Flogvøllurin samtykkjast í dag

Kanning um framtíðarflogvøll verður klár um tvær vikur, men í dag fer løgtingið helst at samtykkja stóra útbygging í Vágum. Oyvindur Brimnes, stjóri á Landsverki, vil ikki siga, um tað er eitt gott hugskot. Í seinasta lagi um tvær vikur fáa vit greið tøl á borðið, sum vísa, hvar í Føroyum tað er best at leggja ein framtíðar flogvøll.

Oyvindur Brimnes, stjóri á Landsverki sigur, at seinni í hesum mánaðinum er úrslitið nevniliga klárt av eini stórari kanning sum hevur til endamáls at vita, hvar í Føroyum, tað er best at leggja ein flogvøll.

Men hetta verður júst tvær vikur ov seint, tí í dag skal endalig støða takast um útbygging av flogvøllinum í Vágum, tá uppskotið kemur til triðju viðgerð í Tinginum.

Í fleiri ár eru veðurmátingar gjørdar á Glyvursnesi og í Søltuvík fyri at kanna floglíkindini á hesum støðunum.

Hendan seinasta tíðin er brúkt upp á at greina upplýsingarnir, sum eru fingnir til útvega í hesum mátingunum.

- Endamálið við kanningini er at vita, hvar ein flogvøll liggur best, tá ið hugsað verður vind, turbulens, sýni og regularitet.

Og arbeiðið er nú komið so langt, at í seinasta lagi um tvær vikur fáa vit greiði á, hvussu floglíkindini eru á Glyvursnesi og í Søltuvík aftur ímóti í Vágum, sigur stjórin á landsverki.

Einstakir politikarar hava annars fýlst á, at Løgtingið tekur endaliga avgerð um at byggja flogvøllin í Vágum út fyri fleiri hundrað milliónir, áðrenn vit vita, hvar ein framtíðarflogvøllur liggur best.

Vit spurdu Oyvind Brimnes um hann heldur at tað er samfelagsliga rætt, at politiski myndugleikin tekur eina so stóra avgerð, tá ið vit um bara tvær vikur fáa at vita, hvar tað er best at gera íløgur í ein framtíðar flogvøll.

Men tað vil hann ikki svara upp á, tí hann sigur, at tað er ein politiskur spurningur.