Hetta luktar langan veg

Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum, er ikki blíðkaður, nú semjan um eina nýggja fiskivinnuskipan, er almannakunngjørt

– Hetta luktar langan veg av, at ætlanin er at avreiða okkara fiskiríkidømið til stórkapitalin.

 

Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum, er ikki mildur í orðum, nú landsstýrið hevur almannakunngjørt semjuna í samgonguni um eina nýggja fiskivinnuskipan.

 

Hann viðgongur, at hann hevur ikki sæð fráboðanina frá landsstýrinum, men aðaltættirnir eru enn teir somu, og teir eru, at vit skulu frá eini fiskidagaskipan og til eina kvotuskipan, og at fiskirættindi skulu seljast á uppboði.

 

Og tað er nóg mikið til at hann líka hart ímóti uppskotinum í dag, sum hann altíð hevur verið.

 

At selja fiskirættindi á uppboði, er at avreiða okkum til stórkapitalin, tí tað vera tey ríkastu, sum keypa, sigur hann.

 

– Og at leggja fiskiskapin um til kvotur, kunnu bara fólk, sum ikki hava ánilsi av, hvat tey hava við at gera, finna upp á, leggur hann afturat.

 

Hann sigur, at fiskiskapur undir Føroyum er sermerktur við tað, at hann er ógvuliga blandaður, tí ein dag er toskur at fáa og dagin eftir er bert hýsa at fáa og tí eru kvotur óbrúkiligar her.

 

– Vit hava roynt at forklára teimum tað, men tey skilja tað ikki, sigur formaðurin í Fiskimannafelagnum.

 

At leggja um til kvotur, kann so einki hava við stovnsrøkt at gera, tí samstundis skal alt førast til lands, eisini tað, sum kvota ikki er fyri.

 

Hinvegin heldur hann, at tað er ómøguligt at siga nakað um teir ítøkiligu partarnir í ætlanini, tí tað veldst alt um, hvussu kunngerðirnar verða orðaðar.

 

Men tann stóra vanlukkan er, at vit leggja um til eina kvotuskipan, og at fiskirættindi skulu seljast á uppboði og tað kunnu vit ikki góðtaka, sigur Jan Højgaard.

 

Hann hevur áður róð framundir, at Fiskimannafelagið fer at seta tiltøk í verk ímóti landsstýrinum, og tað stendur við, sigur hann.

 

– Tað er ein møguleiki, vit framvegis fara at umhugsa, leggur hann afturat.