Mikukvøldið verður 14. umfar í næstbestu fótbóltsdeildini, sum harvið verður gott og væl hálvrunnin.
Í dag var 13. umfar á skránni, og tað var hendingarríkt. Fýra ferðir noyddust dómararnir í lumman eftir reyðu kortunum, og í tveimum dystum vórðu sjey mál skorað.
Toppdysturin var á Valloyruni í Sandavági, har 07 Vestur hevði vitjan av Skála. Úrslitið var 1-1. Tað vóru fáir upplagdir málmøguleikar, og tað vóru nógvir nærdystir. Miðskeiðis í fyrra hálvleiki legði miðverjin Emil Mikkelsen heimaliðið framum eftir horna og returbólt. Sami maður kom rættiliga í andglettin, tí hann sá reytt, tá ið tað restaðu tjúgu minuttir. Eftir horna og aftur og fram peikaði dómarin á ellivu metra blettin, tí Emil Mikkelsen á strikuni hevði vart við hondini. Ólavur Mikkelsen umsetti brotssparkið til mál, og so endaði tað 1-1.
Gloppið frá B68 og fram til toppliðini hevur seinastu vikurnar verið stórt. Í dag tóku toftamenn seg nærri toppinum. B68 vann 7-0 á heimavølli ímóti teimum næstbestu hjá B36, sum tað var lítið veiggj í. Talan var um sjey ymiskar málskjúttar. Ein av teimum var B36 spælari, sum gjørdi sjálvmál.
Eisini B71 togaði seg nærri toppinum. Sandoyingar vunnu trivaligan heimasigur ímóti teimum næstbestu hjá NSÍ. Úrslitið var 6-1. Tummas Pauli Olsen var einasti tvífaldi málskjúttin.
NSÍ og B36 eru fremst í bestu deildini. Merkisvert er tað, at næstbestu liðini hjá hesum feløgum bæði taptu stórt á útivølli í dag.
KÍ skoraði sigursmálið til 2-1 í evstu løtu á Argjum. Hetta var fyrsti sigur á útivølli hjá KÍ í ár. MB var um reppið at megna javnleik fríggjakvøldið á heimavølli ímóti teimum næstbestu hjá Víkingi, sum skoraðu sigursmálið, tá ið tað restaðu fimm minuttir. Talan var um týdningarmiklan sigur, tí tey trý stigini bera við sær, at Víkingur nú er tvey stig frammanfyri B36, sum saman við MB er undir strikuni.
Fríggjadagin
MB-Víkingur 0-1 (0-0)
0-1: Jákup V. Olsen 85.
Reytt kort: Henning S. Joensen, MB, 89. (beinleiðis reytt)
Leygardagin
B71-NSÍ 6-1 (2-0)
1-0: Høgni Midjord 9.
2-0: Tummas Pauli Olsen 45.
2-1: Hans Marius Davidsen 60.
3-1: Høgni Midjord 66.
4-1: Rúni Høgnesen 71.
5-1: Tummas Pauli Olsen 83.
6-1: Aron Clementsen 87.
Reytt kort: Rúni Høgnesen, B71, 76. (beinleiðis reytt) og Meinhard E. Olsen, NSÍ, 74. (2 gul)
07 Vestur-Skála 1-1 ((1-0)
1-0: Emil Mikkelsen 43.
1-1: Ólavur Mikkelsen br 71.
Reytt kort: Emil Mikkelsen 07 Vestur 70. (beinleiðis reytt)
AB-KÍ 1-2 (1-1)
1-0: Tóki á Lofti 8.
1-1: Jóannes K. Danielsen 28.
1-2: Jóanis V. Petersen 89.
B68-B36 7-0 (3-0)
1-0: sjálvmál 5.
2-0: Debes Danielsen 18.
3-0: Kristian Anton Andreassen 43.
4-0: Niklas Poulsen 54.
5-0: Martin Olsen 75.
6-0: Albert Róin Johannesen 78.
7-0: Esmar P. Clementsen 89.
Støðan
07 Vestur 32
Skála 30
B68 26
B71 23
AB 23
KÍ 18
NSÍ 13
Víkingur 10
B36 8
MB 2
07 Vestur og NSÍ hava spælt 14 dystir, og hini liðini hava spælt 13 dystir
14. umfar
Mikudagin 10. juni
B36-AB
NSÍ-MB
Skála-B68
Víkingur-07 Vestur
KÍ-B71










