handilsmonnunum í býnum, sum hava virkað longst í vinnuni - í hvussu so er hevur hann verið partur av handilslívinum í Havn í 35 ár. Vit tosa um Jákup Jakobsen, ella Jákup á Kamarinum í Havn, sum fyrr í ár tók [...] við leiðsluni í handlinum hjá Fiskimannafelagnum, »Samvinnufelagið« á Bryggjubakka í Havn. Jákup starvaðist í handlinum hjá Gundur í 13 ár og rak sjálvur handilin víðari í 18 ár. Í august í ár lat handilin [...] sum 15 ára gamal í læru sum goymsluavgreiðslumaður hjá Einari Storr í Havn. Hetta var í 1962 og varð hann útlærdur í 1966. Seinni sama árið - tað var tann 1. desember 1966 byrjaði hann í tí starvi, hann
flogvølli á Glyvursnesi, sum gevur fleiri fyrimunir sum ikki fáast aðrastaðni í Føroyum, sum hevur týdning fyri miðstaðarøkið. Tað er bæði í samband við ferðamannaflutning og fraktflutning, loftvegis, ið fær stóran [...] bygt ein flogskúla til tær neyðugu útbúgvingarnar til flogfør og tyrlur, ið kundi verið skipað í Føroyum ístaðin fyri uttanlands. Tað hevur nú verið nevnt fleiri møguleikar, eisini ber til at byggja Hotell [...] av løgtingsins fíggjarlóg til henda flogvøllin ið vil geva nógv arbeiði/starv, ið stórur tørvur er á í dag, og vit kundu eisini skipað tyrluflutning úti á Glyvursnesi og fingið ein veg frá Glyvursnesi inn
vónir um, at lættari verður hjá blindum at ferðast í Føroyum í framtíðini, sigur formaðurin í Dansk Blindesamfund, Svend Jensen, sum hevur vitjað í Føroyum saman við næstformanninum, Poul Lüneborg. So kann [...] Føroya Blindafelag er limur í danska landsfelagnum, Dansk Blindesamfund. Og leiðslan í Dansk Blindesamfund hevur skyldu at vitja limafeløgini. Sektorábyrgd Tey ymsu økini í samfelagnum eiga at reka miðvísan [...] hevur borið til hjá brekaðum yvirhøvur at ferðast í Føroyum. Eftir at hava tosað við leiðsluna á Strandfaraskipum Landsins, sigur Svend Jensen, formaður í Dansk Blindesamfund, at útlit eru fyri, at tað kann
vitjað í Føroyum. Seinast var í vár, tá ið hann vitjaði missiónshúsini á Toftum, í Rituvík og á Glyvrum. Hann er útbúgvin lærari og teologur. Helgi hevur virkað sum trúboðari í uml. 25 ár. Fyrst í Etiopia [...] Etiopia, síðani í Senegal og so aftur í Etiopia, hagar hann eftir ætlan aftur skal sendast út í jan. 1998. Eitt skifti var hann sóknarprestur í Íslandi. Í Etiopia er Helgi knýttur at Mekane Yesu Kirkjuni. Har [...] eftir ætlan hildin í hesi røð: Týskvøldið 11. nov. í missiónshúsinum á Argjum, mikukvøldið 12. nov. í missiónshúsinum við Landavegin, hóskvøldið til og við sunnukvøldið í Meinigheitshúsinum í Havn. Møtini byrja
tú hevur verið í politikki, Bjørn á Heygum, hevur flakavirkið í Vági ligið stilt, tað mest modernaða flakavirkið í Europa, tá ið tað var bygt fyri nøkrum árum síðani. Bjørn á Heygum, í Vág hava verið gjørdar [...] tann reini ørskapur, at nakað fiskaarbeiði í heila tikið skal vera í høvuðsstaðnum, tá ið tilfeingið er so lítið, at bert 3 ella 4 flakavirki tilsamans skulu vera í øllum landinum. Havnin ýður av mappumonnum [...] úrslitið kann so eingin vera í iva um. Ert tú tann maðurin, sum tú sigur teg vera, tak so kúbeinið í hond og drag handan javnaðarseymin úr hurðini aftur, so at livandi kann verða aftur í hesari vikrnu bygd, sum
Ein trupulleiki hjá føroysku virkjunum er, at tey hava trupult við at kappast við virkini í eitt nú Danmark og í Bretlandi um ráfiskin. Men syrgja vit fyri, at føroysku virkini fáa meiri fisk til virkingar [...] seg í kappingini um ráfiskin, tí tá verða tey eisini størri og sterkari. Tað hevði eisini verið upp á sítt pláss, at flakavirkini samstarvaðu um fiskasløg og arbeiðsfólk umframt onnur viðurskifti í sambandi [...] rætt, at tú sum føroyingur ikki kanst fara í handlarnar og keypa tær eitt kók av feskum fiski ella fiskavørum, sum eru liðugt viðgjørdar og klárar at koyra í grýtuna.
og ískoyti í slíkari søluforskrift. Tó eru nakrar merkisverdar broytingar í hesi søluforskrift, verður sagt í frágreiðingini, sum vísir á nøkur dømi: Um ein møguligur keypari er áhugaður í einum skipi [...] tulkingar í broyttu tekstini Henda standardtekst er óbroytt varðveitt í sáttmálanum, men tíverri eru broytingar og ískoyti gjørd soleiðis, at mótstríðandi tulkingar kunnu gerast í tekstinum. (a) Umvæla fyri [...] eisini, um eygsjónligu skeivleikarnir og tað vansketni, sum BV í Marseille framdi, yvirhøvur broytir nakað, stendur m.a. í frágreiðingini. Í niðurstøðuni verður liðuggerðin av Nólsoyar Pálli sammett við
virði, sum verða skapt í sjómansins hondum, koma okkum øllum til góða, segði Edmund Joensen, løgmaður. Havið er annað enn ævintýr og dreymar Hann nevndi, at flestu menn í Føroyum hava verið til skips, og [...] heimsbardaga, tá ið teir sigldu vandasjógv tey árini fyri at bjarga konu og børnum mat í munnin. Løgmaður nevndi eisini, at júst í ár eru 40 ár liðin, síðan ?Stella Argus? gekk burtur við 22 monnum. Hetta var størsti [...] Tað var í 1949, at løgtingið samtykti, at 1. november skuldi verða hildin sum minningardagur teirra sjólátnu. Ein virðiligur siður - Við hesi avgerð varð ein virðiligur siður tikin upp, tí fáar tjóðir
verður spælt út í eitt til umleið hálvan septembur. Uni Arge er greiður yvir, at hann skal gera nógv við fyrireikingarnar, meðan hann verður í Danmark: ? Í 1994 vandi eg í nakrar mánar í Skovbakken, sum [...] Frank Krogdal. Honum spældi eg saman við í Skovbakken. Men hvat nú, um tað eydnast tær at fáa pláss á besta liðnum í Aarhus Fremad? ? So komi eg í eina tvístøðu. Men í fyrstu atløgu má eg rokna við tí fuglinum [...] væl kunnu standa seg í bestu íslendsku deildini. Sjálvandi skalt tú gera nógv við tað, men tað ætli eg mær at gera. Men fyrst má avtalan koma uppá pláss, endar toppskjúttin í Føroyum í 1997, sum eftir øllum
Leygarmorguni klokkan tíggju hava fótbóltsvenjararnir ársaðalfund í ÍSF húsunum í Gundadali. Felagið varð stovnað 8. februar í ár. Teir kalla seg Fótbóltsvenjarafelag Føroya, og leygardagin verður fyrsti [...] broytingar í reglunum verður lagt fyri fundin, og tað verður nevndarval. Jógvan Martin Olsen og John Reid Skoralíð fara at greiða frá skeiði um viðgerð av ítróttarskaðum, sum teir vóru á í Danmark í summar [...] íblástur. Venjaraútbúgvingin í Føroyum er eftir donskum leisti, og hon er góð. Vit halda tó, at tað er gott við íblástri aðra staðni frá eisini. Noreg hevur staðið seg sera væl í fótbólti tey seinnu árini