Gott bridgeár í Klaksvík

Nú komið er út í mai mánað, hevur Klaksvíkar Bridgefelag lagt stilt fyri summarið, og tað endaði við árligu kappingini

Hetta hevur verið eitt gott ár hjá felagnum við fleiri styttri og longri kappingum, sum allar spældu væl av.
Klaksvíkar Bridgefelag er ikki nakað stórt felag og hevur sama trupulleika sum fleiri onnur bridgefeløg í landinum. Tað gongur ikki nóg væl við at fáa yngri fólk upp í felagið. Fráfall hevur verið í farna ári, men samstundis hendi tað gleðiliga, tá ið seinasta kappingarár byrjaði, at tað komu tríggir nýggir og yngri spælarar, og líkt er til, at tær ikki í bræði fara at kasta kortini frá sær.
Mikukvøldið er fasta spælikvøldið, og tá verður skiftivís spælt parakapping og liðkapping. Hetta árið varð spælt við fýra borð bæði í para- og liðkappingunum. Mánakvøld hevur tað mesta av vetrinum verið opið hús, t.v.s. at skylda var ikki at møta.
Kappingarárið endaði leygardagin 4. mai við árligu kappingini Bella Cup, og um kvøldið var veitsla fyri limum og makum. Tá vóru steyp handað vinnarunum í teimum ymisku kappingunum í vetur.
Í Bella Cup sleppur eingin at spæla við sínum fasta makkara. Tað var drigið um, hvørji skuldu vera makkarar,og úrslitið var ein stuttlig kapping ein hugnaligan seinnapart.
Úrslitini í teimum størru kappingunum vóru hesi:

Bella Cup
1. Marita Krossstein - Jógvan Clementsen
2. Debess Christiansen - Edvin Toftegaard
3. Jórun Højsted - Mogens Højsted

Einstaklingakappingin
1. Karl Isaksen
2. Debess Christiansen
3. Odd Fjallsbak

Parakappingin
1. Jens Jacobsen - Karl Isaksen
2. Marita Krosstein - Jórun Højsted
3. Randi Jacobsen - Álvur Klakk

Liðkappingin
1. Sámal Just Dahl - Steinbjørn Jacobsen, Marita Krosstein - Jórun Højsted
2. Karl Isaksen - Jens Jacobsen, Odd Fjallsbak - Hans E. Fjallsbak
3. Debess Christiansen - Páll Sigmund Sørensen, Jutta Heinesen - Julius Hansen.