Sirkus Agora vitjar

Klovnar, línudansarar, sjonglørar og luftsnillingar verða at síggja í sirkusteltinum á Sandvíkarhjalla komandi vikuskifti, tá Sirkus Agora úr Noregi fer at hava fimm framførslur

Hóast Sirkus Agora ikki hevur dýrini við á føroyaferðini, so lovar sirkusstjórin Jan Ketin Smørdal, at føroyingar skulu fáa eitt ríkt upplivilsi.

­ Vit hava eitt nú klovnar, sjónleikarar, línudansarar, luftsnillingar og sjonglørar á skránni. Vit eru júst liðug við framførslurnar í Reykjavík, og Morgunblaðið gav sirkusinum sera góða umrøðu, sigur Jan Ketil Smørdal.

­ Eg kann nevna, at brúðurdóttur Gorbatjov, Liubov Gorbachova, fer at vísa síni kynstur við sonevndum hula-hopp ringum, sigur sirkusstjórin.

Umframt eru argentinarar á skránni, ið dansa eftir trummuslátti. Teir framføra m.a. "Riverdance"


Fimm framførslur

Klokkan sjey fríggjakvøldið verður fyrsta framsýningin hjá Sirkus Agora í Føroyum. Leygardagin verða framsýningar klokkan trý og seks og sunnudagin verða framførslur sama tíðspunkt.

Kostnaðurin er ikki fastlagdur enn, men tað verður eitt stað millum 180 og 250 krónur, alt eftir hvussu góðan sess man hevur í stóra teltinum.

Tað er Jan Ketin Smørdal, ið er oddamaður í Sirkus Agora. Hann hevur síðan 1988 staðið við endan, tá Sirkus Agora hevur havt framførslur í Noregi. Hetta er sostatt tólvta sesongin hjá honum.