skrivar, at 28. januar 2026 tók javnstøðunevndin avgerð í einum klagumáli, har nevndin kom til ta niðurstøðu, at ein arbeiðsgevari hevði brotið reglurnar í Javnstøðulógini um mismun í sambandi við viðgongu [...] mótvegis kvinnuni hevur verið í stríð við Javnstøðulógina. Sostatt verður málið nú viðgjørt í rættarskipanini eftir teimum heimildum, sum eru staðfestar í Javnstøðulógini í slíkum førum. [...] nakað úrslit. Tí hevur javnstøðunevndin nýtt tær heimildir, sum nevndin hevur sambært § 12 í Javnstøðulógini. Í juni 2026 heitti nevndin á Ákæruvaldið um at reisa ákæru móti arbeiðsgevaranum. Nevndin mælti
vera í viku 28 í stødd, tí tað hevði fingið ov lítla føðslu. Tveir dagar eftir at hon var komin á ríkissjúkrahúsið versnaði støðan, og Guðrun átti dóttrina við keisaraskurði, hetta var í viku 30 í viðg [...] allan vegin ígjøgnum. Hon var tvey ár tá hon fór í vøggustovu, fýra tá hon fór í barnagarð, og for eitt ár seinni enn javnaldrarnir í skúla. Katrina bardist í móðurlívi, og hon stríðist enn. - Hon er eitt [...] Guðrun Gripsheygg átti dóttir sína Annu í 2023. Alt gekk væl tá hon gekk við barninum, men 13. januar bleiv hon innløgd við nógvari pínu í livrini. - Tey staðfestu at eg var sera sjúk, og bleiv send til
síðan seinastu uppgerðina. Í 2013 var Millum Gilja í Hoyvík fólkaríkasta gøtan í Føroyum. Síðan hevur nógva íbúðarbyggingin á Karlamagnusarbreyt flutt fremsta plássið longur niðan í Hoyvík. [...] at fleiri fólk búðu á Karlamagnusarbreyt enn í 98 av teimum 119 bygdunum og býunum í hagtalsskipanini hjá Hagstovuni. Við øðrum orðum hevði henda eina gøtan í Hoyvík fleiri íbúgvar enn góð 82 prosent av [...] seinastu árini. Í uppgerðini við árslok 2023 búðu 467 fólk í gøtuni. Eitt ár seinni var talið komið upp á 550. Tað er ein vøkstur á 83 fólk ella sløk 18 prosent eftir einum ári. Fólkaríkasta gøtan í Føroyum hevur
at sleppa undan iranskun álopum við norðurstrondina. Hetta veit CNN at siga í dag. Lagt verður aftrat, at fyri bara einum mánaði síðan var næstan eingin skipaferðsla á Oman-leiðini. [...] Greinarar siga í dag, at Iran partvís hevur mist eftirlitið við Hormussundinum. Meira enn 80 prosent av skipaferðsluni seinastu tvær vikurnar hevur valt at sigla um Oman-leiðina, sum hon verður rópt. Hetta [...] er siglingarleiðin, sum USA og ST stuðla, men ikki leiðin, sum Iran krevur, at skipini skulu sigla í Hormussundinum. - Við at sløkkja sendarar, sum vísa knattastøðu og sigla undir verju av amerikansku
Tað kemur fram í svari frá Jacobi Vestergaard, landsstýrismanni í vinnumálum, til Sirið Stenberg, løgtingskvinnu. Hon hevur spurt um byggiverkætlanir og byggiumsiting hjá Landsverki í sambandi við ætlanina [...] verður løgd aftur til stjórnarráðini, stendur í svarinum. Hvørt aðalráð skal fáa sær neyðuga serfrøði innan byggimál. Tað kann vera við byggikønum starvsfólkum í aðalráðunum ella stovnum undir teimum. Aðalráðini [...] varð miðsavnað hjá Landsverki 1. januar 2001. Grundgevingin tá var júst, at tað var skynsamari at savna byggifakliga førleikan á einum stað enn at hava egna byggiráðgeving í hvørjum aðalráði.
vóru 5.017 í tali fyrsta juli og eru sostatt ein fjórðingur av øllum føroyskum húskjum. Samanlagt telja hesir báðir bólkarnir 10.596 húski. Tað merkir, at í meira enn helvtini av øllum húskjum í Føroyum býr [...] børn. Eingin børn í tveimum av trimum húskjum Hagstovan staðfestir eisini, at eingi børn búgva í tveimum triðingum av føroysku húskjunum. Børnini og barnafamiljurnar eru sostatt savnað í umleið einum triðingi [...] Talið á húskjum í Føroyum er nú komið upp um 20.000. Fyrsta juli vóru 20.064 húski í landinum, og tað eru 187 fleiri enn við ársbyrjan. Til samanberingar vaks fólkatalið við 603 fólkum sama tíðarskeið
Landsstýrismaðurin í kirkjumálum er evsta embætisvald í fólkakirkjuni, og biskupurin er ráðgevi hansara í kirkjumálum. Á fundinum greiddi biskupurin frá fólkakirkjuni og bygnaðinum í kirkjuni. Yvirskipað [...] nýggju kunngerðina um samsýningar til kirkjutænarar og hjálparfólk, sum er sett í gildi, og sum fær fullan virknað 1. januar 2027. Biskupurin vísti landsstýrismanninum runt á Biskupsgarðinum. Landsstýrismaðurin
Í síðstu viku upplýsti Iran, at samráðingar eru við Oman um at lata uppaftur Hormussundið, og í dag kemur amerikanski forsetin í samrøðu við Fox News við hóttanum móti Oman. - Um Oman leggur seg í vegin [...] "týdningarmiklan samstarvspart í Miðeystri. - Vit arbeiða saman við einum máli um eitt stabilt, trygd og vælbjargað Miðeystur, skrivaði amerikanska uttanríkisráðið sambært tv2.no í januar 2025. [...] USA gongur út í dag, og Iran hevur sagt, at avtalan er endi á krígnum millum londini - og at talan ikki er um eina fyribils vápnahvíld. Men, tað er ikki altíð, at fráboðaninar úr Iran eru í samsvari við
Í einum uppslagi á X skrivar Zelenskyj, at Ukraina frá januar til august hevur endurvunnið 745 fermetrakilometrar av øki, sum Russland áður hevði hersett. Sambært forsetanum liggja bygdirnar í Donetsk- [...] hvussu nógvir hermenn eru falnir í krígnum, og upplýsingarnar kunnu ikki váttast óheft. Seinastu mánaðirnar hevur Ukraina í vaksandi mun framt dronuálop langt inni í Russlandi. Álopsmálini hava serliga [...] orkuverk og aðrir týdningarmiklir bygningar. Í nátt rakti eitt ukrainskt dronuálop havnarbýin Novorossijsk eystan fyri Krim. Sambært russiskum myndugleikum doyðu í minsta lagi trý fólk, og 24 vórðu særd. Russiska
fleyg fyri Ryanair undir líknandi treytum. Líknandi mál hava verið fyri rættinum aðrastaðni í Evropa. Í januar í ár kom ein týskur dómstólur til ta niðurstøðu, at Ryanair-flogskiparar á týskum støðum vóru [...] fyrrverandi og núverandi flogskiparar hava stevnt írska lágprísflogfelagnum Ryanair í einum máli, sum er lagt fyri handilsrættin í London. Tað skrivar danski miðilin MobilityWatch við The Daily Mail sum keldu [...] Ryanair gjøgnum starvsfólkafyritøkur og hava tí ikki verið beinleiðis settir í starv hjá flogfelagnum. Teir halda kortini, at teir í roynd og veru hava verið arbeiðstakarar hjá Ryanair og tí hava rætt til somu