Jólaheilsan úr Hvalba

Eg fari at nýta høvi til at ynskja øllum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár

Somuleiðis fari eg at takka øllum tykkum 97 runt landið, sum valdu meg til fólkatingsvalið.

 

Løgtingsval er fyri framman, og havi eg játtað at vera ein av valevnum javnaðarfloksins,

tí eg haldi, at tað hevur týdning, at menn og kvinnur standa samam um samfelagsligar avgerðir.

 

Valstríðið í dag er sera persónligt, peningakrevjandi og hart. Tað verður tí spennandi at síggja 19.januar, hvussu veljarin til hetta valið velur at seta sína atkvøðu.

 

Søguliga sæð - so er tað við Javnaðarflokkinum í Tinganesi, at samfelag okkara er ment og at flest mál eru yvirtikin. Vit hava sum flokkur prógvað, at vit raðfesta samstarv og mennandi politiskt arbeiði við aðrar flokkar høgt. Vit vita, at uttan samstarv og álit millum samgongufólk – verður einki land bygt.

 

Eitt samfelag við umleið 50.000 fólkum burdi verið ein dreymur at umsita.

 

Tó eru tað alt ov nógvir samfelagsbólkar, ið hava tað torført í vanliga føroyska gerandisdegnum.

 

Tað er ótrúliga tungt og óvirðiligt at gerast sjúk/ur, óarbeiðsførur, førleikaskerdur og gamal, tí í flestu skipanum møta vit forðingum og trupulleikum.

 

Tað er ótrúliga torført at seta búgv undir egið borð hjá støkum ella hjá fólkið sum heild, tí bústaðarmøguleikarnir enn eru sera siðbundnir.

 

Og soleiðis kundi eg hildið áfram.....

 

Eg bjóði meg fram, tí eg vil arbeiða fyri, at vit fáa einar frælsari, javnaðari og samhaldsfastari Føroyar.

 

Mítt ynski er, at øll samfelagsmenning okkara fer fram á ein slíkan hátt, at menniskjanslig, umhvørvislig og búskaparlig atlit verða tikin.

 

Nú Føroyar er eitt valdømi, síggi eg tað sum eina stóra ábyrgd at arbeiða fyri: At øll menniskju skulu við, og øll øki í landinum skulu síggjast sum nattúrligur og týdningarmikil partur av Føroyum.

 

Í síðasta enda snýr politikkur seg um at vilja skapa nakað gott fyri so nógv sum gjørligt.

Gott nýggjár øll somul.