Stórsta nýggja andlitið í býráðnum á hesum sinni er Bogi Andreasen, sum ikki áður hevur verið sjónliga virkin innan politikk. Tað eydnaðist honum tó at fáa fleiri atkvøður enn bæði Leivur Hansen og Jógvan Arge, sum eisini stillaðu upp á Tjóðveldislistanum.
- Eg hevði als ikki væntað at fáa so nógvar atkvøður, segði hann skelkaður og glaður. – Eg vónaði at koma inn, at júst koma um markið og harvið koppa inn. Vónaði at koma inn, ikki tí eg bara vil í býráðið, men tí eg brenni veruliga fyri mínum málum.
Orsøkina til megnarvalið hjá honum, metti hann vera, at hann er ein kend persónligheit á mentanarpallinum í Havnini. Umframt at vera leiðari á Margarinfabrikkini seinastu fimm árini, hevur hann skipað fyri stórum konsertum, sum til dømis Bryan Adams og Asfalt. Eisini hevur hann orð á sær, um at duga at fáa mál framd í verki, meira enn bara at tosa um tey.
Nógv á skránni
Sum varaborgarstjóri hevur hann ætlanir fyri framtíðina, fyrst á breddanum standa hansara hjartamál, ein nýggj miðbýarætlan, Hoyvíkin og trivnaður fyri øll. Men hóast hjartamál hansara snúgva seg um Havnina verður útjaðarin í kommuni ikki gloymdur, leggur hann afturat.
Sjálvur er hann sera væl nøgdur við samstarvið við Javnaðarflokkin. Hann metti tað vera fullkomiliga náttúrligt at halda fram har seinasta samgongan slepti. Javnaðarflokkurin, við Heðini Mortensen á odda, var nógv hin størsti, tí hevði tað ikki verið rætt at skipað eina samgongu uttanum hann.
Tað stóð Tjóðveldisflokkinum í boði at fara í samgongu saman við Fólkaflokkinum, har hevði Bogi Andreasen verið hann, ið hevði fingið flestar atkvøður og verið upplagdur borgarstjóri.
- Víst eru nógvir møguleikar, men tað hevði ikki verið rætt at farið burtur frá Javnaðarflokkinum. Eg má kunna síggja meg sjálvan í andlitið eftir hetta. Býráðið eru jú fyrimyndir hjá borgarunum, sum hava valt okkum, tí ber ikki til at gera slíkt fyri at fremja seg sjálvan, sigur Bogi Andreasen.
Baklandið
- Uttan bakland hevði tað ikki borið til. Konan hevur alt at siga, uttan hennara stuðul hevði hetta ikki latið seg gera, sigur hann. Hann leggur afturat, at hann hevur ein stóran vinaskarða, ið hevur staðið aftanfyri hann og stuðla honum gjøgnum alla hesa tíðina.
Pápi hansara sat seinasta skeið í býráðnum í Klaksvík fyri Fólkaflokkin, men tað eydnaðist honum ikki at vera valdur inn á hesum sinni.
- Eg ringdi til hann í nátt og hann varð sera errin, sigur Bogi Andreasen við einum smíli. At familjan og onnur standa aftanfyri seg, hevur ómetaliga stóran týdning fyri hann.
Í býráðið
Hvussu gerandisdagur hansara fer at síggja út komandi tíðina, ánar hann als ikki. Hann greiðir frá, at alt er so nýtt og spennandi. Í hesi vikuni fara samráðingarnar fram, um hvussu samgonguskjalið skal síggja út.
- Eg havi fingið ótrúliga nógv sms boð, har fólk eru komin við áheitanum og stuðli, men enn kann eg einki lova, men samstarvið millum partarnar eru gott, sigur hann.