FLogvallarmálið

Tað er so nógv ið verður neyðugt at fáa skipað fyri her á landi, t.v.s. at fáa flogvallarmálið gjøllari viðgjørt so fyrireikingarnar at fáa ein altjoða flogvøll á Glyvursnesi kunna byrja.

Tað hevur fyrr verið skrivað um týdningin av hesum flogvølli á Glyvursnesi, sum gevur fleiri fyrimunir sum ikki fáast aðrastaðni í Føroyum, sum hevur týdning fyri miðstaðarøkið. Tað er bæði í samband við ferðamannaflutning og fraktflutning, loftvegis, ið fær stóran týdning fyri allar Føroyar og sum skal spara okkum undirsjóvartunnil undir Vestmannasund. Tað er longu fyri nøkrum árum síðan at Tórshavnar býráð nýtti 5 mill .kr. til fyrireikingar av hesum flogvølli á Glyvursnesi, og hvørs grót bleiv nýtt at byggja út havnalagi á Eystaru Bryggju. Tað ber eisini til at fyrireika ein tunnil gjøgnum Kirkjubønes frá Glyvursnesi og so veg inn til Kirkjubø og Gomlurætt, hetta vil stytta farleiðina hjá teimum sum koma úr Sandoynni, og útflutningsvinnuna. Tað má setast peningur av løgtingsins fíggjarlóg til henda flogvøllin ið vil geva nógv arbeiði/starv, ið stórur tørvur er á í dag, og vit kundu eisini skipað tyrluflutning úti á Glyvursnesi og fingið ein veg frá Glyvursnesi inn til Argjaboða. Tað ber eisini til at skipa Vaktar- og Bjargingartænastuna úti á Glyvursnesi, og at fingið bygt ein flogskúla til tær neyðugu útbúgvingarnar til flogfør og tyrlur, ið kundi verið skipað í Føroyum ístaðin fyri uttanlands. Tað hevur nú verið nevnt fleiri møguleikar, eisini ber til at byggja Hotell Glyvursnes, ístaðin fyri á Skálatrøð ella Yviri við Strond, ið eisini vildi givið nógv arbeiði. Tá høvdu vit sloppið av við alt arbeiðsloysi, og neyðugt hevði verið at fingið føroyingar at flutt heim aftur til Føroya.


Hans Birgir Hansen