð. - Talan kann vera um ein umsorgarfullan abba, sum barnið hevur havt gott samband við, men sum er farin um mark. Eftir misbrotið er tað ikki lætt hjá barninum [...] hvussu eins egni pápi kann finna uppá at gera tílíkt við abbadóttrina. Hetta setir sjálvsagt álvarsligan kíla í sambandið millum faðir og dóttir. Eisini sambandið við ommuna at barninum kann gerast trupult [...] um ein pápa, er tað minni sannlíkt, at sambandið verður fullkomiliga slitið, tí sambandið við ein pápa ofta er sterkari enn til ein abba. Sambandið millum barn og pápa vil í tílíkum førum ofta vera undir
i. Ein óvirðilig støða at koma í. Tey í flóttafólkalegum hava aðrar fortreytir, tí tey eru aloftast flýdd frá einum vanligum húsum og mugu sláa seg til tols við ein fyribils bústað, sum er ein [...] grunnurin kallaður 60 milliónagrunnurin, og pápi var stoltur av teimum, sum høvdu lagt grundarlagið. Gaman í kom grunnurin úr Fólkatinginum, so íløgur kundu gerast í vegir, havnir og at modernisera [...] fólkini bíða eftir einum møguleika at fíggja eitt húsakeyp ella -bygging, ja, so fara spekulantarnir avstað við øllum ognunum. Kapitalurin vinnur á politikarunum, sum halda seg vera maktarleysar.
Barrett. Nervarnir sótu uttan á, og at sita saman við so lærdum fólkum var fantastiskt. Men, tá eg so sá, hvussu børnini vóru við og sungu, var hetta bara so fantastiskt. Finn sigur, at tað eisini hava verið [...] broytingum, soleiðis at tað ikki kennist, sum tað altíð er hitt sama. Hvat var keðiligasta upplivingin hjá tær í 2015? - Eg veit ikki. Havi so nógv at vera takksamur fyri, so eg veit ikki heilt… Hvat hevur tú [...] tú sett tær fyri at røkka í 2016? - At vera ein góður pápi. Men, samstundis eisini at venja fram ímóti einum Ironman. Um tað verður fullført í 2016, er ikki vist, tí vit vænta okkum barn nummar fýra. Men
gestunum, sum vildu hátíðarhalda dagin hjá Fridu. Mamma hansara tók sær av hinum yngru systkjum hansara, meðan hann sjálvur altso búði hjá Fridu í Leirvík. - Hóast hon var sum ein mamma fyri meg, so rópti [...] hana kortini ongatíð fyri mamma. Hon æt bara Frida, sigur Niels. Tá Niels so flutti út úr heimi hennara, so gloymdi hann kortini ongatíð tann góða uppvøksturin, sum hann hevði havt í heiminum hjá Fridu. [...] 100 ár: - Hon var tiltikin ordilig. Og sera arbeiðssom. So beinrakið lýsir Niels Nielsen hesa megnarkvinnu, sum hann kom at hava so tætt samband við gjøgnum barnaár síni. Hann kom at búgva hjá henni í
rakar altíð onnur enn bara høvuðspersónarnar. Sjálvandi kann ein skrivstovumaður, sum situr millum teir stríðandi partarnar á Fiskimannafelagnum og skal tæna teimum øllum, so ella so verða drigin inní. Tað [...] hoyra ikki almennum kjaki til. Men hetta snýr seg ikki bara um ein persón, sum pínist av at hansara navn, av órøttum, verður dálkað. Hetta er ikki bara privat og persónligt. Tað snýr seg eisini um rættartrygd [...] Tey mugu enda onkustaðni. Onkustaðni koma vit útum tað, sum skilir okkum. Uttan fyri munirnar og ósemjurnar millum okkum, eru vit bara fólk, sum eiga at sýna eina grundleggjandi virðing hvørt fyri øðrum