ovast á listanum. Nógv ár frammanundan høvdu toftamenn spælt fótbólt móti fuglfirðingum, eiðismonnum, gøtumonnum og øðrum, men tað var undir navninum Zig-Zag, eftir fyrsta bóltinum teir fingu hendur á. Í [...] var í Gamla skúla 21. desember 1962. Á skránni vóru: 1. Stovnan av ítróttarfelag 2. Byggjan av kappróðrarbáti 3. Stjórn og nevnd Allir vóru samdir um, at navnið á felagnum skuldi verða Tofta Ítróttarfelag [...] í Koltri 8-mannafarið Toftabátin og seinni 5-mannafarið Ternuna. Tá fótbólturin veruliga tók dyk á seg á Toftum, datt kappróðurin niður fyri. Spell, halda helst mong. Men fótbólturin hevur har aftur ímóti
mál. Ágangandi Tað var kanska roknandi við, at EB/Strymur fór at koma á Svangaskarð fyri at liggja aftarlaga á vøllinum og dúva upp á møguleikan fyri kontraálopum. Bergur Magnussen er snúðin. Í staðin fyri [...] og við handara stólpan tveitti Marcello seg fram og stútaði inn um Gunnar á Steig, sum annars stóð seg væl. Einki var at undrast á, at málskjúttin hevði ilt við at reisa seg aftur. Tað mundi vera ein øgiligur [...] Eli Olsen ? Súni Fríði Johannesen, Marcello Marcellino EB/Streymur: Gunnar á Steig ? Jákup Martin Joensen, Andrzej Pacek, Ólavur Poulsen, Alfred Jacobsen, Esmar Eiðisgarð ? Ronnie Samuelsen, Knút Vesturtún
verður eisini í nýggja kappingarárinum høvuðsstuðul hjá B68. Fríggjadagin varð sáttmáli undirskrivaður á høvuðsskrivstovuni hjá Føroya Tele. Tað vóru stjórin í Føroya Tele, Andras Róin, og formaðurin í B68 [...] hjástødd, tá ið nýggi sáttmálin varð undirskrivaður. Fyri B68 vóru nevndarlimirnir Martin Heinesen og Ólavur Jensen, og fyri Føroya Tele var Richard Mortensen, marknaðarleiðari, hjástaddur. Harafturat vóru
fimm tap á rað nummar tvey. Sigurin í Gundadali ber við sær, at Skála nú er á uppflytingarplássi. FC Suðuroy tapti 2-1 í Klaksvík, og harvið bar tað Skála við sigrinum á HB til at lyfta seg fram á bronsuplássið [...] dag 3-1 á heimavølli ímóti teimum næstbestu hjá B36. Hetta var fyrsta ferðin í sjey dystum á rað, at tað eydnaðist sandoyingum at vinna stig. Venjarin, Allan Mørkøre, hevði sett seg sjálvan á liðið, og [...] 23. umfar í 1. deild hevur verið í dag. B68 vann stórsigur – 8-0 – á heimavølli ímóti TB. Tá ið HB samstundis tapti 3-2 á heimavølli ímóti Skála, eru tað nú toftamenn, sum eru topplið í næstbestu deildini
n av í Klaksvík. B68 vann 3-1 eftir hálvleiksstøðuna 3-0. B68 er á fimta plássi og hevur nú 21 stig, sum er tvey færri enn KÍ, ið er á fjórða plássi. Ásetingarnar siga, at í hvussu so er eitt lið fer at [...] tá ið tað restaði eitt korter. Málskjútti var Eivin Sørensen. Á liðnum hjá KÍ vóru fleiri spælarar, sum fyrr í ár hava verið at síggja á besta liðnum. Millum teir fyrstu ellivu vóru Dávid Langgaard, Børge [...] Børge Petersen og Steinbjørn Olsen, og beinanvegin í seinna hálvleiki varð Ólavur Niclasen settur á vøllin. Leygardagin fær B68 vitjan av AB, meðan KÍ fær vitjan av B71.
bæði taptu stórt á útivølli í dag. KÍ skoraði sigursmálið til 2-1 í evstu løtu á Argjum. Hetta var fyrsti sigur á útivølli hjá KÍ í ár. MB var um reppið at megna javnleik fríggjakvøldið á heimavølli ímóti [...] tjúgu minuttir. Eftir horna og aftur og fram peikaði dómarin á ellivu metra blettin, tí Emil Mikkelsen á strikuni hevði vart við hondini. Ólavur Mikkelsen umsetti brotssparkið til mál, og so endaði tað 1-1 [...] Í dag var 13. umfar á skránni, og tað var hendingarríkt. Fýra ferðir noyddust dómararnir í lumman eftir reyðu kortunum, og í tveimum dystum vórðu sjey mál skorað. Toppdysturin var á Valloyruni í Sandavági
var ein á heimaliðnum útvístur, og tá ið dómarin, Johan Petur Michelsen, bríkslaði fyri síðstu ferð, hevði hann tríggjar ferðir havt reyða kortið á lofti, og harvið vóru tað síðstu løtuna átta á heimaliðnum [...] eftir hetta umfarið er ikki greitt enn, tí fyrsta bríksl í Klaksvík, har NSÍ er á vitjan, var klokkan 16.45. Toftamenn eru á veg norður aftur úr Suðuroy, har teir væl og virðiliga avgreiddu sín setning [...] fyrra hálvleiki. Jónleif Højgaard setti hol á í fjúrtanda minutti, Esmar P. Clementsen økti til 2-0 níggju minuttir seinni, so var málverjin hjá heimaliðnum, Ólavur Ludvig, skrásettur fyri at gera sjálvmál
dúgliga spæld á P4 í Danmark. Fyrsta staklagið á plátuni 'Coming Home' er ein fagnaður til Føroyar og heimstaðin. Beinir minnist væl, tá ið hann skuldi framføra sangin fyri fyrstu ferð á palli. Tá hitaði [...] hann kemur at spæla í Løkshøll. Fríggjakvøldið hevur hann beiggja sín, Ólavur, við á gittar, og leygarkvøldið verður Sigrid við, á bass og sang. Fólk tykjast spent at hoyra Beinir, tí konsertin leygarkvøldið [...] staklagið á útgávuni" greiðir Beinir frá. Beinir hevur megnað at byggja brýr millum Føroyar og Danmark, og løtan, har Beinir framførir ikoniska Kim Larsen sangin 'Hvad gør vi nu, lille du' live á trappuni
samráðingar. Hetta segði Bjørn á Heygum, sambandstingmaður, tá málið um skattalætta til fiskimenn var til 1. viðgerð á tingi seinnapartin í dag. Fyri Sosialinum váttar Bjøn á Heygum, at hann meinar, at skattalættin [...] r, tá samráðingar verð næstu ferð. Á tann hátt kunnu fiskimenn vænta, at skattalættin verður etin upp aftur við lægri hýru, um tað gongur soleiðis, at Bjørn á Heygum ætlar tað.
“Nú verður lættari hjá felagnum at taka seg inn á altjóða marknaðin. Við BP/Castrol sum strategiskum partnara kann felagið frameftir eisini leggja dent á at menna nýggja tøkni. Hetta er eitt stórt framstig [...] Granskingarráðnum, Amerada Hess, Vinnuframa og Bitland. Stovnararnir av GreenSteamTM eru verkfrøðingarnir Ólavur Simonsen, Jóan Petur Petersen og Dánjal Jákup Jacobsen, sum er stjóri í felagnum, meðan Jóan Petur