felagsins. Andreas Poulsen sigur, at hetta fær ikki nevndina at leggja frá sær. Hetta merkir, at limirnir ikki eru nøgdir við arbeiðið, vit hava gjørt. Men eg haldi ikki, at hetta er eitt misálit á nevndina [...] Poulsen, sigur hann, uttan at hann kann svara fyri hini í nevndini. Men hevði tað ikki verið ein møguleiki at sent uppskotið til uratkvøðugreiðslu millum allar limirnar, fyri at fingið eina heildarmynd [...] Koma teir ikki á fund, so kunnu teir heldur ikki hava nakað at siga okkum, heldur Andreas Poulsen, sum týðuliga er misnøgdur við, at neyðugt er at spyrja aðalfundin um sáttmálan. Í ein um nútíðarsamfelag
Semingsmenninir vóru um midnáttarleiti spurdir, um teir vóru sinnaðir at royna semju, men aftan á at hava tosað við báðar partar, hildu teir, at lítið útlit var fyri semju og tískil var sáttmálaloysi og verkfall [...] viku, sum endaðu við at partarnir skrivaðu undir sáttmála sunnunáttina. Men á seinasta aðalfundi hjá Tórshavnar Kommunala Starvs- og Tænastumannafelag verið skoytt upp í sáttmálan, at hann skuldi leggjast [...] gjørt, og úrslitið varð, at nevndin ikki fekk stuðul limanna. Av teimum 96 limunum, sum møttu á fundi, atkøvddu 38 fyri sáttmálanum, 6 atkvøddu blankt, meðan 52 atkvøddu ímóti at seta í gildi sáttmálan.
Hansen vísir annars á, at býráðið hevur samtykt ábøtur á dagrøktarøkinum. Eitt nú hava vit samtykt at brúka 115.000 krónur til skipanina við at innrætta eina spælistovu og at keypa leika til børnini [...] afelag sigur hinvegin, at tað er púra burtur við av býráðnum at krevja, at dagrøktarmammur bjóða øðrum børnum heim, tá egnu børn teirra eru sjúk. Leivur Hansen leggur dent á, at verða kravdu broytingarnar [...] borgarstjóri sigur, at tað verður sera kostnaðarmikið, um býráðið skal geva hesum ófaklærda bólki rættindi sum starvsfólk. Landsstýrið hevur gjørt púra greitt, at tað fer ikki at gjalda fleiri pengar
verður trygdin sett í vanda, sigur hann og leggur afturat, at tað tykist løgið at brúka brandstøðina og Tórshavnar Havn sum pressjón fyri at fáa dagrøktramammunum betri kor [...] býráðnum, og heldur hann ikki, at býráðið verður serliga væl viðfarið av Tórshavnar Kommunala Starvs- og Tænastumannafelag. Tað hevur verið vanligt tá verkfall er, at Tórshavnar Havn verður undantikin
Eirikur Lindenskov Ein av avleiðingunum av, at verkfall varð lýst á midnátt gjáranáttina var, at brandstøðin í Havn var ómannað. Við øðrum orðum vil tað siga, at um onkur ólukka hendi, var eingin á brandstøðini [...] vera skelkandi, men sigur, at loysn er funnin á hesum við tað at virkandi barndmeistari, Anfinn Reinert saman við virkandi varabrandmeistara, Kartna Jacobsen, skiftast um at vera á vakt aftan á vanliga [...] fyri onnur, so er ikki vist, at teir rykkja út. Í øllum førum er greitt, at materiell virði fara fyri skeyti, sigur Andreas Poulsen. Men hann leggur samstundis dent á, at tað ikki er nevndin í felagnum
Ætlanin var ikki at hava eitt stórt og serliga virkið felag, men heldur javnt og hóliga at náa endamálinum, sum er: - at skapa áhuga fyri sigling, - at breiða út kunnleika um føroyska bátin, - at stuðla siglarum [...] fyri kappsigling, so at støðið verður hækkað og javnskipað, - at royna at skaffa fíggjarligan stuðul til virksemi. Nakað av tí fyrsta, sum vit ætla at gera, er at fáa til vega fløgg og vimplar, sum bera [...] fekk sama nevnd heimild at halda fram við virkseminum: - at skipa fyriupplýsandi fundum og fyrilestrum um sigling, - at hjálpa til við kappsiglingum á bygdastevnunum í summar, - at fáa greiðar reglur fyri
brúkt til at gera nýggj orð burtur úr øðrum orðum, serliga navnorð burtur úr sagnorðum. Burtur úr sagnorðinum at skriva gera vit navnorðið ein skrivari um ein ið skrivar, og úr sagnorðinum at prenta gera [...] mestsum av sær sjálvum á føroyskum, og eisini er okkurt sum eitur maltesarakrossur. At royna at billa fólki inn, at ein sum býr í Europa, skal eita ein europei, og ein sum býr í Australia ein australii [...] ameikanari osfr. Ótryggleikin í málnýtsluni, hvaðan hann so stavar, vísir seg júst í, at summi royna at bjarga sær við at siga russari í eintali og russar í fleirtali. Einki er meira skeivt enn tað, tí her
stevnuna, at hon var sera væl eydnað - og at hann var sera fegin at vera við. Eg kenni meg betur fyri nú aftaná, tí tað er so hugvekjandi at kjakast við onnur um slík viðurskifti og at fáa at vita, hvussu [...] nevndi, at tað er upp á tal at gera eina serlóg fyri øll ES-lond at revsa fólk, ið gera seg inn á børn - eisini í øðrum londum. Endamálið er at fanga tey ella teir, ið eitt nú fara til Thailand at keypa [...] ringu tíðindini vóru m. a., at Afrika hevði brúk fyri einum sterkum og handlandi Evropa - einum heimi, sum bygdi á solidaritet. Hon ávaraði ímóti at halda, at arbeiðið við at demokratisera Afrika var liðugt
Anfinn Kallsberg greitt, at hann mælti frá at fara til samráðingar yvirhøvur, um ikki landsstýrið kundi fara avstað sum ein maður - púra samdir. Hann fór enntá so langt sum at siga, at best var um alt løgtingið [...] - men tað fer helst ikki at bera til. Men at Anfinn Kallsberg nú ikki skal vita, hvørjar samráðingar um blokstuðulsskipanina fara fram, tað er langt út, og bendir ikki á, at stevið í samgonguni er serliga [...] serliga gott. Jóannes Eidesgaard heldur, at trúvirði hjá Fólkaflokkinum og Anfinni Kallsberg er fokið, um hetta er veruleikin. Hetta bendir á, at teir gera alt fyri at vera sitandi í Tinganesi, kosta hvat
hvussu tað ber til at partar av foreldrum at børnum í einum skúla, hava so ilt við at góðtaka, at ein 1. lærari, sum teimum ikki hóvar, varð settur í starv. Hóast foreldrabólkurin veit, at avgerðin ikki kann [...] Karin Hammer, at hon ongantíð hevði fingið at vita, hví foreldrabólkurin vildi hava hana at fara frá. Lærararnir á skúlanum í Kollafirði standa saman við 1. læraranum. Tað vístu teir m.a. við at ?leggjast [...] Samuelsen, sum leggur aftrat, at støðan hjá lærararunum ikki er broytt. Teir standa saman í skúlanum. Hann heldur eisini, at tað er løgið at foreldrabólkurin ikki gevast at stríðast, tí tað tænir ongum