fíggjarlógin fyri 2008 var til viðgerðar í Løgtinginum gjørdi Løgtingið av at játta pening til farleiðina um Skopunarfjørð, soleiðis at tvey skip kunnu røkja leiðina í tríggjar mánaðir. Hetta var ætlað sum ein [...] ein royndarverkætlan. Strandferðslan hevur mett, at tað helst ikki er grundarlag fyri tveimum skipum, men ásannar, at tað er neyðugt at bøta um farleiðina til Sandoynna. Tí mælti Strandferðslan til at skilja [...] fleiri túrar og sostatt eitt samanumtikið betri samband við Streymoynna. Ætlanin var at fremja hesa broyting longu nú í heyst. Tað hevur kortini víst seg at vera formligar forðingar fyri, at hetta kann setast
tiltøk eru antin í Klaksvík ella aðrastaðni, er tað púra vanligt, at bilkaos er við ferjualeguna í Klaksvík. Til Summarfestivalin var eisini so, men talan var tó ongantíð um rættiligt kaos, tí tveir vaktarmenn [...] bilar vóru settir rætt í kø. Tað hevur verið trupult hjá manningini á Dúgvuni at halda skil á ferðsluni, tá nógvir bilar eru, tí teir hava jú sína uppgávu umborð at røkja. So tað mundi vera ein lætti fyri [...] teir, at fólk gekk á kaiini og hevði eyguni eftir, at onki skeivt fór fram, og at ongin var noyddur at bíða, longri enn ein átti. Annars vegleiddu vaktarmenninir teimum ferðandi, ið høvdu fyrispurningar
. Mánakvøld hevur tað mesta av vetrinum verið opið hús, t.v.s. at skylda var ikki at møta. Kappingarárið endaði leygardagin 4. mai við árligu kappingini Bella Cup, og um kvøldið var veitsla fyri limum [...] í vetur. Í Bella Cup sleppur eingin at spæla við sínum fasta makkara. Tað var drigið um, hvørji skuldu vera makkarar,og úrslitið var ein stuttlig kapping ein hugnaligan seinnapart. Úrslitini í teimum størru [...] við fleiri styttri og longri kappingum, sum allar spældu væl av. Klaksvíkar Bridgefelag er ikki nakað stórt felag og hevur sama trupulleika sum fleiri onnur bridgefeløg í landinum. Tað gongur ikki nóg væl
rendi upp í reyvina á bilinum frammanfyri – sum so aftur var reyk upp í reyvina á bilinum, sum var framman fyri hann. Løgreglan sigur, at eitt fólk var í hvørjum bili og tey vóru øll sloppin úr bilunum við [...] ikki, hví óhappini hendu. Men í báðum førum var ferðslan tarnað rættiliga illa í eina løtu. Og eina lítla løtu seinni, klokkan gott 17, var eitt ferðslóhapp inni í garðinum rundan um SMS í Havn, har ein bilførari [...] á ein góðan tíma at boða frá ferðsluóhappi. Tað fyrsta óhappið hendi á landsvegnum í Kambsdali beint áðrenn klokkan 16 í gjár, har harmonikasamanstoytur var og har tríggir bilar fingu skaða. Óhappið hendi
donsku loysnirnar, ið kroystar vórðu niðuryvir skipanina. Men tað er ein longri søga. Sum borgarstjóri í 80'unum var Poul í essinum. Tað var hesi árini, at tær stóru avgerðirnar vórðu tiknar og allar tær [...] ára gamal gjørdist hann føroyskur meistari í borðtennis, tað var í 1961. Í 1964 bleiv hann bæði meistari í borðtennis og badminton, og tað var hann í eini 10 ár, umframt at hann vann eina rúgvu av mei [...] double, blandaðum og liðum. Hann var á fyrsta liði hjá HB í trýssunum og í byrjanini av sjeytiárunum. Hann var tvær ferðir meistari, við dreingjaliðnum og 1. liði og var á tveimum landsliðum - í badminton
30 eru sambært innanríkisráðnum deyð í álopinum, og 45 eru særd. Tað var eitt sjálvmorðsbumbufólk, sum sprongdi seg sjálvt í luftina inni í moskuni hjá shiamuslimum, sum vóru møttir til bøn. Í morgun hevur [...] eftir at ein bumba sprongdist í eini mosku í Kabul. Eitt bumbuálop var í gjár framt ímóti eini mosku í afganska høvuðsstaðnum, Kabul. Tað váttar ein talsmaður fyri innanríkisráðið sambært tíðindastovuni [...] Islamskur Statur, sum er ein víðgongd sunnimuslimsk rørsla, átikið sær ábyrgdina sambært AFP. Álopsfólkið var sambært heryvirmanninum Alimast Momand til gongu og gekk inn í moskuna, sigur hann við AP. Moskan eitur
vápnaður maður hevði verið inni í kirkjuni. Tað sigur matstovustjórin við útvarpsrásina, Franceinfo. Sambært stjóranum doyði Simone Barreto Silva umleið hálvan annan tíma eftir, at hon var komin inn á matstovuna [...] trý børn, og áðrenn hon doyði av fleiri stungum, fekk hon borið eini týdningarmikil boð. - Hon var øll tað bera blóð, tá hon kom tvørtur um vegin. Beiggi mín og ein annar starvsfelagi hjálptu henni innar [...] ára gamla, Simone Barreto Silva, sum doyði í yvirgangsálopinum í Notre-Dame kirkjuni í Nice í gjár, var upprunaliga úr Brasilia, men hon hevði búð í Fraklandi seinastu 30 árini. Hon gjørdist ein av trimum
#Rættað klokkan 23.00 - tað var ikki Miðvágur, sum áður nevnd, sum var serliga hart raktur, men Vágarnar sum heild. Løgreglan sigur nú seinnapartin, at seinasta tíman eru færri og færri fráboðanir komnar [...] komnar um vindskaðar kring landi. Men tað er eyðsýnt, at ódnin hevur rakt partar av landinum sera ymiskt. Tí meðan Norðragøta hevur boðað frá heili 39 vindskaðum, og Vágar heili 46, er bara ein komin úr [...] skaða, tá ið leysir lutir fóru fúkandi gjøgnum gøtuna. Skaðarnir vóru til dømis alt frá, at ein tekja var sogin av einum neysti, til at vindeygu, hurðar og alt møguligt annað er farið í dag. Nú seint seinnapartin
Rogvi@sosialurin.fo Svend Auken datt um, meðan hann var inni í húsinum í Vejby. Stutt eftir varð lækni boðsendur, sum beinanvegin ringdi eftir sjúkrabili. Tað skrivaði Ekstra Bladet í gjár. Sambært upplýsingum [...] Auken, David Auken, váttar fyri bt.dk, at pápi hansara er innlagdur. David Auken visti tó ikki, um tað var álvarsligt, men sló fast, at innleggingin einki hevði við krabbasjúkuna at gera. Svend Auken er kendur [...] hevði leikstjórnað einum filmi um Grønland til norðurlendska filmsfestivalin í Norðulandahúsinum, sum var tá. Svend Auken er fyrrverandi formaður í danska Javnaðarflokkinum, hevur eisini verið bæði arbeiðis-
frukt. Hann greiddi frá, at teir vóru komnir inn við maskinbreki seinasta sunnudag. Tað var ein blásari til motorin, sum var gingin fyri. Menn frá MEST vóru komnir upp til Íslands at umvæla brekið, men seinasti [...] fólk er allastaðni. Mitt meðan eg standi í bíðirøð inni í Landsbankinn at sleppa fram at at veksla nakrar krónur, renni eg meg inn í Óla Breckmann. Hann var bara komin válandi inn á veg oman á keiina, tí hann [...] fyri skipinum, sum skjýtur seismikk og syrgja fyri, at skip ikki liggja í vegin. Í hesum førinum er tað eyðvitað ikki skip, men ísi, vit mugu ansa eftir, sigur Henrik Old. Lesið meiri í Sosialinum í morgin