Íbúðarbygging í Klaksvík byrjar

Týsdagin skrivaðu Klaksvíkar kommuna og Pf Domus undir sáttmála, í sambandi við, at Domus hevur keypt eitt lendi norðarlaga á Helnabrekku til íbúðarbygging. Byrjað verður at grava út eftir páskir, og væntandi verða fyrstu íbúðirnar lidnar um eitt ár

Klaksvík:
Um eitt ár ella so fara nakrar nýggjar íbúðir at standa klárar á Helnabrekku. Tað er felagið Domus, sum stendur fyri verkætlanini.
Pf Domus og Klaksvíkar kommuna skrivaðu undir keypsáttmála av lendinum týsdagin, og kommunan ger arbeiðsveg til økið nú. Útgravingararbeiðið byrjar eftir páskir.
Selmar Nielsen er stjóri í Domus, og hann sigur seg vera bilsnan av áhuganum fyri íbúðunum.
? Tørvurin hevur víst seg at vera munandi størri enn vit høvdu væntað, sigur hann.
Allar 19 íbúðirnar, sum eru í fyrsta byggistiginum, eru langt síðani umbidnar, og fólk standa á bíðilista. Men hóast tað ber til at seta seg í samband við Pf Domus, tí fólk verða sett á bíðilista enn. Og um so onkur loypir frá, so sleppa fólk á bíðilistanum framat.
Eisini sigur Selmar, at um fólk ikki sleppa við hesuferð, so sleppa tey næstu ferð.
? Vit hava lendi til fleiri íbúðarbyggingar, men júst nær tað verður, tað vita vit ikki, og tað veldst sjálvandi eisini um eftirspurningin, sigur Selmar Nielsen.
Íbúðirnar koma sum sagt at liggja norðarlaga á Helnabrekku, og Selmar sigur, at tey hava lagt stóran dent á, at íbúðirnar koma at liggja í einum góðum umhvørvi.
?Tað má sigast at hava eydnast við tí fantastiska útsýninum út yvir pollin, býin og yvir á Kalsoynna, sigur hann.

19 íbúðir
Tá alt stendur liðugt á Helnabrekku verður talan um 19 íbúðir í støddunum frá 54 fermetrum til 108 fermetrar.
Íbúðirnar verða lyklaklárar, tá tær standa lidnar og alt økið rundan um verður somuleiðis gjørt til ta tíð. Til hvørja íbúð hoyrir ein skúrur og tveir íbúðarbygningar verða um hvørt túnið. Sostatt verða tíggju og níggju íbúðir til hvørt túnið.
Kostnaðurin á íbúðunum liggur frá 790.000 krónum, og tað heldur Selmar ikki kann sigast at vera so dýrt.
? Tú skal hugsa um, at tá tú flytir inn, skalt tú ikki nýta nakrar pengar til at gera nakað í stand. Og við 10 % í útgjaldi verður lánsavgjaldið um mánaðin 4.500 krónur netto, greiðir hann frá.
Og so leggur hann afturat, at her er jú talan um íbúðir, sum ein eigur og ikki leigar.
? So nei, eg haldi ikki, at ein kann siga, at hetta er so dýrt, staðfestir Selmar.
Sum sagt fara tær fyrstu íbúðirnar at standa klárar um eitt ár ella so. Og Selmar væntar, at innan fyri tvey ár, eru allar 19 íbúðirnar lidnar.