Rasmus Effersøe, sum í løtuni hevur Henrik Old sum skipara, liggur í hesum døgum á Reykjavík við maskinbreki Kent fólk er allastaðni.
Mitt meðan eg standi í bíðirøð inni í Landsbankinn at sleppa fram at at veksla nakrar krónur, renni eg meg inn í Óla Breckmann. Hann var bara komin válandi inn á veg oman á keiina, tí hann ætlaði sær umborð á Rasmus Effersøe at heilsa upp á gamla tingvinin, Henrik Old.
So vit gjørdu ferðalag umborð, har Oldurin bjóðaði bæði kaffi og frukt.
Hann greiddi frá, at teir vóru komnir inn við maskinbreki seinasta sunnudag. Tað var ein blásari til motorin, sum var gingin fyri. Menn frá MEST vóru komnir upp til Íslands at umvæla brekið, men seinasti eykaluturin kemur neyvan fyrr enn leygardagin, so Rasmus Effersøe má brynja seg við toli.
Teir sigla heilt uppi við Grønland sum ansingarskip.
- Okkara uppgáva er at sigla framman fyri skipinum, sum skjýtur seismikk og syrgja fyri, at skip ikki liggja í vegin. Í hesum førinum er tað eyðvitað ikki skip, men ísi, vit mugu ansa eftir, sigur Henrik Old.
Lesið meiri í Sosialinum í morgin