Væl útgjørdur luksus stationcar

Nýggjur Subaru Outback er komin á marknaðin. Talan er um ein fýrahjólsdrivnan væl útgjørdan luksus stationcar við nógvum framkomnum skipanum til koyring á vanligum vegi og undir torførum koyriumstøðum

 

Outback er stórur og rúmligur við praktiskari innrætting og góðum beinplássi til tey ferðandi. Koyrieginleikarnir eru merktir av at boxermotorurin liggur niðarliga í motorrúminum. Harvið verður tyngdipunktið lægri enn vanligt, og bilurin er sera stúttur at koyra – serliga í svingum.

 

Outback er ein stationcar við somu eginleikum sum ein off-roadari. Hann hevur framkomnu Symmetrical All Wheel Drive skipanina, sum regulerar deilingina millum hvussu bilurin trekkjur upp á tey ymisku hjólini. Outback hevur eisini framkomnu skipanina Vehicle Dynamics Control, sum alla tíðina syrgir fyri at bilurin hevur optimalt vegfesti undir øllum koyriumstøðum.

 

EyeSight

Sum standard hevur bilurin EyeSight við t.d. fartpilot sum heldur frástøðu til bilin frammanfyri, automatiskt neyðbremsusystem, sum automatiskt bremsar fyri fótgangarum ella øðrum bilum eins og vognbana assistent, sum sigur frá um bilførarin er við at skifta koyribreyt uttan at blinka.

 

Outback er sera væl útgjørdur sum standard. Umframt EyeSight hevur hann t.d. sjey airbag, 2-sonu klimaanlegg, Hill holder, elektroniska parkeringsbremsu, fartpilot, Bluetooth, 17” alufelgur og elektriskt førarasetur við 10 ymiskum møguleikum til stilling.  

 

Nýggi Outback fæst við 2,5 l bensinmotori við 175 hk og 2,0 l dieselmotori við 150 hk. Bilurin vit royndarkoyrdu er ein Outback 2,0 diesel við automatiskum gearum (Lineartronic) og botntrekki upp á 350 Nm.

 

Outback er ein gjøgnumførdur kvalitetsbilur í luksusklassanum frá Subaru, ið eru heimskendir sum bilar uttan sjúkradagar.