man byrja í heiminum hjá sær sjálvum, sigur Ingibjørg Drangberg. Trygd Trygdin umborð á skipunum sum heild er mál, sum javnan er frammi í felagnum hjá fiskamannakonum. ? Vit vilja hava manningar at fylgja [...] felagnum, er rúsdrekkatrupulleikarnir umborð skipum. Felagið hevur arbeitt við hesum máli í eina tíð og herfyri gjørdu nøkur avvarðandi feløg hjá fiskimonnum viðmerkingar til málið, men sum heild er ov lítil [...] Drangberg í Felagnum Fiskimannakonur. ? Myndugleikarnir halda ikki, at trupulleikin er so stórur sum hann í veruleikanum er. Sum skilst á Reiðarafelagnum kundi man ikki fara inn at nokta monnum at fara í land
Havnin er okkara alra høvuðsstaður, sum vit øll eiga at vera góð við. Mangan hava vit í Tórshavnar kommunu verið um at falla i fátt, tí Havnin ongan góðan hevur átt á løgtingi. Trýstið á Havnina er ómetaliga [...] Havnini. Havnin er høvuðsstaður fyri allar føroyingar, vit eiga øll høvuðsstaðin. Men høvuðsstaðnum tørvar fólk á løgtingi við røttum hugburði, fólkum, ið skilja, at høvuðsstaðurin er sætið hjá landsins [...] fyri kommununa við sær. Tað sama er galdandi fyri allar stovnar, ið annars tæna øllum landinum. Okkum tørvar fólk á løgtingi, sum virðismeta tað samstarv, sum longu er byrjað innan útbúgvingarøkið, herundir
eingin skal føla seg útstoyttan ella forfylgdan. Alneyðugt er at leggja soleiðis til rættis, at fjølbroytni er galdandi, at arbeiðsmarknaðurin er rúmligur, og at fleiri vard størv verða útvegað. Bústaðir [...] loksins er komin, varð beinanvegin farið til verka, og arbeiðir býráðið nú saman við øðrum at byggja fjøltáttaðar bústaðir, s.s. leigu-, luta-, lestrar-, vardar- og eldraíbúðir. Endamálið er at skapa [...] universitet og eitt altjóða lestrarumhvørvi. Hóast hetta er ein landsuppgáva, so tolir málið ikki at bíða, meðan Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin, Sjálvstýrisflokkurin og Miðflokkurin keglast um tunlar
foreldur nátúrliga hava. Hann er partur av samgongu, sum er ímóti at kvinnur kunnu giftast kvinnum og menn giftast monnum. Og sum Bill Justinussen sigur, so er hetta eitt mál, sum samgongan hevur [...] flokkarnir eru 100 prosent fyri at loyva samkyndum at giftast, meðan øll samgongan er 100 prosent ímóti. Tí er tað kanska løgið at ilskast inn á Helga Abrahamsen og leggja hann undir at føra politikk [...] politikki á økinum. Men vit eru á eini glíðibreyt. Tað er rætt. Summi halda tað vera ein trupulleika, meðan onnur halda, at glíðibreytin er púra nátúrlig og hevur verið tað líka síðani Adam og Evu
kennir sviðan. Nú er tað av tilvild danskt, sum er tað málið, vit hava lært. Danskt er málsliga brúgvin hjá okkum til hini norðurlondini – og sum skilagóði studentaskúlalærarin segði – so er danskt okkara [...] á øllum málum. Tað er eingin ivi um, at tað er ein skeiv kós, sum Mentamálaráðið hevur stungið út í kortið fyri føroyskan ungdóm. Vit verða fátækari, tá færri duga danskt – og tað er politisk ignoransa [...] sjálvsagda rætt, sum føroyskt eigur í føroyskum skúla. Tað er skeivt at siga, at danir noktaðu – størsti trupulleikin var, at Sambandsflokkurin hevði buktina og báðar endarnar á Føroya Løgtingi ta mestu
til myrkurs. Av tí at valstríðið er bert knappar tríggjar vikur drúgt, telur hvør tími í valstríðnum fyri tey uppstillaðu. Høvuðsspurningurin til danska valstríðið er enn einaferð útlendingamálið, har [...] heilsuøkið er tað serliga krabbameinsviðgerðin, sum verður umrødd í valstríðnum. Hvussu sær so politiska landakortið út! Eingin av vongunum tykist fáa meiriluta. Leikluturin hjá Dansk Folkeparti er nógv kølnaður [...] stjórn og fáa munandi ávirkan. Hann útilokaði tó ikki samstarv til vinstru. Hvussu er so stætt her heima undan valinum! Enn er valstríðið ikki byrjað. Løgið nokk, so hava hvørki Javnaðarflokkurin ella Fólk
politiskar fyrimunir. Tað er langt úti og vónandi kunnu fólk sjálvi gjøgnumskoða, hvat hetta er fyri eitt spæl, sum hevur til endamáls at tekkjast nøkrum fáum. Spurningurin til Fólkaflokkin er sera einkul: Heldur [...] hetta er grundað á nakrar ógreiðar útmeldingar frá Landstýrismanninum í fiskivinnumálum, so visti eg ikki um eg skuldi gráta ella flenna. Tá vit tosað um verðandi lóg um vinnuligan fiskiskap, so er skipanin [...] skipanin tann, at hon er rullandi í 10 ár í senn t.v.s at hvørt ár verða loyvini endurnýggja, eingin broyting yvirhøvur. Tað sum ein breiður meiriluti á tingi ynskir, er at fáa staðfest í lógini um vinnuligan
á. Har er einki broytt. Men hví vilja føroyskir politikarar so fegnir hitta Fogh og ikki Nyrup? Samstarvsvilji heldur enn orð Hetta vísir enn einaferð, at tá talan er um ríkisfelagsskapin, so er spurningurin [...] hvussu væl vígslubrævið er orðað, um ikki samstarvsvilji er ímillum hjúnini. Í fýra ár hevur landsstýrið nýtt alla orku til at lýsa fyri Føroya fólki, hvussu tvørligt tað er at vera í ríkisfelagsskapi [...] styvlarnar, fyri at klára at fylgja við gongdini. Nýskipanaruppskot Sambandsfloksins er gongda leiðin Sambandsflokkurin gjørdi í 1999 eitt uppskot um nýskipan av viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark
in. Tað er fiskireiðskapurin, sum er ein fyritreyt fyri, at manningin kann fáa hýru, og at skipið kann gjalda sínar útreiðslur. Á sama hátt er tað við undirsjóvartunlinum. Fiskireiðskapurin er parkeringsøkið [...] sigur onkur. Tað, at einki parkeringsøki er, tað er ikki nakar trupulleiki fyri okkum í Vágum. Vit fáa altíð onkran, sum vit kenna, at koyra okkum á flogvøllin. Hetta er ein trupulleiki, sum tey, sum búgva [...] ein fyrispurning um parkeringsøkið á flogvøllinum hevur Bjarni Djurholm svarað, at eingin peningur er avsettur til endamálið á fíggjarlógini. Landsstýrismaðurin hevði ikki gjørt sær nakrar tankar um henda
ikki á hesum øki er politiski myndugleiki her á landi tilvitandi um ta neyðarsligu støðuna! Á hesum stað er fleiri ferðir víst á, at vit hava ongan veruligan íbúðapolitikk. Somuleiðis er víst á, at vit kunnu [...] kollegium. Tey eru tí offur fyri tí íbúðaspekulatión, sum er galdandi á privata íbúðamarknaðinum! Bara Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin atkvøddu fyri uppskotinum til samtyktar hjá Heðini Mortensen [...] ans og er ikki tilvitað um hetta álvarsmál! Øll mugu og skulu hava rætt til ein bústað, sum tey hava ráð og møguleikar at búgva í. Tað má og skal verða ein rættur í vælferðarsamfelagnum, men tað er tað ikki