tinum hjá monnum og kvinnum. Kynini hava fyri ein part hvør síni virði, sum tey liva eftir. Samfelagið hevur brúk fyri, at bæði hesi virðini eru umboðað, har avgerðir skulu takast. VMF tekur undir við [...] javnrættindum millum kynini, men tað forðar okkum ikki í at seta krøv til tey fólk, sum eru vald at stýra ? sama um tey eru kallkyn ella kvennkyn. Marita Petersen vísti sín ódugnaskap, tá hon læt seg lumpa [...] lumpa at yvirtaka parta-brøvini í Føroya Banka. Kanska hon roynir at fáa fólk at gloyma tað málið, við at rópa upp um javnstøðulógina, nú javnstøðunevndin sjálv er við at greiða málið. Alis Jacobsen,
Heyggur, at Vestern spældi nógv í sekstiárunum, og ikki munnu tey vera so fá, sum funnu saman hesi kvøldini. So hvør veit, um ikki onkur tilkomin vestmenningur, ella aðrastaðni frá fyri tann skuld, hevur hug [...] Dansistovuna í Vestmanna, sum brúkt verður í felagsarbeiðinum. Tað eru 12 ár síðan, Heyggur keypti Dansistovuna, og hevur mesta orkan hesi árini verði løgd í at gjalda húsið Við rættiliga góðum stuðli frá [...] ungtemplarafelagið Heyggur, sum skipar fyri. Og vestmenningar hava náttbussin, sum syrgir fyri, at fólk koma væl og virðiliga aftur til hús eftir slíkt tiltak. Klokkan fýra sunnumorgunin fer bussurin úr
flóttafólk, kanska meiri enn føroyingar annars. Hesi seinastu árini eru næstan 300 fólk flutt rýmd úr Sandoynni, tey flestu úr tí yngra endanum. Og bundu húsini ikki fólk niður, vóru nógv fleiri farin. Tí, sum [...] onki at gera uttan at bíða, og vóna... Ilt at hugsa sær Sandoyingar, vit tosaðu við hósdagin siga, at fólk, sum ikki hava roynt tað, kunnu ómøguligt hugsa sær, hvussu ringt tað er at búgva á einum vinnuliga [...] oljuklæðini, áðrenn hon fór inn í skerihøllina.:Tað var eisini ómøguligt at sleppa av við húsini, tí hvør skuldi keypt tey? So í veruleikanum var onki val. Vit sluppu ongan veg, hóast vit vildu.
. Nógv fólk eru dottin út úr ALS og kunnu av ymsum orsøkum ikki fáa fáa forsorgarhjálp vegna arbeiðsloysi. Tey fólkini eru ikki við í hagtølunum, segði Ingeborg, sum visti um fleiri fólk í hesi støðu. [...] lagið umleið 130 limir hvør. Tá einki arbeiði longur var, fóru limirnir úr feløgunum, og í dag eru bara nakrir og 30 limir í arbeiðsmannafelagnum, og í arbeiðskvinnufelagnum eru fáir limir út yvir nevndina [...] nevndina. - Øll tey fólkini, sum eru farin úr feløgunum, eru ikki við í nøkrum hagtølum, segði Osmund Berg. Fyri vanbýti Karin Kjølbro harmaðist, at kvinnurnar eru so illa fyri í mun til menninar, tá ræður
man sjáldan til nakað ynski um konstruktiva viðgerð. Tað eru jú oftast tveir ella fleiri partar í einum máli, og tað vanliga í fyritøkuni er, at fólk skriva ella tosa um trupulleikarnar, og síðani verður [...] innkallingum tekur fyritøkan sjálv stig til. Trygdarspurningurin Eg kenni onki til, at tað eru fleiri av bussførarunum, sum eru samdir í skuldsetingunum hjá Ole Valle ? heldur tvørturímóti. Heldur ikki verða løgd [...] tørvin fyri fólkaflutningi í landinum. Sum skilst hevur fyritøkan gjørt nýíløgur trý hesi seinastu árini, eins og ætlanir eru fyri nýíløgum næsta ár. Niðurstøða Vísandi til omanfyri standandi skilst, at tað
einfalt er tað. Flest øll eru fegin um hesa málsligu leiðbeining, práta við vegleiðaran og koma kanska fram til uppaftur frægari úrslit. Tó eru nøkur heilt fá dømi um fólk, ið eru vorðin firtin, hóas tey [...] undantøkini. Málið í bókunum er ymiskt, alt eftir hvør hevur skrivað ella týtt. Og fólk eru eisini ymisk á máli um sama tekst. Eg havi upplivað, at foreldur hava ringt og takka fyri onkra bók, sum alt húskið [...] út hesi árini. Og alla hesa tíðina er ikki eitt tað einasta handrit forða at koma út av málsligum áðum! Tað undrar ikki meg, at onkur heldur nakrar av fleiri hundrað bókum vera tungar, men tað eru undantøkini
enn hálvsett. Og fólk streymaðu inn alla tíðina. Har vóru fólk av øllum møguligum slagi. Ung fólk við børnum. Fólk um miðan aldur, sum ein kendi aftur frá kirkjugongdini sunnumorgun. Fólk, ein veit, vanliga [...] fáa sagt, at fólk skuldu ikki kenna seg kroystan av nøkrum. Alt var so sera sjálvboðið. Sagt varð, at fólk ivaleyst høvdu hoyrt eitthvørt um hesi møtini, men tað var ikki alt soleiðis. Og fólk máttu ikki [...] møtinum kendi á sær, at tað vóru fólk í høllini, sum høvdu ilt í nakkanum og hálsinum. Nøkur vóru, sum høvdu ilt í ørmum og beinum, kendi hann. Og onkur hevði migrenu. Hesi fólkini vórðu so boðin fram at
eisinivæl við , hvussu vit bera okkum at á hesum nýggja økinum. Hóast tey liggja í hvør sínum enda av Atlantshavinum, so eru hesi oyggjasamfeløgini rættiliga meinlík á mongum økjum, tá tað kemur til eina oljuleiting [...] saman við Amerada Hess, eru Fina Exploration Atlantic BV, Murhhy South Atlantic Oil Company, Teikoku Oil (Falkland Islands) Co. Ltd. og Argos Evergreen Limited. Tá hesi feløgini eru liðug við fyrstu boringina [...] smáar oyggjarbólkar við lutvíst fáum íbúgvum. Tað búgva tó væl færri fólk á Falklandsoyggjunum, umleið 2500. Bæði oyggjalondini eru knýtt at størri londum. Falklandsoyggjarnar hoyra undir Bretland. Londini
oljufeløgum, Shell og BP, eru nú av álvara farin at vísa Føroyum ans. Feløgini hava nú í nøkur ár arbeitt við tí føroyska økinum, men tað er ikki fyrr enn nú, at feløgini eru farin meira miðvíst til verka [...] feløgini arbeiða saman vestan fyri Hetland og eru við í báðum teimum fyrstu oljufeltunum, sum byrja framleiðslu í næstum, nevniliga Foinaven og Schiehallion. Hesi feltini liggja skamt frá føroyska fiskimarkinum [...] fara undir veruliga boring. Byrja vestan fyri Hetland skjótt BP og Shell eru við í báðum feltunum vestan fyri Hetland, sum eru undir útbygging. Foinaven-feltið, har BP er operatørur, er seinkað meira enn
í Kvinnuhúsinum. Børn, sum eru offur fyri harðskapi hjá foreldrum ella øðrum vaksnum. Kvinnur, sum eru offur fyri harðskapi hjá hjúnarfelaga ella sambúgva. Foreldur, sum eru offur fyri harðskapi hjá børnum [...] tey ikki eru før fyri at uppala tey. Tá børn terrorisera Fleiri foreldur hava stórar trupulleikar av børnum, serligum synum, sum ikki flyta heimanifrá, fyrr enn teir eru hálvgamlir. Nógv dømi eru um foreldur [...] m, tí tey eru øll hvør í sínum lagi destruktiv. Ofta hava tey vaksnu í hesum familjum sjálv verið fyri harðskapi sum børn, og soleiðis endurtekur alt seg. Tey kenna ikki til annað. Bæði eru líka bangin