Heimsins vánaligasta umbering

Kaj Leo Johannesen, Sambandsflokkurin

So havi eg upplivað tað við, innan vinnulívið í Føroyum. Trúði ikki mínum egnu oyrum, tá eg tendraði útvarpslurtið í morgun, har boðað varð frá, at stóra verkætlanin hjá JFK fer fyri bakka. Ein av teim tungu grundgevingum ella umberingunum var, at útmeldingarnar frá landstýrismanninum í fiskivinnumálum høvdu verið ógreiðar í seinastuni. Hetta varð sagt, sjálvt um eingin lóg er broytt yvirhøvur og eingin lóg kemur at broyta tær treytir sum reiðaríið hjá Nærabergi longu hevur fingið frá Fiskimálaráðnum.
Tá eg so hoyrdi víðari, at trolarin skuldi umbyggast fyri 100 tals mill krónir fyri at fiska kryll í Íshavinum, og alt hetta er grundað á nakrar ógreiðar útmeldingar frá Landstýrismanninum í fiskivinnumálum, so visti eg ikki um eg skuldi gráta ella flenna. Tá vit tosað um verðandi lóg um vinnuligan fiskiskap, so er skipanin tann, at hon er rullandi í 10 ár í senn t.v.s at hvørt ár verða loyvini endurnýggja, eingin broyting yvirhøvur.
Tað sum ein breiður meiriluti á tingi ynskir, er at fáa staðfest í lógini um vinnuligan fiskiskap, at eingin føroyingur skal kunna eiga havsins ríkidømi runt Føroyar í allar ævir. Tí hevur tosað verði um at seta ein dato fram til 2018 og síðani eventuelt endurnýggja í fimm ár framyvir, tað vil siga at karmar verða fastlagdir fram til 2023, so verandi aktørar hava tryggar karmar at virka undir.
Til Hanus Hansen vil eg siga, at tað hevði verið uppá sítt pláss at komi við eini rætting sum segði, at grundin til at skipið leitar aðrar vegir, er, at hendan verkætlanin hongur ikki saman, sjálvt um treytirnar frá tí almenn hava verði munandi betri enn aðrastaðni, og tí roynir man ein nýggja verkætlan.
Síðani tekur fyrrverðandi landstýrismaður í fiskivinnumálum bóltin upp og brúkar lagnuna hjá 200 menniskjum umborð á Nærabergi til at vinna sær politiskar fyrimunir. Tað er langt úti og vónandi kunnu fólk sjálvi gjøgnumskoða, hvat hetta er fyri eitt spæl, sum hevur til endamáls at tekkjast nøkrum fáum.
Spurningurin til Fólkaflokkin er sera einkul: Heldur Jørgen Niclassen og Fólkaflokkurin, at tey loyvi sum eru givin, eru ogn hjá nøkrum fáum í allar ævir, ella heldur flokkurin ikki at tað er rímilgt at staðfesta ognarættin yvir okkara sokallaða ríkidømi, soleiðis at vit ikki innan stutta tíð hava spælt okkum av við hesi rættindi fyri altíð? Hvat høvdu føroyingar sagt um eventuelt oljuríkidømi hevði verði givið nøkrum fáum fyri allar ævir?