Vit eiga at fáa eina yrkisútbúgving í aling í Føroyum.
Tað heldur Havbúnaðarfelagið, og tískil heita tey nú á Løgtingið, sum tekur við eftir løgtingsvalið, um at stovna eina útbúgving í aling.
Tey siga, at verður tað veruleiki, er alivinnan eisini sinnað til at tryggja, at tað vera lærupláss til taks hjá ungfólki, sum vilja útbúgva seg til alara
Havbúnaðarfelagið sigur, at hetta er fyri at tryggja alivinnuni nokk av starvsfólki við verkligari og ástøðiligari vitan um aling
Tey vísa á, at ein slík útbúving er roynd áður, men hon datt niður fyri í kreppuni í alivinnuni beint eftir aldarskiftið.
– Tørvurin á starvsfólki í alivinnuni er nógv øktur seinastu 10 árini, og útlit eru til, at hann fer at vaksa eina tíð afturat, bæði á smoltstøðunum og á sjónum, sigur havbúnaðarfelagið.
Tey vísa á, at føroysku alifeløgini gera stórar íløgur í nýggjar smoltstøðir á landi við tí endamáli at ala størri smolt, og har royndir verða gjørdar við at fara longur út á hav at ala. – Talan er um krevjandi aling, har tað er neyðugt við við vælútbúnum starvsfólki. Men eisini verandi aling krevur eitt alsamt hægri vitanarstøði.
– Samstundis herðast krøvini til alivinnuna frá myndugleikum og viðskiftafólkum, og hetta setir eisini krøv til starvsfólkini.
Havbúnaðarfelagið vísir á, at tískil verður tørvur á fleiri starvsfólkum hesi næstu árini. Men tað verður eisini tørvur á fleiri fólkum tí at stórur partur av verandi alarum nærkast pensiónsaldri. T
– Tørvur verður tískil á fleiri klókum høvdum í alivinnuni, har vitan og praktiskt alaraarbeiði ganga hond í hond, sigur Havbúnaðarfelagið.