er hampiliga góður í løtuni, eftir sum tað frættist frá. Og prísurin er so góður, sum hann helst ongantíð fyrr hevur verið, sigur Tummas Jacob á Løgmansbø. Han sigur, at prísurin í løtuni liggur umleið [...] hevur roynt undir Føroyum og Íslandi, síðan tað kom til Føroya. Manningin verður tann sama, nú farið verður til Grønlands. Tummas Jaob á Løgmansbø letur hampiliga at gongdini higartil í ár. Tað hevur gingið [...] gingið væl betri, enn í fjør, sigur hann. Westfreezer er frystiskip, sum frystir alla veiðina umborð. Teir hava selt um uppboðssøluna, sigur Tummas Jacob á Løgmansbø. Teir hava ikki gjørt nakra søluavtalu
hvussu góðan sess man hevur í stóra teltinum. Tað er Jan Ketin Smørdal, ið er oddamaður í Sirkus Agora. Hann hevur síðan 1988 staðið við endan, tá Sirkus Agora hevur havt framførslur í Noregi. Hetta er sostatt [...] "Riverdance" Fimm framførslur Klokkan sjey fríggjakvøldið verður fyrsta framsýningin hjá Sirkus Agora í Føroyum. Leygardagin verða framsýningar klokkan trý og seks og sunnudagin verða framførslur sama tíðspunkt [...] sjónleikarar, línudansarar, luftsnillingar og sjonglørar á skránni. Vit eru júst liðug við framførslurnar í Reykjavík, og Morgunblaðið gav sirkusinum sera góða umrøðu, sigur Jan Ketil Smørdal. Eg kann nevna
- og at føroyingar eru kring knøttin allan Vit vita eisini, at blaðið verður lisið í fleiri londum í Ásia, eitt nú í India [...] fyri Sosialinum á Internetinum bara økist, so hvørt sum tað frættist úti í heimi, at Sosialurin er at síggja á internetinum. Í síðstu viku vístu vit, úr hvørjum londum vit kundu spora lesarar blaðsins [...] e-mail sendandi, tá blaðið verður dagført. Sum vera man, er tann størsti bólkurin av lesarunum úr Føroyum, hóast talan bert er um 1/3. Næsti bólkurin er úr Danmark. Á triðja plássi kemur so USA og síðani
prísurin á heimsmarknaðinum var farin niður um støðið, hann var á, tá Russland gjørdi innrás í Ukraina 24. februar í ár. Men sambært føroysku oljufeløgunum, so er tað ikki so einfalt, at prísfallið á heims [...] liturin, og gassolja – húsarhaldsoljan – kostar 11,71 fyri liturin. Bera vit saman við prísstøðið í Føroyum 24. februar, so er prísurin framvegis nógv hægri, enn hann var tá. Og príshækkingarnar síðani 24 [...] hægst síðst í juni var gassoljan 47,9 prosent dýrari, enn hon var 24. februar. Bensinið er tann oljuúrdrátturin, sum er hækkaður minst. Hann er nú 17 prosent hægri, enn hann var 24. februar í ár.
alment í Dagur og Vika leggur eftir einum av okkara limum og rør uppundir, at yvirlæknin ikki tekur ábyrgd og ger sítt arbeiði til lýtar. Tí eitt er púra vist, at sjúklingar við nýrasjúkum í Føroyum eru ein [...] ein av best røktu sjúklingabólkum í føroyska heilsuverkinum, hetta hóast vit bert hava tann eina nýralæknan. Tá sagt verður, at tað skal vera ábyrgdin hjá nýralæknanum á Landssjúkrahúsinum at skipa eitt [...] Sjúkrahúsi, so er tað púra burturvið. Eitt tílíkt framkomið tilboð er ikki bara nakað, ið verður skipað í einari handavend. At tað nú verður settur ein bólkur at lýsa tørvin og koma við einum boði uppá, hvussu
Ajax. Lionsbikarið verður fyriskipað í samstarv millum Hondbóltssambandið og Lions Club í Føroyum. Upphæddin frá dystinum fer sum áður til eitt vælgerandi endamál. Í ár er tað áhugafelagið Hoyr, ið fær [...] Lionsbikarið er startskotið til hondbóltskappingina. Í ár vóru tað føroyameistararnir úr H71 og steypavinnararnir úr Kyndli, ið møttust. Dysturin varð spældur í Hoyvíkhøllini. Á báðum liðum manglaðu lyklaspælarnar
virkar í tilsamans 21 londum kring heimin, sigur Jaspur Langgaard, stjóri í Intra, ið fegnast um avtaluna. – Stórsáttmálin, sum Intra hevur gjørt við CGM, letur dyrnar upp fyri fleiri møguleikum, og í fyrsta [...] við CGM um danska og norska marknaðin, er avtala gjørd um, at Intra hereftir kemur at umboða CGM í Føroyum. [...] Tað skrivar Intra í tíðindaskrivi. CGM, stendur fyri CompuGroup Medical, hevur 9.300 starvsfólk, 1.6 milliónir professionellar brúkarar og ein umsetning upp á yvir 12 milliardir krónur, arbeiðir burturav
Uppskotið til eina stóra vindmyllulund í Klivaløkshaga á Sandi er sera illa umhuxað og vil, um tað verður framt, verða herverk á eina av okkara fínastu perlum í Guðs skapanarverki, økið er einastandandi [...] di við vakurleika og við einum av ríkastu fuglaøkjum í Føroyum sum serfrøðingurin Silas Olofsson vísir á. Rættast er at alt økið var friðað sum ein tjóðarpark. Missurin av Klivaløkshaganum vil verða ómetaliga [...] ómetaliga stórur bæði fyri Sandingar og okkum øll sum vit hoyrdu Jóanness Í Miðstovuni bera fram. Eg heiti á leiðslurnar á Magn og Effo um ikki at bjóða uppá hesa vindmyllulund, tað vil gleða nógvar av
Tað skrivar TV 2. Paul Watson varð varðhaldsfongslaður 21. juli í Grønlandi og er nú í vanda fyri at verða útflýggjaður til Japan, sum hevur havt altjóða handtøkuboð móti honum síðani 2010. Lesið eisini: [...] stovnarunum av Greenpeace, sum seinni koyrdi hann úr felagsskapinum. Hann stovnaði eisini tann í Føroyum so kenda umhvørvisfelagsskapin, Sea Shepherd, sum eisini hevur koyrt hann úr felagsskapinum. Hann [...] Japan hevur biðið um at fáa Paul Watson útflýggjaða Tey, sum hava skrivað undir brævið, eru bæði limir í ES-tinginum og landspolitikarar úr Fraklandi, Finnlandi, Týsklandi, Eysturríki, Hollandi, Belgia, Italia
Prísvøksturin í Føroyum heldur fram, og prísirnir eru hækkaðir 3,0 prosent frá mai í 2023 til mai í 2024. Tað vísir uppgerð hjá Hagstovuni. Matvøruprísirnir hækka framvegis, men við lægri ferð enn teir [...] drykkjuvørur, ið hava havt prísvøkstur seinasta árið. Neytakjøt, matarolja og kaffi eru bíligari nú enn í mai í 2023. Prísvøksturin á mjólk, osti og egg er minni enn eitt prosent.