g millum stórveldini. Nú vóna vit, at allir flokkar standa saman um at sláa nevan í borðið og boða frá: Vit finna okkum als ikki í hesi framferð. Í Føroyum býr fólk. Tað eru vit, sum búgva og virka í Føroyum [...] So fingu vit – Føroya fólk – boð um umvegis fjølmiðlarnar at Danmark skal seta ein hernaðarradara upp á Sornfelli. Vit verða brúkt sum finnur í einum hernaðarpolitiskum talvi hjá dønum og øðrum tjóðum [...] vald úr Føroyum, sum vita meira um hesa avgerð hjá donsku stjórnini enn okkara fólkavalda ting. Tey eru partar av donskum flokkum, sum hava tikið avgerðina, og tað hevur ikki hvøtt úr teimum. Og Føroya
Føroyum hava vit í minni og størri mun valt at listprýða almennar bygningar. Sjálv var eg sum landsstýriskvinna partur av fleiri slíkum verkætlanum, og tað er at fegnast um, at vit soleiðis eru við til at [...] skulu listafólkini samsýnast fyri útint arbeiði. Somuleiðis síggja vit ofta skrivstovur og vinnuhøli, har list og designaramøblar eru partur av inrættingini. Tað prýðir um, og tað er væl eingin, sum ivast [...] politikkarar vilja avtaka. Og kanska serliga ironiskt, at hendan útsøgnin kemur júst í hesum døgum, nú vit fegnast um nýggja og stásiliga musikkskúlan, sum skal vera karmur um fyrimyndarligu føroysku mus
bíðilistum? Tað mest ótrúliga er, at allir upplýsingar niður í minstu smálutir eru til staðar í heilsuverkinum! Síðan vit í 2008-09 fingu ta slóðbrótandi Talgildu HeilsuSkipanina er hvørt nikk og prikk [...] Verulig viðgerðartrygd krevur eina kostnaðarmikla uppraðfesting. Tað vita vit frá okkara bestu fakfólkum á økinum. Hava vit ráð til tað? Ja, á tvinnanda hátt. Lutvíst við einum parti av tí stóra avlopi [...] Tað eru tvær fyritreytir fyri viðgerðartrygd (VT) í heilsuverkinum. Tað er meiningsleyst at tosa um VT uttan at tann mest elementera vitanin er til staðar, tøk og dagførd: hvussu nógvir sjúklingar standa
SEV, Føroya Tele og fyri privatkundar. - Vit arbeiða í løtuni fyri SEV á bryggjuni á Tvøroyri, og vit arbeiða eisini aðrastaðni á Tvøroyri fyri el-veitaran. Vit gjørdu eisini arbeiðsvegin í Hvalba til nýggja [...] útlitini frameftir eru góð. BKE hevur eisini ein sáttmála við IRF um tyrvingararbeiði. - Jú, eg haldi, at tað sær bara væl út. Vit hava væl at gera fyri framman, og tað er meira bevíst, at vit bara hava hildið [...] tað skal. Magnus Kristensen sigur, at um maskinan eitt nú meldar ein elektroniskan feil, so sær umboðsmaðurin, hvat er galið. Í fyritøkuni BKE eru teir sera væl nøgdir við Hidromek-maskinuna. Tað hevur
sum nú er til hoyringar um økiskvotur á uppsjóvarfiski. - Eg haldi, at ætlaða skipanin við økiskvotum passar væl inn í myndina hjá okkum her í Vestmanna. Vit hava virkið og arbeiðsfólkið, og vit hava [...] Tað eru Eyðun Olsen og Bárður Poulsen, sum standa fyri dagligu leiðsluni av Vestmanna Seafood. Báðir eru teir vestmenningar og uppvaksnir í Vestmanna. Fyrrnevndi er stjóri og royndur í leikum innan fi [...] hava neyðugu loyvini og royndirnar. Vit hava eisini prógvað, at meira kann fáast burtur úr tilfeinginum við at einkultfrysta og selja makrel sum catering, og her hava vit marknaðin. Eyðun Olsen vísir á, at
í orðum, nú landsstýrið hevur almannakunngjørt semjuna í samgonguni um eina nýggja fiskivinnuskipan. Hann viðgongur, at hann hevur ikki sæð fráboðanina frá landsstýrinum, men aðaltættirnir eru enn teir [...] teir somu, og teir eru, at vit skulu frá eini fiskidagaskipan og til eina kvotuskipan, og at fiskirættindi skulu seljast á uppboði. Og tað er nóg mikið til at hann líka hart ímóti uppskotinum í dag, sum hann [...] ógvuliga blandaður, tí ein dag er toskur at fáa og dagin eftir er bert hýsa at fáa og tí eru kvotur óbrúkiligar her. – Vit hava roynt at forklára teimum tað, men tey skilja tað ikki, sigur formaðurin í Fisk
fólkini í Tréguier eru fegin um, at hava so forkunnugu vitjan, sæst eisini á øllum brøgdum. – Tey fegnast sjálvsagt eisini um, at dysturin verður spældur skamt frá teirra býi, og tað eru vit – uttan at tað [...] hósdagin. – Hesa virðing vilja vit sjálvandi vísa honum, sigur Høgni í Stórustovu, sum umframt fleiri nevndarlimir, eisini hevði nakrar leikarar aftrat sær. – Eitt er, at vit koma á vitjan, men tað er jú [...] var stórt, men vitjanin úr Føroyum er størri. – Tá eg prátaði við borgarstjóran segði hann mær, at nú eitt landslið vitjaði, so var tað upp aftur størri, sigur Høgni í Stórustovu, forseti í Fótbólssambandi
vind, turbulens, sýni og regularitet. Og arbeiðið er nú komið so langt, at í seinasta lagi um tvær vikur fáa vit greiði á, hvussu floglíkindini eru á Glyvursnesi og í Søltuvík aftur ímóti í Vágum, sigur [...] áðrenn vit vita, hvar ein framtíðarflogvøllur liggur best. Vit spurdu Oyvind Brimnes um hann heldur at tað er samfelagsliga rætt, at politiski myndugleikin tekur eina so stóra avgerð, tá ið vit um bara [...] Tinginum. Í fleiri ár eru veðurmátingar gjørdar á Glyvursnesi og í Søltuvík fyri at kanna floglíkindini á hesum støðunum. Hendan seinasta tíðin er brúkt upp á at greina upplýsingarnir, sum eru fingnir til útvega
útvarpsmaðurin, Tórður Mikkelsen. - Vit fingu sonin Hanus í jólagávu fyri 37 árum síðan, og tí hevur føðingardagur verið hildin fyrrapart jólaaftan. Seinnapartin eru vit altíð til jólahald í Kringvarpinum [...] fara í kirkju, men nú er ikki vanlig kirkjugongd jólaaftan orsakað av koronu-støðuni. Jóladøgurðin, sum er dunna, verður etin, og síðan verða pakkarnir pakkaðir upp. - Í ár verða vit fýra ættarlið saman [...] - Fyri nøkrum árum síðan hildu vit jól á Kuba, og tað var áhugavert. Annars verða jólini altíð hildin heima, og jólaaftan hjá okkum hevur ligið í fastari legu í mong ár. Tað sigur kendi og fólkakæri ú
samfelag okkara er ment og at flest mál eru yvirtikin. Vit hava sum flokkur prógvað, at vit raðfesta samstarv og mennandi politiskt arbeiði við aðrar flokkar høgt. Vit vita, at uttan samstarv og álit millum [...] í flestu skipanum møta vit forðingum og trupulleikum. Tað er ótrúliga torført at seta búgv undir egið borð hjá støkum ella hjá fólkið sum heild, tí bústaðarmøguleikarnir enn eru sera siðbundnir. Og soleiðis [...] verður einki land bygt. Eitt samfelag við umleið 50.000 fólkum burdi verið ein dreymur at umsita. Tó eru tað alt ov nógvir samfelagsbólkar, ið hava tað torført í vanliga føroyska gerandisdegnum. Tað er ótrúliga