Í fyrsta umfari vann TB 2-1 á heimavølli ímóti AB. Í fyrsta umfari tapti Skála 1-0 í Gundadali ímóti B36.
Í dag fær Skála vitjan av TB.
-Fyritreytirnar eiga at vera heilt øðrvísi á heimavølli ímóti TB, enn tær vóru á útivølli ímóti B36. TB venjarin hevur sagt, at hann vil hava sítt lið at vera framrættað og at halda uppá bóltin. TB verður neyvan so framrættað í dag, sum tað var á heimavølli. Tað kann vera vandamikið hjá okkum, tí teir eiga góðar framrættaðar spælarar. Uppgávan hjá okkum er at mynda álopsspæl og málmøguleikar, sigur Skála venjarin Eyðun Klakstein.
Hann var ikki nøgdur við avrikið hjá sínum monnum í fyrra hálvleiki ímóti B36.
-Eftir steðgin vístu vit fínan hugburð og gott spæl. Tað mugu vit fáa fram longu frá fyrsta bríksli í dag, og so mugu vit mynda størri málmøguleikar, enn vit megnaðu í Gundadali, um vit skulu hugsa um at vinna, sigur Skála venjarin.
Allir Skála spælararnir eru tøkir, og tað er stór kapping um plássini á liðnum.
2-1 sigurin ímóti AB hevur av álvara lyft fótbóltslagið á Tvøroyri.
-Vit vóru væl nøgdir við leikliga avrikið í fyrra hálvleiki, men so mistu vit takið í eina løtu. Vit fara á vøllin á Skála fyri at vinna øll stigini, og vit vóna, at tað í hvussu so er fer at eydnast at vinna eitt stig, sigur annar av málskjúttunum síðsta sunnudag Stefan Radosavljevic.
Allir TB spælararnir eru tøkir.