Brandstøðin var ómannað gjáranáttina

Tá verkfallið varð lýst fór vakthavandi á brandstøðini til hús. Verkfallið fer at føra til, at materiell virði fara fyri skeyti, sigur Andreas Poulsen

Eirikur Lindenskov


Ein av avleiðingunum av, at verkfall varð lýst á midnátt gjáranáttina var, at brandstøðin í Havn var ómannað. Við øðrum orðum vil tað siga, at um onkur ólukka hendi, var eingin á brandstøðini, sum kundi geva boðini víðari.

Hetta heldur Leivur Hansen vera skelkandi, men sigur, at loysn er funnin á hesum við tað at virkandi barndmeistari, Anfinn Reinert saman við virkandi varabrandmeistara, Kartna Jacobsen, skiftast um at vera á vakt aftan á vanliga arbeiðstíð. Í arbeiðstíð er lærlingur til arbeiðis, sum passar telefonina.

Leivur Hansen upplýsti í gjár, at brandmeistarin hevði biðið um skrivliga váttan frá Tórshavnar Kommunala Starvs- og Tænastumannafelag um, at brandmenninir koma til arbeiðis, um okkurt er áfatt, men hesa váttan fær hann ikki.

Andreas Poulsen, formaður í Tórshavnar Kommunala Starvs- og Tænastumannafelag og sum eisini er brandmaður, sigur, at sjálvandi fara teir til arbeiðis, um onkur ólukka hendir, men teir rykkja ikki út til hvat sum helst, sigur hann. Er tað ein bilur, ella okkurt annað, sum ikki er til vanda fyri onnur, so er ikki vist, at teir rykkja út.

­ Í øllum førum er greitt, at materiell virði fara fyri skeyti, sigur Andreas Poulsen. Men hann leggur samstundis dent á, at tað ikki er nevndin í felagnum, sum er orsøkin til, at brandstøðin ikki var mannað gjáranáttina.

­ Tað má vera álitismaðurin á brandstøðini ella teir, ið hava verið á vakt, ið hava ábyrgdina av hasum, sigur hann.

­ Nú er tað felagið, sum er arbeiðsgevari, sigur hann.

Andreas Poulsen váttar, at lærlingurin og brandmeistarin eru til arbeiðis. Hann sigur, at Anfinn Reinert, settur brandmeistari tekur sær av vaktunum eftir arbeiðistíð. Men hann sigur eisini, at varabrandmeistarin ikki sleppur til arbeiðis, so brandmeistarin má ansa støðini einsamallur, so leingi hann orkar tað.

Andreas Poulsen sigur, at nevndin hevur tryggjað sær stuðul frá øðrum fakfeløgum, at tey ikki taka verkfalsrakt arbeiði upp, og nevndin hevur eisini tryggjað sær, at teir »leysu« brandmenninir ikki rykkja út - uttan støða fyrst er tikin til, um tað er í neyðsynjarørindum ella ikki.