rúsandi evni frá Danmark 1. januar 2027. Í einum lógaruppskoti, sum fylgir sjálvari yvirtøkulógini, verður ásett, hvørjir føroyskir myndugleikar skulu taka við uppgávunum, sum í dag liggja hjá donskum my [...] Heilsustýrið skal fáa uppgávur, sum í dag liggja hjá donskum myndugleikum, tá Føroyar yvirtaka málsøkið rúsandi evni 1. januar. Stýrið sigur, at fígging eigur at fylgja við, men Heilsu- og orkumálaráðið [...] føroyska landsstýrisfólkið í lóggávuni, meðan danska Sundhedsstyrelsen verður skift út við Heilsustýrið. Men Heilsustýrið hevur gjørt vart við, at nýggjar uppgávur eisini krevja pengar. Í hoyringarsvarinum vísir
saman í stórum takksemi fyri eitt langt lív, sum varð halgað Noregi, sigur hann sambært NTB. Haraldur kongur varð føddur 21. februar 1937 og tók við sum kongur eftir faðir sín, Ólav kong V, í januar 1991 [...] Tað upplýsir norska kongshúsið í einari fráboðan. – Tað er við djúpari sorg, at vit boða frá, at Haraldur kongur í dag er farin, skrivar kongshúsið. Haraldur kongur hevði ligið á Rikshospitalinum síðan [...] Hann varð millum annað viðgjørdur fyri blóðsjúkuna hemolytiska anemi og eina bakteriella infektión í blóðinum. Hósdagin boðaði kongshúsið frá, at heilsustøðan var versnað og var sera álvarslig. Nærmasta
Landsstýrismaðurin í kirkjumálum er evsta embætisvald í fólkakirkjuni, og biskupurin er ráðgevi hansara í kirkjumálum. Á fundinum greiddi biskupurin frá fólkakirkjuni og bygnaðinum í kirkjuni. Yvirskipað [...] nýggju kunngerðina um samsýningar til kirkjutænarar og hjálparfólk, sum er sett í gildi, og sum fær fullan virknað 1. januar 2027. Biskupurin vísti landsstýrismanninum runt á Biskupsgarðinum. Landsstýrismaðurin
nasturnar byrja í september Mikukvøldið 30. september klokkan 17.30 verður fyrsta skrúvugudstænastan í heyst. Skrúvugudstænasturnar verða síðani hildnar síðsta mikudag í hvørjum mánaði. Tá savnast børn [...] in er av á hesum sinni, og nú verður aftur farið undir fleiri av føstu tiltøkunum í Hoyvíkar kirkju, skrivar kirkjan í tíðindaskrivi. Fyrsta tiltakið verður mánadagin 31. august klokkan 17, tá fundur verður [...] 10 verður aftur morgunkaffi í Hoyvíkar kirkju. Á skránni eru hugnalig samvera, kaffi og morgunmatur, og øll eru vælkomin. Vøggusangurin er longu byrjaður aftur og verður í kirkjuni hvønn hósdag klokkan
Danmark. Tað stendur í lógaruppskoti, sum nú er lagt fyri Løgtingið. Verður uppskotið samtykt, kemur yvirtøkan í gildi 1. januar 2027. Málsøkið er í dag felagsmál, hóast tað verður umsitið og í høvuðsheitum fíggjað [...] Føroyska lóggávan um rúsandi evni byggir í dag millum annað á donsku lógina um euforiserende stoffer , sum fyrstu ferð varð sett í gildi í Føroyum við kongligari fyriskipan í 1956. Lóggávan er síðani broytt fleiri [...] verða sett á listan yvir evni, ið einans kunnu nýtast til medisinsk og vísindalig endamál, stendur í viðmerkingunum til uppskotið. Heilsu- og orkumálaráðið sigur seg hava royndir við, at tað tekur sera
tillaga reglurnar á økinum, tá nýggj rúsandi evni koma á marknaðin. Í dag er málsøkið felagsmál, hóast føroyskir myndugleikar longu umsita og í høvuðsheitum fíggjað málsøkið. Hetta merkir, at tað kann taka drúgva [...] skvinnan í heilsu- og orkumálum uppskotið um tær myndugleikaflytingar, sum skulu tryggja, at føroyskir myndugleikar kunnu umsita økið eftir yvirtøkuna, fram. – Hetta er eitt ítøkiligt stig í arbeiðinum [...] yvirtaka málsøkið rúsandi evni er komið so væl áleiðis, at lógaruppskotini verða løgd fyri Løgtingið í morgin – fríggjadagin 28. august 2026. Endamálið við yvirtøkuni er, at føroyskir myndugleikar betri
vera í viku 28 í stødd, tí tað hevði fingið ov lítla føðslu. Tveir dagar eftir at hon var komin á ríkissjúkrahúsið versnaði støðan, og Guðrun átti dóttrina við keisaraskurði, hetta var í viku 30 í viðg [...] allan vegin ígjøgnum. Hon var tvey ár tá hon fór í vøggustovu, fýra tá hon fór í barnagarð, og for eitt ár seinni enn javnaldrarnir í skúla. Katrina bardist í móðurlívi, og hon stríðist enn. - Hon er eitt [...] Guðrun Gripsheygg átti dóttir sína Annu í 2023. Alt gekk væl tá hon gekk við barninum, men 13. januar bleiv hon innløgd við nógvari pínu í livrini. - Tey staðfestu at eg var sera sjúk, og bleiv send til
Í juli vóru 31.102 starvsfólk í Føroyum. Tað eru 505 fleiri enn í sama mánaði í fjør og svarar til ein vøkstur á 1,7 prosentum. Starvsfólkatalið veksur framvegis, men vøksturin er viknaður seinastu árini [...] fólk – ella 13 prosent – fleiri enn í juli í fjør. Hesin bólkurin telur nú knapt átta prosent av øllum starvsfólkum í Føroyum og eigur størra partin av samlaða vøkstrinum í starvsfólkatalinum. Størsti bólkurin [...] 15.000 kvinnur vóru í starvsfólkaskaranum í juli. Talið av monnum vaks við knapt 400, meðan góðar 100 kvinnur løgdust afturat. Uttan bústaðartilknýti eiga størra partin av vøkstrinum Í juli vóru 2.343 starvsfólk
til besta spælara í MeistaraDeildini hjá kvinnum í juni mánað —————— Sunnudagin varð endaspælið í MeistaraDeildini hjá kvinnum sparkað í gongd. Í ovara bólkinum var ein dystur á skránni. Í Gundadali hevði [...] bæði liðini í ovara bólkinum, Skála og KÍ, møtast undir Mýruhjalla á Skála í annaðkvøld, mánakvøldið klokkan 18:30. Í niðara bólkinum vann B36 2-1 á heimavølli ímóti ÍF, og á Dungasandi í Sørvági fekk [...] verður spurd, hvussu tað kennist at verða vald til besta spælara í juni. Tað var Randi Hilmarsdóttir Thomassen, forkvinna í kvinnunevndini í 07 Vestur, ið vegna Fótbóltssamband Føroya handaði Evelin eitt
síðan seinastu uppgerðina. Í 2013 var Millum Gilja í Hoyvík fólkaríkasta gøtan í Føroyum. Síðan hevur nógva íbúðarbyggingin á Karlamagnusarbreyt flutt fremsta plássið longur niðan í Hoyvík. [...] at fleiri fólk búðu á Karlamagnusarbreyt enn í 98 av teimum 119 bygdunum og býunum í hagtalsskipanini hjá Hagstovuni. Við øðrum orðum hevði henda eina gøtan í Hoyvík fleiri íbúgvar enn góð 82 prosent av [...] seinastu árini. Í uppgerðini við árslok 2023 búðu 467 fólk í gøtuni. Eitt ár seinni var talið komið upp á 550. Tað er ein vøkstur á 83 fólk ella sløk 18 prosent eftir einum ári. Fólkaríkasta gøtan í Føroyum hevur