Fleiri kvinnur arbeiðsleysar

Stórt arbeiðsloysi er, sum ikki sæst aftur í hagtølunum

Men fyri tað um færri fólk nú fáa stuðul frá ALS, og minni stuðul verður veittur, hevur arbeipsloysið framvegis sínar døpru síður.

Á fundinum vísti Sjúrður Horsdal á, at tað nú eru tríggir stórir bólkar av arbeiðsleysum. Tað eru tey ungu, kvinnurnar og so Suðuroyar sunnara helvt - í mun til fólkatalið.

Kvinnurnar telja tveir triðinar av øllum teimum, sum fáa stuðul frá ALS.


Ikki tald við

Ingeborg Vinther minti á, at tað er stórt arbeiðsloysi út yvir tey, sum fáa frá ALS og frá Almannastovuni. Nógv fólk eru dottin út úr ALS og kunnu av ymsum orsøkum ikki fáa fáa forsorgarhjálp vegna arbeiðsloysi. Tey fólkini eru ikki við í hagtølunum, segði Ingeborg, sum visti um fleiri fólk í hesi støðu.

Hetta váttaði Osmund Berg frá Skopunar Arbeiðsmannafelag. Hann nevndi, at meðan arbeiði var á virkinum í bygdini, høvdu arbeiðsmannafelagið og arbeiðskvinnufelagið umleið 130 limir hvør. Tá einki arbeiði longur var, fóru limirnir úr feløgunum, og í dag eru bara nakrir og 30 limir í arbeiðsmannafelagnum, og í arbeiðskvinnufelagnum eru fáir limir út yvir nevndina.

- Øll tey fólkini, sum eru farin úr feløgunum, eru ikki við í nøkrum hagtølum, segði Osmund Berg.


Fyri vanbýti

Karin Kjølbro harmaðist, at kvinnurnar eru so illa fyri í mun til menninar, tá ræður um at fáa arbeiði. Tað er ein forðing hjá kvinnunum at kunna arbeiða, um tær hava børn, ommurbørn ella eldri at taka sær av. Og tá tær so detta út úr Arbeiðsloysisskipanini, kunnu tær heldur ikki fáa forsorgarhjálp, eru tær giftar við manni, sum hevur inntøku.