Krøvini kunnu kosta 700.000

Skulu dagrøktarmammurnar hjá Tórshavnar kommunu hava krøv síni ígjøgnum um løn vegna sjúku og barnsburð, kann hetta kosta býráðnum í Havn 6-700.000 krónur

Eirikur Lindenskov


Sum skilst eru tað serliga tríggir bólkar í Tórshavnar Kommunala Starvs- og Tænastumannafelag sum eru ónøgdir við sáttmálan. Fyri tað fyrsta eru tað dagrøktarmammurnar, sum komu upp í felagið í fjør. Tær eru sera misnøgdar við, at býráðið ikki vil geva teimum somu rættindi, sum hinir limirnar - at fáa frí tá børn teirra eru sjúk og barnsburðarfarloyvi, sum onnur starvsfólk.

Sum er fáa tær dagpening frá triðja degi. Leivur Hansen, borgarstjóri sigur, at tað verður sera kostnaðarmikið, um býráðið skal geva hesum ófaklærda bólki rættindi sum starvsfólk.

­ Landsstýrið hevur gjørt púra greitt, at tað fer ikki at gjalda fleiri pengar til dagrøktina. Gerst hon dýrari, verður tað býráðið og foreldrini, sum skulu gjalda, og tað gera vit ikki, sigur Leivur Hansen.

Leivur Hansen vísir annars á, at býráðið hevur samtykt ábøtur á dagrøktarøkinum.

­ Eitt nú hava vit samtykt at brúka 115.000 krónur til skipanina við at innrætta eina spælistovu og at keypa leika til børnini.

Hann leggur afturat, at verður dagrøktarskipanin broytt í Havn, so mugu broytingar gerast fyri alt landið.

Annars skilir býráðið ikki, at dagrøktarmammurnar skulu steingja heimið, fyri tað um eitt barn teirra er sjúkt.

­ Barnið skal koritni vera har - tær kunnu ikki bara lata aftur, verður sagt.

Andreas Poulsen, formaður í Tórshavnar Kommunala Starvs- og Tænastumannafelag sigur hinvegin, at tað er púra burtur við av býráðnum at krevja, at dagrøktarmammur bjóða øðrum børnum heim, tá egnu børn teirra eru sjúk.

Leivur Hansen leggur dent á, at verða kravdu broytingarnar gjørdar í dagrøktarskipanin, verður talan um nógvar pengar.

­ Siga vit at tvær av teimum 62 dagrøktarmammunum gerast langtíðarsjúkar og at seks fara í barnsburðarfarloyvi, so er talanum um einar 6-700.000 krónur, og vil hann við hesum siga kravið verða púra burtur við, tí eingin veit, hvussu nógv hetta fer at kosta. Í dag kostar skipanin býráðnum 11,6 mió krónur.

Leivur Hansen vísir eisini á, at býráðið hevur givið limunum í Tórshavnar Kommunala Starvs- og Tænastumannafelag góð tilboð. Eitt nú hava tey bjóðað fólki, sum eru í starvi sum málsviðgerðarar, at tey kunnu glíða úr 9. lønarflokki upp í 15. lønarflokk. Hetta skal verða treytað av arbeiðstyngd, útbúgving og ábyrgd - fult í tráð við politikkin, sum Starvsmannafelagið og landsstýrið hava stungið út í kortið. sigur Leivur Hansen.