Javnaðarflokkurin
var við til at bróta
javnstøðulógina
Marita Petersen var sjálv partur av samgonguni, tá nevndirnar vórðu settar eftir seinasta løgtingsval. Tá hoyrdist onki frá Maritu um hetta mál.
Tað skuldi ikki verið neyðugt hjá Maritu at bíða við at gera vart við óskilið, til javnstøðunevndin og ein løgfrøðingur høvdu kannað málið.
Í § 8 í javnstøðulógini stendur púra greitt at: Allar almennar nevndir, ráð, umboð og líknandi, sum fyrisitingarvaldið útnevnir, skulu verða sett saman so-leiðis, at umleið eins nógvir limir av báðum kynum er umboðaðir o.s.fr. ?
Her skuldi ongin ivi verið.
Óli Jacobsen og
javnstøðulógin
Sum limur í nýggju fylkingini VMF frøddi tað meg, at fylkingin skuldi umsita javnstøðulógina.
Gleðin varð tó stokkut. Tað sást alt fyri eitt, tá »menn« fóru at velja nevndir, at teir høvdu »gloymt« javnstøðulógina.
Á landsfundi hjá VMF 4. mars 95 varð Óli Jacobsen spurdur um, hvussu hann umsat javnstøðulógina og víst varð á, at lógin ikki varð fylgd.
Óli svaraði, at javnstøðulógin var fjas, og meira hevði maðurin, ið skuldi seta rættartrygdina í verk í Føroyum, ikki at siga um hesa lóg, sum hann hevði átikið sær at umsita.
VMF og javnstøðu-
lógin
Í stevnuskránni hjá VMF stendur: Munur er á hugsunnarháttinum hjá monnum og kvinnum. Kynini hava fyri ein part hvør síni virði, sum tey liva eftir. Samfelagið hevur brúk fyri, at bæði hesi virðini eru umboðað, har avgerðir skulu takast. VMF tekur undir við, at vit hava eina javnstøðulóg, sum tryggjar, at bæði kynini er umboðað í almennum nevndum, og vil stuðla framhaldandi stríð-num fyri javnrættindi.
Seinur fyrispurningur
Tað er gott at løgtingslimir krevja av løgmanni, landsstýrismonnum, samgonguni og andstøðuni, at tey halda lógirnar, ið Løgtingið hevur viðtikið.
Eg haldi tó, at Marita ger sær dælt av málinum viðvíkjandi javnstøðulógini, nú hon er í andstøðu. Hon kundi sum samgongulimur longu í 95 havt gjørt meira fyri, at lógin ikki varð brotin.
Í VMF ganga vit inn fyri javnrættindum millum kynini, men tað forðar okkum ikki í at seta krøv til tey fólk, sum eru vald at stýra ? sama um tey eru kallkyn ella kvennkyn.
Marita Petersen vísti sín ódugnaskap, tá hon læt seg lumpa at yvirtaka parta-brøvini í Føroya Banka.
Kanska hon roynir at fáa fólk at gloyma tað málið, við at rópa upp um javnstøðulógina, nú javnstøðunevndin sjálv er við at greiða málið.
Alis Jacobsen,
landsformaður í VMF