sínum tíma og gjørdi vatn til vín. Vínið er í Bíbliuni tekin um gleði, og vínundurið er eisini eitt tekin um Jesu dýrd. Henda frásøgnin um brúdleypið í Kána kann tí ikki brúkast sum próvgrund fyri, at [...] lagdur á, at hon var til staðar. Til hennara var Guðs orð komið á ein hátt, sum tað ikki var komið til nakað annað menniskja, við einglaboðun um, at hon skuldi bera Jesus ? heimsins frelsara ? í heim. Við Mariu [...] serrættindi fram um onnur. Hann er fríur í gerningi sínum. Men Mariamoy missir ikki trúnna fyri tað, men sigur við tænararnar: »Hvat hann so sigur við tykkum, tað skulu tit gera«. Aftur er hin heilaga
Sagt verður um nøkur børn í New Zealandi, at tey ein dagin vóru vilst úti í einum skógi. Tey ganga og ganga, men finna als ikki burturúr skóginum aftur. Sum tey ganga, hoyra tey røddir, ið rópa á tey, [...] hugsar ikki um egnan vinning, at nú hevur hann 99, og bara ein manglar, so tað ikki ger ikki so stóran mun. Nei, í ovurstórari umsorgan fyri tí eina, fer hann at leita eftir tí burturmista. Eins og seyðirnir [...] og detta at endanum um av maktarloysi. Ikki fyrr enn tá verða tey funnin og borin heim. ? Á, sum tey vóru býtt at renna undan teirra bjarging, kunnu vit siga, men spurningurin er um vit menniskju ikki mangan
fyri Guð ? sum at einki longur kann skilja hann frá Guði, nú hann aftur kann møta Guði í halgidóminum. Og tað hóast yrkjarin veit alt um at siga, hvør munur er á hinum æviga Guði og so okkum deyðiligu menniskju [...] oyðimørkin gjørdist eitt kelduvað ? sum at gleðin yvir aftur at nærkast Guði í halgidóminum gjørdi allar lutir nýggjar longu á leiðina hagar. Jú, av sonnum ein sálmur, sum eisini kann minna okkum á, hvønn dýrgrip [...] halgidómum, har hin livandi Guð nú sum fyrr savnar okkum um síni gleðiboð til okkara: Komið, tí at nú er alt tilgjørt! Martin Restorff Jacobsen, prestur
her á foldum er betri og yndisligari enn orðið um Guðs kærleika. Mannakærleiki kann hava ósigandi virði. Tað er sum um at tað við mannakærleika fellur eins og sólskin yvir livið. Uttan henda kærleika kenna [...] eru ein partur av. Gerningar hansara úti í náttúrunnar ríki: Vársins lív og vakurleiki, fuglasongur í bø og haga, alt hetta vísir okkum á sín hátt Skaparans kærleika. Men hetta er kortini bert ein fátæk [...] at náttúrunnar ríki tykist okkum eisini viðhvørt at vera ein fíggindi, sum reisist í veldi sínum, og onkur av okkara kæru vann ikki upp land aftur, álvarsligar sjúkur ráma, og alt annað, sum menniskju mugu
har hann sum ungur var prestur. Ein sunnudag eftir gudstænastuna kom bygdaráðsformaðurin at tosa við hann. »Prestur, tygum vita ivaleyst um einkjuna í Vesturgøtu, at hon eigur ein son, ið hon hevur havt [...] ymiskan hátt kann Gud senda okkum tár aftur. Men vóru tárini bønar og forbønar tár, so verður tað ein gleðiligur dagur, tann dagin, »vit fáa tey aftur!« ? Tí tá bera tey boð um, at tað sáð, ið tárini innibera [...] og fátækramannaherbergi. Nú ein dagin doyði hann so har yviri, og løgreglan hevur nú sent mær eitt bræv, sum lá í einum lumma í hansara skitnu og kloddutu klæðum. Sum prestur vilja tygum kanska geva mammu
lívsleið okakra dregur okkum ein dag nærri deyðanum, ein dag nærri ævinleikanum. Ein dári, sigur Jesus. Ein dári er ein, ið støðugt livir lív sítt uttan Guðs hjálp. Tað er ein, ið ikki roknar við Guði, tí [...] sigur hann tey um ein ríkan, um ein sum átti alt, ið hann kundi hugsað sær. Akrar hansara vóru stórir og gróðurtungir, hann røkti jørð sína. Men fyri hann varð hansara jarðiska ríkidømi ein snávingarsteinur [...] okkum aftur at øðrum og vanvirða annan. Ein dag er okkara seinasta løta komin á okkara jarðiska lívi. Tí einki er vissari enn tað, enn at deyðin einaferð kemur til hvønn einstakan av okkum. Ja, ein kann
hin størsta spottara til at angra syndir sínar og biðja um náði og bjarging. Tað kann troysta hin mest vónleysa og ólukkuliga, so at hann aftur kann gerast glaður og troysta á Guds kærleika og náði. Tað [...] orð ikki verður ríkiliga sáað. Tað verður sáað til høgru og vinstru og allar staðir, eins og vit hoyra í tekstinum um sáðmannin. Hvussu ber tað tá til, at Guds orð tykist mangan at bera so lítlan ávøkstur [...] tolni til Harrans æru og vera vitni um hann bæði í orði og verki. So vilja vit tá ikki bert dvølja við alt tað, sum miseydnaðist og fór fyri skeyti, men eisini gleðast um tað, sum eydnaðist og bar ávøkstur
einari húsvitjan setti prestur einari gamlari konu, sum lá á sjúkralegu spurningin, hvussu hon fekk tíðina at ganga, og um dagarnir ikki fullu henni langir. Hon svaraði: »Nei, tygum prestur, eg havi jú mítt [...] eisini ein rík bøn; men eg skilji kortini ikki, hvussu tygum kunnu brúka ta bønina at stytta stundirnar við«. »So skal eg læra prestin tað«, segði hin gamla konan. »Síggja tygum, tá ið eg vakni um morgunin [...] mína við størsta takksemi. Síðani fari eg víðari til tað lítla orðið »vár« og har komi eg at hugsa um allar mínar systrar og brøður í Harranum, tey her á jørðini og tey heima í himlinum, ja, samfelag teirra
minni ferð og er klárari, men ein kann enn granska í hesi mynd av ánni, sum tykist so løtt, men sum tó er meira, og í fragd um listina hoyrast dunini frá fossinum, sum ein veit streymaði ígjøgnum penslastrokini [...] Zacharias Heinesen. Sum prestur í Suðurslesvik søkti ólavur grunnar um pengar til nýggja kirkju til donsku meinigheitina í Husum. Mærsk Mckinney Møller vildi fegin gjalda alt sjálvur. Fegin um hesi gleðiboð ringdi [...] Rasmussen til Zacharias og heitti á hann um at mála altartalvu og bleiv hann harvið hin fyrsti føroyingur at mála talvu til kirkju uttanlands, tað Ólavur veit um. Ein krókur í Leirum er settur av og har hanga
Norðlýsinum, og sagt varð farvæl. Sóust tey ikki aftur her, so skuldu tey síggjast aftur í Himmiríki. Í nov. ella des. 1922 helt Vilhelm Nielsen prestur ( føddur 9. mai 1873, deyður 28. apríl 1931 ) mi [...] einum dreymi, hann hevði havt um náttina. Hann kom gangandi Heimi á Sandi, hann var lágur í ættini, og lá eitt ótal av sprekum fram við sjóvarmálanum. Hann helt hetta vera ein undarligan dreym. Martin hevur [...] urin hjá pápa 7. okt. Norðlýsið hevur óivað ligið fyri teymi, tí varð róð um borð. Veðrið var gott, og eingin ond rørdist. Ein motorbátur sleipaði Norðlýsið suður úr Borðoyanesi. Við motorbátinum vóru