vøksturin í høvuðsstaðnum Størsti parturin av fólkavøkstrinum var í Tórshavnar kommunu. Har vaks fólkatalið við 370 fólkum upp í 23.773. Góð 40 prosent av øllum fólkum í Føroyum búgva sostatt í Tórshavnar [...] fyri. Ein serlig broyting sæst í Múla. Tvey fólk fluttu hagar í juni, og hetta er sambært Landsfólkayvirlitinum fyrstu ferð í góð tólv ár, at fólk aftur eru skrásett at búgva í bygdini. Kelda: Hagstova Føroya [...] fólkavøksturin. Árligi vøksturin hevur í hálvttriðja ár ligið um hálvt prosent, men er nú aftur komin upp um eitt prosent. Í februar fór fólkatalið upp um 55.000, og fimm mánaðir seinni er tað longu farið
pensjónssamansparingina í íløgur, og avkastið higartil í ár hevur verið gott. Sum dømi kann nevnast, at pensjónir, ið bankin umsitur við 80% í partabrøvum, higartil í ár hava fingið 8,80% í avkasti, eftir at [...] “Vit eru sum heild fegin um gongdina hetta fyrra hálvárið , sum millum annað hevur verið merkt av øktum kundavirksemi í bæði Føroyum og í Grønlandi, góðum avkasti á eginognini og eisini góðum úrslitum hjá [...] forstjóri. Góð gongd á íløguøkinum Góða hálvársúrslitið hjá samtakinum stavar í stóran mun frá vaksandi kundavirksemi. Higartil í ár er virkisvavið, sum sigur nakað um samlaða virksemið hjá samtakinum, vaksið
úrslitum. Hondbóltslandslið hava spælt seg til EM- og HM-endaumfør, U21-landsliðið hjá monnum vann HM-bronsu í 2025, og KÍ gjørdist í 2023 fyrsta føroyska fótbóltsfelagið í einum evropeiskum bólkaspæli [...] bólkaspæli. Føroysk ítróttafólk hava eisini vunnið stór úrslit í HM, EM, OL og Paralympisku leikunum, og Føroyar vunnu Oyggjaleikirnar í 2025. Greiningin er gjørd av Rasmus K. Storm, greiningar- og granskingarleiðara [...] høvuðsniðurstøðunum í nýggju frágreiðingini Elite Sport in the Faroe Islands , sum Idrættens Analyseinstitut, IDAN, hevur gjørt fyri Ítróttasamband Føroya. Greiningin kemur eftir nøkur ár við fleiri stórum
avbjóðingar. Fundurin í ár verður hildin á Høvelte-herstøðini og í danska forsætisráðharrabústaðnum Marienborg. Øll trý londini í ríkisfelagsskapinum verða umboðað. Heini í Skorini, professari í stjórnmálafrøði [...] kunnu gerast fullgildir limir í staðin fyri bert at hava eygleiðarastøðu. Norðurlond hava tó ikki verið samd um spurningin. Ein stúran hevur verið, at størri føroyskt sjálvræði í norðurlendska samstarvinum [...] danska forsætisráðfrúan, Mette Frederiksen, taka í dag í felag ímóti stjórnarleiðarunum úr Svøríki, Noregi, Finnlandi og Íslandi. Eisini landsstýrisformaðurin í Grønlandi og á Álandi verða við á fundinum. –
hjá Christie’s í 2003. Borgarstjórin í Messina, Federico Basile, fordømir stuldurin. Hann sigur hendingina vera serliga pínufulla, tí hon fór fram samstundis sum siðbundna hátíðarhaldið í býnum til heiðurs [...] av serstakliga stórum virði. Stuldurin fór fram leygarkvøldið í Messina, sum er heimstaður hjá Antonello da Messina. Tjóvarnir skulu hava megnað at komið framvið trygdarskipanini á savninumk. Trý av stolnu [...] heiðurs fyri Mariu moy. Stuldurin kemur bert um eitt hálvt ár eftir, at italski staturin keypti málningin Ecce Homo eftir Antonello da Messina fyri umleið 15 milliónir dollarar. Antonello da Messina varð
Sambært Skúlablaðnum fór talið av næmingum í serflokkum úr 68 fyri tíggju árum síðan upp í 275 í 12 serflokkum skúlaárið 2025/26. Við næmingunum á Skúlanum á Trøðni og í tveimum øðrum serligum tilboðum vóru [...] læra, trívast og luttaka. Grein 30 í Breksáttmálanum undirstrikar eisini, at børn, ið bera brek, skulu hava javnbjóðis atgongd til leik, frítíð og ítrótt – eisini í skúlaskipanini. Tá ið ein vanligur skúli [...] Álitið um heildagstilboð í Skúlanum á Trøðni frá 2024 staðfesti, at innbúgvið í ovaru lonunum ikki var tíðarhóskandi og ikki hóskandi til eitt heildagstilboð. Mælt varð millum annað til eyka innbúgv og útgerð
Í HB dylja tey ikki, at tey fegin vilja hava, at næstbesta liðið eisini í 2027 verður í næstbestu deildini. Undan hesum umfarinum var HB undir niðurflytingarstrikuni, og eisini eftir 22. umfar er HB undir [...] tryggjaði sær pláss í bestu deildini í 2027, var í Gundadali seinnapartin, og gestirnir høvdu øll trý stigini við sær til hús aftur. B71 vann 2-0 eftir hálvleiksstøðuna 1-0. Málskjútti í fyrra hálvleiki var [...] var Óli á Reynatúgvu, tá ið 20 minuttir vóru farnir. Hetta vr annað málið í árhjá Óla á Reynatúgvu, sum 11. august fylti 20 ár. Eric Oteng legði upp til fyrra málið, og eitt lítið korter eftir steðgin
ætlanir um eina uppsending í august ella september, men hon er útsett uttan nýggja dagfesting. SR75 hevði sína fyrstu royndaruppskjóting í Suðuravstralia í 2024. Kjak eisini í Føroyum Tíðindini koma samstundis [...] politisku dagsskránna í Føroyum. Í gjár setti løgtingsmaðurin Bjarni Kárason Petersen landsstýrismanninum í vinnumálum ein skrivligan fyrispurning um, hvørjar møguleikar Føroyar hava innan rúmdarvinnu. Hann [...] Hetland kann longu í ár skriva søgu sum nýggj rúmdarvinna í Evropa. Týska felagið HyImpulse Technologies hevur boðað frá, at ætlanin framvegis er at senda SR75-rakettina á flog frá SaxaVord Spaceport á
Eystursjóvarráðstevnuni, BSPC, í Lübeck í Týsklandi. Millum luttakararnar í norðurlendsku sendinevndini var føroyska Kristina Háfoss, sum er stjóri í Norðurlandaráðnum. Eisini forsetin í Norðurlandaráðnum, Ville [...] millum annað Estland, Lettland, Litava, Týskland, Pólland og Evropatingið. Trygdarstøðan í økinum fylti nógv á ráðstevnuni. Forsetin í Norðurlandaráðnum vísti millum annað á russiska skuggaflotan í Eystursjónum [...] legði samstundis dent á, at londini í økinum hava eitt felags ábyrgd fyri bæði trygdini og umhvørvinum í Eystursjónum. Kríggið hjá Russlandi í Ukraina varð eisini tikið upp í endaligu samtyktini frá ráðstevnuni
reglum og lógarbroytingum, sum millum annað skulu gera tað lættari hjá bæði útlendskum og kubanskum íleggjarum at fáa atgongd til arbeiðsmegi og fastogn. Kuba er í eini djúpari búskaparkreppu. Amerikonsku [...] Amerikonsku revsitiltøkini eru herd, streymurin fer javnan, og kubanska stjórnin hevur í nógv ár verið afturhaldin við at loyva marknaðarbúskaparligum nýskipanum. Oscar Pérez-Oliva Fraga, kubanskur uttanríkis [...] er, at privatar fyritøkur ikki longur noyðast at seta fólk í starv gjøgnum almennar arbeiðsmiðlanir. Nú kunnu fyritøkurnar sjálvar seta fólk í starv og siga teimum úr starvi uttan uppílegging frá statinum