Av teimum sum hava sitið í landsstýsinum síðani fyrsta kvinna varð vald í landsstýri hin 11. januar í 1985, hevur bara fimta hvør verið kvinna. Tilsamans 70 fólk hava sitið í landsstýrinum, síðani Jóngerð [...] var frammi í Løgtinginum var mikil goragangur. Málið var fyri í tinginum í 1988, men varð felt. Men 15. apríl í 1994 var uppskotið um javnstøðulóg samtykt, og so skuldu vit kanska hildið, at í øllum førum [...] er støðan í dag næstan líka ring – sæð við javnstøðueygum. Í seinna landsstýrinum hjá Jóannes Eidesgaard í 2008 vóru 5 menn og 3 kvínnur. Í fyrra Landsstýrinum hjá Kaj Leo Holm Johannesen í 2008 vóru seks
Brend í sambandi við at bók hansara um trúboðaran Kaju Nemuel í Nigeria kemur út. Í skránni er tala, sangur og upplsetur úr bókini. Øll eru hjartaliga vælkomin. KFUM & KFUK í Norðoyggjum Møti verður í kirkjuni [...] 15: Eldrasamkoma í KFUK v/ Agnar Nielsen. Meinigheitshúsið í Havn Týskvøldið 5. okt. verður almenn samkoma við Snorra Brend, í sambandi við at bók hansara um trúboðaran Kaju Nemuel í Nigeria kemur út. [...] Sandur: kl. 12, Jákup R. Hansen Viðareiði: kl. 12, Meinhard Bjartalíð (Í Vestmanna kirkju gongur talvan fyri Bláa Kross í Føroyum) Ebenezer Sunnudagin kl. 12: Sunnudagsskúli, kl. 18: Evangeliskt møti og
Boas: 8 mánaðir Djúpt inni í kristna samfelagnum í Føroyum liggur í ikki so fáum eitt ynski um at menna fatanina fyri gudfrøðini og at ferðast um heimin fyri at spjaða fatanina út. Í nógvum førum hevur hetta [...] londum og trúarsamfeløgum. TRA: Hetta er aðru ferð, eg eri í U.S.A. Fyrru ferð var í sambandi við mína pedagogútbúgving. Eg var í starvsvenjing her í tríggjar mánaðir og arbeiddi við skizofrenum fólkum. Tað [...] við BA í Bible and general Studies. Eg byrjaði uppá MA í hesum sama í januar. JC: Ein útbúgving kann hava nógv endamál, frá at ein fær hug til at skapa eitt heim og planta røtur, til at leita um í verðini
búgva í einum av næmingaíbúðunum, ið liggja rundanum skúlan. Hjá mær var so bara at velja og vraka. Í ár er støðan ein onnur. Nú skal eg eitast at vera vandur við lívið í einum stórbýi sum Boston og í USA [...] nógv foreldur hansara í Belfast vóru ímóti at hann var limur í einum fraternity. Hann segði, at írski frælsisherurin IRA hevði sínar røtur í líknandi felagsskapum, har alt fór fram í loyndum. Samstundis [...] Fríggjakvøldið í síðstu viku var eg boðin at søkja limaskap. Eg tók av beinanvegin. Beint nú siti eg í einari djúpari Chesterfield sofu í einum av stovunum. Hetta er næstan sum at stíga 100 ár aftur í tíðina,
When You’re Gone, og hóast tey ikki verða í Føroyum samstundis, so verða tey bæði her í landinum í ár. Norðstjørnan Fyrsta útgávan hjá Melanie C sum solistur kom í 1999, og tað var hendan útgávan hjá henni [...] Hon var ein av stóru stjørnunum í heimsins mætasta gentubólki, hon hevur sum solistur verið á bretska hitlistanum í meira enn 200 vikur tilsamans, og hon er einasta kvinnan í Bretlandi, sum hevur verið nummar [...] Boys, samstundis skrivaðu tónleikasøgu. Í 2000 góvust Spice Girls at spæla, men í fjør komu tær saman aftur til eina konsertferð, sum var ein av stóru hendingunum í farna ári. Hevur klárað seg best Melanie
standa í eini ógvuligari óhepnari støðu. Sita køld Bara eitt so sjálvsagt sum at fáa fylt sær oljutangan í sethúsunum, er eitt kapittul fyri seg, tá ið ein er búsettur í einum plássi sum í Skúvoy. Í síni [...] eina nýggja Havn í Skúvoy. Ein nýggj havn í Skúvoy hevði givið teimum heilt aðrar og betri møguleikar, sum teir í dag bara kunnu droyma um. - Vit eini nýggjari havn, er væl siglandi í Skúvoyar eini 90% [...] - Sum støðan er nú, kemur øll oljan í tunnum við Rituni og so hava vit traktor at koyra tunnurnar runt í bygdini við. Men so skal tað fáast úr tunnunum í tangarnar í húsunum og tað er mangan dagsverk at
forsyrgjarabyrðan at veksa. Tað merkir so aftur, at har tað í dag eru fýra fólk í vinnuførum aldri til hvønn pensjonist, verða tað um 40 ár bert trý í vinnuførum aldri til hvønn pensjonist. Forsyrgjarabyrðan [...] Men vit kenna tó eisini munin í dagsins politikki her í Føroyum. Samhaldsfestið hevur fingið harða kapping frá egoismuni. Høgra rákið hevur bjóðað vinstravonginum av í pensjónsspurninginum. Teir borgarligu [...] Eftir vestanstevnu róðurin bendir nógv á, at Strálan av Strondum skal vinna meistaraskapin, sum teir ikki hava átt síðani í 1991. Hilmar Joensen og hansara menn vóru ikki so sannførandi í fyrstu róðrunum
ella skriviveikir. Eisini í Føroyum. Tí varð eitt felag fyri tey lesi- og skriviveiku stovnað í august mánaði í 2001 av m.ø. Anne Karin Kjeld og Lailu Egholm. Hetta felagið hevur í dag 60 limir, har av flestu [...] at okkurt er áfatt tá barnið er komið í 5. ella 6. flokk ? um ikki fyrri. Tað vísir seg ofta, at veikleikin liggur í familjuni. Hyggur ein aftur í tíðina ella í familjuna, sær ein ofta, at har kann ein [...] gjøgnum hvørt einasta orð í teimum tjúkku bókunum, hon lesur eftir kendar rithøvundar. -Eg noktaði at lata orðblindnið steðga forvitni mínum. Eg noktaði at lata orðblindnið steðga mær í nøkrum, sigur danska
kanst síggja á palli her í Føroyum. Hóast tað sjálvandi er sjálvur fimleikurin, sum er í miðdeplinum í framsýningunum, so megnar eisini tann ókunnugi áskoðarin at fylgja við í gongdini, og øll kunnu so [...] sum eisini er í fimleikafagnaðinum. Nevnliga at hetta er ein kapping, har allir fimleikararnir í felagnum hava møguleika at vera við. Hartil var eisini ein annar hampuliga stórur munur í framførslunum [...] sýndi hetta evnið. Eftir at sjálv skapanin var ímyndað, sóu vit Adam og Evu, sum við bløðum á kroppinum syndaðu í Edens garði. Seinni kom so ferðin hjá Móses, tá hann skuldi føra fólk sítt úr Egyptalandi
er hetta seinasta, eg havi hug at nema við í hesi grein. Tí ein av vinnunum, sum hevur djúpar røtur í høvuðsstaðarøkinum, er fiskivinnan, sum hevur drúgva søgu í høvuðsstaðnum, bæði innan skipasmíð, skiparakstur [...] búskaparvøkstur. Aðrastaðni í Føroyum gerst hetta at kalla bert við inntøku frá fiskivinnuni. Men tað verður helst ikki tann traditionella fiskivinnan, ið Havnin skal byggja á í framtíðini. Eg fari at leggja [...] til, at hetta ber til, er at í okkara høvuðsstaði búgva og virka lið um lið allir samfelagsbólkar, øll ættarlið og fólk úr nógvum ymiskum londum. Ungdómurin er sjónligur í býarmyndini, og alskyns tungumál