B68 og Skála hava kós móti uppflyting

Við 8-0 sigri á TB legði B68 seg í dag á odda í 1. deild

23. umfar í 1. deild hevur verið í dag. B68 vann stórsigur – 8-0 – á heimavølli ímóti TB. Tá ið HB samstundis tapti 3-2 á heimavølli ímóti Skála, eru tað nú toftamenn, sum eru topplið í næstbestu deildini og harvið av álvara hava sett kós móti bestu deildini, sum teir í fjør fluttu niður úr.

Merkisvert var tað, at ikki færri enn sjey spælarar skoraðu málini hjá B68.

HB er eftir fimm tap á rað nummar tvey. Sigurin í Gundadali ber við sær, at Skála nú er á uppflytingarplássi. FC Suðuroy tapti 2-1 í Klaksvík, og harvið bar tað Skála við sigrinum á HB til at lyfta seg fram á bronsuplássið, sum í løtuni ber møguleikan fyri uppflyting við sær.

Hetta var aðru ferð í ár, at KÍ vann heimadyst ímóti FC Suðuroy. Í fyrra førinum spurdist tó einki burturúr, tí FC Suðuroy vann øll stigini eftir at hava kært um, at KÍ hevði nýtt spælara, sum ikki hevði loyvi at spæla við.

B71 vann í dag 3-1 á heimavølli ímóti teimum næstbestu hjá B36. Hetta var fyrsta ferðin í sjey dystum á rað, at tað eydnaðist sandoyingum at vinna stig. Venjarin, Allan Mørkøre, hevði sett seg sjálvan á liðið, og tað loysti seg, tí Allan skoraði øll trý B71 málini!

EB/Streymur tók seg burtur frá niðurflytingarstrikuni við 3-2 heimasigri á Víkingi. 

 

KÍ-FC Suðuroy 2-1 (0-1)

0-1: Salmundur Bech 29.

1-1: Ísak Simonsen 58.

2-1: Teitur Fles 74.

 

B68-TB 8-0 (4-0)

1-0: Remi Langgaard 11.

2-0: Niklas Poulsen 32.

3-0: Jónleif Højgaard 38.

4-0: Jónleif Højgaard 45.

5-0: Bjarki Johannesen 48.

6-0: Esmar P. Clementsen 62.

7-0: Jóhannus Hansen 74.

8-0: Niklas F. Joensen 88.  

 

EB/Streymur-Víkingur 3-2  (1-0)

1-0: Árni G. Olsen 22.

2-0: Poul G. Olsen 48.

2-1: Martin Olsen 53.

3-1: Ólavur F. Ejdesgaard 77.

3-2: Magnus Jarnskor br 79.

 

HB-Skála 2-3 (0-2)

0-1: Jákup Johansen 5.

0-2: sjálvmál 16.

1-2: Tróndur Jensen 50.

1-3: Ólavur Mikkelsen 64.

2-3: Magnus Egilsson 74. 

 

B71-B36 3-1 (2-0)

1-0: Allan Mørkøre 4.

2-0: Allan Mørkøre 39.

2-1: Rasmus Dan Sørensen 48.

3-1: Allan Mørkøre 54.

Reytt kort: Bjarti M. Henriksen, B71, 78. (beinleiðis reytt)

 

 

Støðan

B68 44

HB 42

Skála 39

FC Suðuroy 37

B36 33

Víkingur 33

KÍ 29

EB/Streymur 26

TB 23

B71 17

TB og B71 hava spælt 22 dystir, og hini liðini hava spælt 23 dystir.

 

 

24. umfar

 

14. september

Skála-KÍ

B68-HB

B36-EB/Streymur

TB-Víkingur

FC Suðuroy-B71