Samstundis sum løgtingsmaðurin Hans Pauli Strøm skírir Løgtingið fyri at vera eina stempulklokku, kemur undan kavi, at fólk í útbúgving eru gloymd, nú Løgtingið samtykti lógina um barnsburðargrunn. Henda lógin heimilar øllum úti- og heimaarbeiðandi løn í sambandi við barnsburð.
Um tað veruliga er so, at tey ungu í útbúgving, lesandi og onnur, ikki koma undir lógina, má hon broytast, so tey ikki eru fyri inntøkumissi, tá tey fáa børn í lestrar- ella útbúgvingartíðini. Og lóg og reglur mugu ikki vera aftan fyri lógir og møguleikar í grannalondum okkara!
Vit kunnu ikki samstundis eggja fólki til at fáa sær útbúgvingar, tí hetta er tvingandi neyðugt í okkara nútímans samfelag, og síðani sleppa teimum upp á fjall á hesum øki eisini, tá tey seta børn her í verðina. Tá sagt verður á hesum øki eisini, verður hugsað um íbúðar- og bústaðarstøðurnar!
Meginfelagið hjá teimum í útbúgving vísir nevnliga eisini á, umstøðurnar hjá teimum ungu at fáa sær eina íbúð ella eitt kamar at búgva í, eru út av lagi vánaligar, og tí búgva tey ungu ofta heima hjá foreldrum í útbúgvingartíðini. Heldur ikki á hesum øki er politiski myndugleiki her á landi tilvitandi um ta neyðarsligu støðuna!
Á hesum stað er fleiri ferðir víst á, at vit hava ongan veruligan íbúðapolitikk. Somuleiðis er víst á, at vit kunnu ikki eggja ungum at fáa sær eina útbúgving, samstundis sum vit ikki útvega teimum kømur ella íbúðir ? t.d. á kollegium. Tey eru tí offur fyri tí íbúðaspekulatión, sum er galdandi á privata íbúðamarknaðinum!
Bara Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin atkvøddu fyri uppskotinum til samtyktar hjá Heðini Mortensen um ein alternativan íbúðapolitikk. Grundgevingin fyri ikki at atkvøða fyri var, at uppskotið varð ikki nóg neyvt. Men viðgerðin sýndi, at samgongan hevur ikki ans og er ikki tilvitað um hetta álvarsmál!
Øll mugu og skulu hava rætt til ein bústað, sum tey hava ráð og møguleikar at búgva í. Tað má og skal verða ein rættur í vælferðarsamfelagnum, men tað er tað ikki í dag! Vit hava t.d. ikki lóggávu um møguleikar at byggja kollegiu ella lærlingaheim, og okkum vitandi er bara ein kollegiubygningur í landinum!
Heldur ikki hava vit hóskiliga lóg um íbúðabygging, sum áleggur landi og kommunum at vera við í íbúðabygging, tá tað snýr seg um íbúðir til leigu ella til fólk við serligum tørvi. Hetta er eitt øki, sum politikkarar okkara mugu taka upp og seta pening av til nú ætlanir til nýggja fíggjarlóg skulu búnast!