BP/Castrol setir 2 milliónir dollarar í slóðbrótandi føroyska orkuspariskipan til skip
Føroyska kt-fyritøkan Decision3, sum undir navninum GreenSteamTM selir orkuspariloysnir til skip, fær nú stóra bretska oljusamtakið British Petroleum, BP inn sum íleggjara.
BP setir umvegis dóttirfelagið Castrol 2 milliónir USD í GreenSteamTM við møguleika fyri at seta 1 millión USD aftrat í felagið komandi hálvtannað árið. Verandi íleggjarar í GreenSteamTM eru Framtak, Royndin og Birting, sum síðani 2008 hava sett 15 milliónir krónur í felagið.
GreenSteamTM hevur í nøkur ár arbeitt við at menna framkomnar trimm-optimeringsloysnir til skip. Við GreenSteamTM umborð kunnu skip spara upp til 5% av brennievnisnýtsluni, og fyri skip, ið nýta fyri tíggjutals milliónir krónur í brennievni árliga, er talan um munandi upphæddir.
Virksemið hjá GreenSteamTM byrjaði í 2006 sum ein granskingarverkætlan í samstarvi við Fróðskaparsetrið. Áðrenn fíggjarligu føroysku íleggjararnir komu við í felagið, varð virksemið fíggjað við stuðuli frá Granskingarráðnum, Amerada Hess, Vinnuframa og Bitland.
Stovnararnir av GreenSteamTM eru verkfrøðingarnir Ólavur Simonsen, Jóan Petur Petersen og Dánjal Jákup Jacobsen, sum er stjóri í felagnum, meðan Jóan Petur er leiðari fyri menning. Tað starvast 5 fólk í felagnum í dag, men virksemið fer væntandi at vaksa munandi komandi tíðina.
Finn Danberg, nevndarformaður í GreenSteamTM, sigur soleiðis: “Nú verður lættari hjá felagnum at taka seg inn á altjóða marknaðin. Við BP/Castrol sum strategiskum partnara kann felagið frameftir eisini leggja dent á at menna nýggja tøkni. Hetta er eitt stórt framstig fyri felagið, sum nevnd og eigarar fegnast um, og vit kenna tað sum eitt stórt herðaklapp, at felagið stendur seg altjóða".
John Carey, VP of Marine, Aviation, Energy and Industrial hjá Castrol sigur: “Shipping is the primary means of transport in our globalised economy, considering that 80 per cent of the world trade is over the sea, fuel efficiency and savings are of strategic importance, not only for marine operators, but also for their environmental impact. By partnering with GreenSteamTM we aim to bring the benefits of their solutions to our customers and to the public”.
Niels Juel Arge frá BankNordik Corporate Finance og Clean Capital í London hava staðið fyri at útvega GreenSteamTM íløgupeningin. Faroe Law og Delacour hava verið løgfrøðiligir ráðgevarar hjá GreenSteamTM. Fyri nevndina hava luttikið Finn Danberg og Rúnar Reistrup, sum var samráðingarleiðari vegna GreenSteamTM.










