ikki vóru við í prologinum í Statoil Kring Føroyar í Klaksvík mikudagin, hava fingið eina tillutað eina miðaltíð, so at teir kunnu vera við í samlaðu kappingini, hóast teir ikki hava verið við í øllum etapunum [...] etapunum. Av tí at flogfarið úr Íslandi ikki lendi til tíðina mikudagin, kundu teir ikki luttaka í prologinum í Klaksvík. Hetta gav fyrireikarunum ein trupulleika, tí at íslendingarnir skuldu helst vera við [...] eru teir so við í samlaðu kappingini við hesi tíðini. Hesa loysnina eru íslendingarnir og hinir súkklararnir væl nøgdir við, hóast onkur teirra møguliga fær eina betri tíð, enn teir í veruleikanum høvdu
Busuttil leikti í landsliðsálopinum í meira enn fimtan ár og er við sínum 23 málum í 113 landsdystum topskjúttin hjá Malta ígjøgnum tíðina. Í mong ár hevði Busuttil dagligu gongd sína í Racing Genk í bestu belgisku [...] er møguliga ikki eins kendur í fótbóltsheiminum, og landsmaður hansara í Grikkalandi Otto Rehhagel, sum Heese næstan er javngamal við. Teir leiktu samstundis í Bundesliguni í sekstiárunum. Men eisini tann [...] tann 61 ára gamli týskarin hevur í nógv ár verið í venjarayrkinum, millum annað í so kendum týskum felagi sum Eintracht Frankfurt. Í tíðarskeiðnum 1988-1991 var Heese maltesiskur landsliðsvenjari á fyrsta
eigur tó bert eini 25% av umtalaða lendi. Útstykkingin Vestur í Bø gongur sína gongd. Stovugerðisvegur er ávegis gjørdur og fluttu tey fyrstu fólkini inn í húsini í fjør. Vegurin ímillum Stovugerði og [...] enn minkar. Í løtuni eru oman fyri 50 umsøknir inni. Góðu fuglfirðingar, um eg veri valdur innaftur í býráðið, vil eg leggja doyin á at omanfyri nevndu verkætlanir halda fram og helmi ikki í, fyrr enn [...] at nú er klárt at seta spakan í útstykkingina frá Toftabønum yvir Bakkageilina og suðureftir. Vegagerðin byrjar frá endanum á Bjarnavegnum við húsini hjá Torkil Beder. Í hesum sambandi kann upplýsast,
Sámal í Gong Valevni á lista H til býráðsvalið Verandi býráðssamgonga hevur einans lagt seg eftir, at einstaki borgarin sjálvur skal standa fyri at útvega sær bústað við keyp av dýrum grundstykki ella [...] eisini er at fáa fígging frá peningastovnum. Væl ber til at byggja rationellar og einfaldar bústaðir í meiri enn tveimum ella trimum hæddum, og bygging kann eisini fremjast meiri áhugavert enn gjørt er seinastu [...] millión men helvtarprís og undir tað. Sera væl ber til at skipa íbúðarblokkar og terrassubygging, har lendi og kringumstøður gera hetta møguligt, og eisini ber til at fremja eina áhugaverda og liviliga íbúð
er stjóri í Domus, og hann sigur seg vera bilsnan av áhuganum fyri íbúðunum. ? Tørvurin hevur víst seg at vera munandi størri enn vit høvdu væntað, sigur hann. Allar 19 íbúðirnar, sum eru í fyrsta byg [...] Tú skal hugsa um, at tá tú flytir inn, skalt tú ikki nýta nakrar pengar til at gera nakað í stand. Og við 10 % í útgjaldi verður lánsavgjaldið um mánaðin 4.500 krónur netto, greiðir hann frá. Og so leggur [...] byggistiginum, eru langt síðani umbidnar, og fólk standa á bíðilista. Men hóast tað ber til at seta seg í samband við Pf Domus, tí fólk verða sett á bíðilista enn. Og um so onkur loypir frá, so sleppa fólk
íbúðarhúsini skulu verða skiftandi í skurði, við høgari takreisn og vaksa í hædd upp móti fjallasíðuni. Matriklarnir liggja í almennu byggisamtyktini fyri Tórshavnar kommunu í A2- øki, ið er lagt av til høga [...] Bónus, ið liggja minni enn 500 metrar frá økinum. Matriklarnir liggja í brattlendi, og byggingin í økinum skal sostatt leggja seg í lendið á ein hátt, sum byggir uppundir og undirstrikar landslagið. Økið [...] heimila umsitingini at bjóða nevndu matriklar út til bygging av íbúðum. Hetta varð samtykt í býráðnum í november í fjør. Tá seinna freistin at lata tilboð inn var farin 20. februar var Articon við Henning
ítróttafeløgum. Tað er heldur eingin loysn á spurninginum um at útvega lendi til golfvøll Oyggjaleikirnar, vit ætla at skipa fyri í Føroyum í 2019. Men skulu vit yvirhøvur skipa fyri oyggjaleikunum, krevur tað [...] verið størri tørvur á hægri játtan enn nú. Tað staðfestir Itróttarsamband Føroya, ÍSF. ÍSF fyllir 75 í ár í apríl, men felagsskapurin hevur bara eitt føðingardagsynski og tað er at fáa eina hægri játtan at [...] arbeiða við. Og tað er ikki av tilvild, at ynskilistin verður fráboðaður beint nú, tí júst í hesum døgum er Løgtingið í ferð við at viðgera fíggjarlógina fyri næsta ár. - Tað er vorðið alt greiðari, at væl
at allir føroyingar ganga í skúla í fyrsta lagi 9 ella 10 ár. Oman á tað 3 ár á miðnámi, og heilt nógv lesa uppaftur longur, so vit nú hava múgvur av bakkilorum og meistarum í øllum handa yrkisgreinum – [...] Hetta er ikki fyrstu ferð, at tunlar verða boraðir í Føroyum. Hvagar fór grótið? Hevur tað fríðkað um okkara land? Og tunlar eru boraðir aðrastaðni enn í Føroyum. Tað ljóðar, at fólk har hava verið so mikið [...] eftir valdagin 8. november 2016 minniluti í Tórshavnar býráð, men býráðsformaðurin legði ikki frá sær fyrr enn dagin fyri nýggjársaftan – minnist meg rætt. Í hesum tíðarskeiði tók Tórshavnar býráð nógvar
heldur til í viðalundunum, og ferðafuglur leitar sær hvíld í lundunum. Viðalundin á Sevmýri verður tann triða í Tvøroyrar kommunu. ”Plantasjan” í Trongisvági varð plantað í 1920-unum. Seinri í 1970-unum [...] Í dag verða fyrstu trøini plantað í einum skógfriðaðum lendi á Sevmýri á Tvøroyri. Eftir ætlan verða fløgini loyst fyri fyrstu trøunum um eitt-tíðina. Stutt eftir aldarskiftið keypti Innlendismálaráðið [...] hegnað, og í ár røkkur játtanin hjá Skógrøktini til at gróðurseta trø. Í fyrstu atløgu verða áleið 2500 trø gróðursett. Talan er millum annað um lerk, roynitrø og illinivið. Plantað verður í fyrsta lagi
náttúruverndaruppgávum í Skotlandi. Okkurt líkandi kundi man innført í Føroyum, sum kundi tikið sær av serligum viðbreknum økjum í Føroyum. Tað er trupult at samanlíkna ferðavinnu í Føroyum við ferðavinnu [...] verður óskipað, ið førir óneyðuga nógv slit við sær. Ferðafólk, eins og føroyingar, vilja í størri mun ganga í haganum í øllum veðri, eisini tá vátt er, og tá slítist lendið skjótari og meir. Ferðast skal við [...] eru fá í dag í iva um, at har eru alt ov nógv ferðafólk – men hvørki Sørvágs kommuna, Mykinesfólk ella Visit Vágar hava heimild ella amboð til at steðga tí metstóra áhuganum. Náttúruøki, har lendi, fuglur