Ikki grundarlag fyri tveimum skipum um Skopunarfjørð

Tí ætlaði Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna, at Teistin einsamallur skuldi røkja Sandoyarsiglingina, meðan annað far skuldi røkja Hestsiglingina. Men formligir trupulleikar elvdu til, at hetta ikki ber til, tí halda Teistin og Ternan fyribils fram at sigla

Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna, hevur sum kunnugt ábyrgdina av Strandferðsluni, og at gott ferðasamband er millum oyggjarnar.

Tá ið fíggjarlógin fyri 2008 var til viðgerðar í Løgtinginum gjørdi Løgtingið av at játta pening til farleiðina um Skopunarfjørð, soleiðis at tvey skip kunnu røkja leiðina í tríggjar mánaðir. Hetta var ætlað sum ein royndarverkætlan.

Strandferðslan hevur mett, at tað helst ikki er grundarlag fyri tveimum skipum, men ásannar, at tað er neyðugt at bøta um farleiðina til Sandoynna. Tí mælti Strandferðslan til at skilja Hestleiðina burturúr, til tess at Teistin kundi røkja Sandoynna burturav. Á tann hátt kunnu eisini tey, ið ferðast aftur og fram í Hestoynna fáa fleiri túrar og sostatt eitt samanumtikið betri samband við Streymoynna.

Ætlanin var at fremja hesa broyting longu nú í heyst.

Tað hevur kortini víst seg at vera formligar forðingar fyri, at hetta kann setast í verk við so stuttum skotbrá. Neyðugt er at gera eina lógarbroyting fyrst, sum gevur Strandferðsluni heimild til at bjóða farleiðina til Hestoynna út eftir neyvum ásettum treytum, sum tryggja, at sambandið er gott, trygt og regluligt.

Ásannandi at hetta tekur longri tíð enn upprunaliga mett, verður Ternan sett inn aftur at røkja Sandoyarleiðina, soleiðis sum Løgtingið hevur samtykt, og Teistin røkir framhaldandi farleiðina í Hestoynna sum vanligt.

Verða broytingar framdar, ið hava til endamáls at bøta um farleiðina til bæði í Hestoynna og til Sandoynna, so verður tað gjørt í sambandi við, at fíggjarlógin fyri 2009 verður samtykt.