nógvum framkomnum skipanum til koyring á vanligum vegi og undir torførum koyriumstøðum Outback er stórur og rúmligur við praktiskari innrætting og góðum beinplássi til tey ferðandi. Koyrieginleikarnir eru [...] u, fartpilot, Bluetooth, 17” alufelgur og elektriskt førarasetur við 10 ymiskum møguleikum til stilling. Nýggi Outback fæst við 2,5 l bensinmotori við 175 hk og 2,0 l dieselmotori við 150 hk. Bilurin vit [...] av at boxermotorurin liggur niðarliga í motorrúminum. Harvið verður tyngdipunktið lægri enn vanligt, og bilurin er sera stúttur at koyra – serliga í svingum. Outback er ein stationcar við somu eginleikum
dunum í Sarpugerði. Máltalvan vísti 1-0, og einasti málskjútti var vongverjin í høgru, Ari Olsen, sum er nýggjur spælari í Víkingi. Í vetur flutti hann av Skála og til Víking, har Eyðun Klakstein er venjari [...] fyrsta málið hjá Ara Olsen, síðani hann flutti til Víking, og tað var vorðið sum mál. Úr 25 metrum sendi hann bóltin eitt sindur úr høgru og heilt upp í handara málkrókin. Eitt upplagt evni til at vera [...] fremstu, og hetta var ein góð roynd, sigur Ari Olsen. Hvat hugsaði tú, tá ið tú fekk møguleikan? Tað gongur so skjótt fyri seg, at stundir eru ikki til nógvar hugsanir. Tað ráddi um at smekka til, og kenslan
Tørvurin á starvsfólki í alivinnuni er nógv øktur seinastu 10 árini, og útlit eru til, at hann fer at vaksa eina tíð afturat, bæði á smoltstøðunum og á sjónum, sigur havbúnaðarfelagið. Tey vísa á, at føroysku [...] eitt alsamt hægri vitanarstøði. – Samstundis herðast krøvini til alivinnuna frá myndugleikum og viðskiftafólkum, og hetta setir eisini krøv til starvsfólkini. Havbúnaðarfelagið vísir á, at tískil verður tørvur [...] Vit eiga at fáa eina yrkisútbúgving í aling í Føroyum. Tað heldur Havbúnaðarfelagið, og tískil heita tey nú á Løgtingið, sum tekur við eftir løgtingsvalið, um at stovna eina útbúgving í aling. Tey siga
um hansara knústa hjarta og sinn, ein søga um at missa seg sjálvan burtur í ruðuleikanum, um rúmdina og Buzz Aldrin, Gjógv og Café Natúr, um svenskan popptónleik úr nítiárunum og um Føroyar meinlíkt einum [...] m Buzz Aldrin, sum var annar maður uppi á mánanum. Eins og Buzz Aldrin vil Mattias vera nummar tvey - hann vil vera ókendur. Mattias er 30 ár og árið er 1999, tá ein vinur hansara bjóðar honum til Føroya [...] tí hvussu finna vit nakra meining við tilveruni, tá alt rapar? Bókin er nú týdd til fleiri enn 10 mál og tað er Agnar Artúvertin, sum hevur týtt til føroyskt. Forlagið Eksil gevur út. Enn er ógreitt, um
næstan 20 ár Starlight er ein av teimum allarbest umtóktu tónleikabólkunum í Føroyum yvirhøvur og í eini 8-10 ár upp ígjøgnum áttatiárini, ferðaðust teir landið runt at spæla til dansk at kalla hvørt vikuskiftið [...] góvust í 1988, eru teir farnir í hvør sína ætt og síðani hevur ongin hoyrt nakað til teir. Men leygarkvøldið trína teir aftur á pallin í VB-húsinum í Vági og tá fara teir aftur at spæla teir góðu gomlu [...] Jacobsen, Kári Lisberg, Sámal Samuelsen og Jákup Hansen. Men í Vági hava teir fingið Bjarna Lisberg at hjálpa sær. - Tað verður spennandi at sleppa á pall aftur og vit mugu av sonnum siga, at vit gleða okkum
verið fyriskipað í mong ár, og í ár er 10. ferðin, at Kyndil vitjar kappingina við nøkrum av sínum ungdómsliðum. Ungdómurin, sum skal umboða Kyndil í kappingini, er úr 12 árum og upp í 18 ár. Aftrat teimum [...] Dronninglund Cup í 1996, og tá var úrslitið eisini rættiliga gott. Millum annað vann Kyndil mansunglingadeildina hetta árið. Mansunglingarnir hjá felagnum ætla at endurtaka bragdið í ár, og í tí sambandinum hava [...] at ætlanin ikki er, at øll tíðin skal brúkast til hondbólt. Tivoli er í Aalborg, og har fer ferðalagið helst at vitja, og somuleiðis er fjarstøðan ikki long til Faarup Sommerland, har møguleiki er fyri
ongum, og skulu vit aftur í 1997 fyri at finna seinasta stórtapi á heimavølli, tá belgiska Racing Genk vann 5-0 á Svangaskarði. Í 2000 var danska AB úr Gladsaxe á vitjan, og tá endaði dysturin 1-0 til AB [...] 0-1 tap, tá Ankaragucu úr Turkalandi var á Tórsvølli, og sama úrslitið var galdandi í 98 og 97, tá so sterk lið sum Beitar Jerusalem úr Ísrael og Dinamo Moskva úr Russlandi vóru í Føroyum. Sostatt hevur [...] B36 hevur klárað seg væl á heimavølli í europeiskum høpi seinastu árini, og skulu vit fylgja hagtølunum, eru útlitini fyri einum heiðurligum úrsliti á Tórsvølli í kvøld til staðar. Hóast úrslitini á útivølli
dystinum. Fyrst mistók Thomas Sørensen seg, soleiðis at Rio Ferdinand kundi skrásetast fyri málið til 1-0, og tá ein ódakkaður Michael Owen nakað seinni slapp at økja, tóktist alt vera avgjørt. Ringi dagurin [...] kundi spæla Emile Heskey leysan, og við trimum málum á muni í steðginum, var alt mest sum avgjørt. Eftir dystin iðraðu danir seg um persónligu mistøkini, sum kostaðu so dýrt, og partvíst var tað eisini rætt [...] sjáldan nakrar veruligar málmøguleikar, og so kann tað sum so vera tað sama, um Ongland seinastu trý korterini einki skapti. Tað høvdu teir ikki fyri neyðini, og ístaðin kundi miðverjan staðfesta, at hon
verður hjá øllum áhugaðum at taka mikrofonina og siga sína hugsan um tey mál, sum upptaka kvinnur í hesum døgum. Annars verður tónleikur og sangur, prát og vanligur caféhugni. Havið grønu sangbók við. [...] felagsskap og spontanitet. Luttakararnir kunna gleða seg til: - Túnatos og álvaratos um ítrótt, fiskarí, Móses, Jesus, vinfólk, ella... - Lívið í natúruni. - Nýggjar vinir. - Sang, bøn og vitnisburð saman [...] Í høllini á Filstedsvejensskole: Týskvøld og hóskvøld hondbóltsvenjing fyri menn og kvinnur. Fríggjakvøld kl. 18-20 innandura fótbóltur. Nærri boð um tiltøk og tíðir á tlf. 98 15 38 78. Føroyahúsið í K
mynda álopsspæl og málmøguleikar, sigur Skála venjarin Eyðun Klakstein. Hann var ikki nøgdur við avrikið hjá sínum monnum í fyrra hálvleiki ímóti B36. -Eftir steðgin vístu vit fínan hugburð og gott spæl. Tað [...] fyrsta bríksli í dag, og so mugu vit mynda størri málmøguleikar, enn vit megnaðu í Gundadali, um vit skulu hugsa um at vinna, sigur Skála venjarin. Allir Skála spælararnir eru tøkir, og tað er stór kapping [...] Í fyrsta umfari vann TB 2-1 á heimavølli ímóti AB. Í fyrsta umfari tapti Skála 1-0 í Gundadali ímóti B36. Í dag fær Skála vitjan av TB. -Fyritreytirnar eiga at vera heilt øðrvísi á heimavølli ímóti TB