Tummas Jacob á Løgmansbø, skipari, sigur, at fiskiskapurin eftir svartkalva undir Vesturgrønlandi er hampiliga góður í løtuni, eftir sum tað frættist frá. Og prísurin er so góður, sum hann helst ongantíð fyrr hevur verið, sigur Tummas Jacob á Løgmansbø. Han sigur, at prísurin í løtuni liggur umleið 30 krónur fyri kilog.
Føroyingar hava roynt eftir svartkalva fyrr, men ikki so nógv við línu, sigur skiparin á Westfreezer. Hann sigur tó, at sjálvur kennir hann til fiskiskapin frá Labrador.
Teir eru 16 mans við skipinum, sum hevur roynt undir Føroyum og Íslandi, síðan tað kom til Føroya. Manningin verður tann sama, nú farið verður til Grønlands.
Tummas Jaob á Løgmansbø letur hampiliga at gongdini higartil í ár. Tað hevur gingið væl betri, enn í fjør, sigur hann.
Westfreezer er frystiskip, sum frystir alla veiðina umborð. Teir hava selt um uppboðssøluna, sigur Tummas Jacob á Løgmansbø.
Teir hava ikki gjørt nakra søluavtalu við nakran, nú áðrenn teir fara til Grønlands, sigur skiparin.
Í løtuni er Westfreezer á sleipistøð, har hann verður pussaður upp.










