høvuðsstaðnum Port-au-Prince og heilsa mannamúgvuni, sum skuldi fagna bæði honum og landsins stóra degi. Men ístaðin er støðan ein heilt onnur. Forsetin er byrgdur inni og illa lýddur. Tey, sum finnast [...] hann undir einaræði. Brotsmenn hava valdið í einum stórum parti av landinum, og minst 50 fólk hava latið lív í samanbrestum og ófriði í gøtunum. Gamla hjálandaveldið Frakland umhugsar at senda hermenn til [...] Jean-Bertrand Aristide hevði frammanundan arbeitt sum katólskur prestur ímillum tann fátæka partin av fólkinum. Hann hevði góðar taligávur og gjørdi nógv burtur úr at lýsa tey vánaligu viðurskiftini hjá teimum
Dánjal og Kári Hansen, vóru eirindaleysir og vístu Janus Einari reyða kortið. Hetta var ein týðandi løta í dystinum, og tað var júst eftir henda tilburð, at StÍF aftur kom á odda í dystinum, og tað eydnaðist [...] ikki víst tað stóra hondbóltsspælið í grundspælinum, og tá ið teir so í fyrsta dystinum í endaspælinum fingu vitjan av Kyndli, sum vann grundspælið og helst eisini higartil í kappingini hevur víst tann besta [...] úrtøku burtur úr dystinum til StÍF. Men ikki gongur altíð sum prestur prædikar. Skerdir kyndilsmenn Talan var um ein serstakliga spennandi og javnan dyst á Skála sunnudagin, hóast sjálvt hondbóltsspælið
fyrireika seg væl og brúkar fleiri dagar um at seta seg inn í tekstin. Í fyrireikingini lesi hann hart fyri sær sjálvum. Honum dámar væl at lesa lestrar eftir John Myllhamar og Jákup Dahl. Og triðja dekninum [...] Soleiðis er skipanin kring oyggjarnar, og soleiðis hevur altíð verið her á landi. Í øðrum londum er støðan tó mangastaðni øðrvísi, tí, tá prestur ikki er til gudstænastuna, verður hon ikki hildin. Her [...] siga, ein lestur sum sigur dekninum nakað, og ein lestur sum vónandi eisini kann geva kirkjufólkinum onkran tanka at taka heim aftur við sær. Millum tær mongu og ymisku lestrabøkurnar, ið ofta verða nýttar
pláss. Og soleiðis hevur tað altíð verið, greiðir hann frá. SEINASTA ØRINDI Í mongum av stóru og smærri kirkjum okkara hevur organisturin skipað so fyri, at føst fólk standa uppi við orglið og syngja fyri [...] tað líkasum at okkurt manglar, sigur Jógvan og brosar. Og hann leggur aftrat: - Eg veit ikki, - eg eri onkursvegna vorðin bundin av hesum at koma í kirkju og hoyra Guds orð. --- GREINARØÐ: KIRKJULÍV Í KUNOY [...] vetrarhálvuni. Men tað eru í roynd og veru væl fleiri fólk í kirkju her, henda 5. sunnudagin eftir Tríeindardag, enn ein kundi væntað. Henda sunnudagin er tað Hanus á Gørðum, prestur sum hevur gudstænastuna, har
Michael Lerche Nielsen sigur, at eftirnøvn sum Jensen og Andersen tá vórðu roknað sum vard nøvn, og tí var ikki hildið rætt, at til dømis nøvn sum Jenssøn og Anderssøn, sum líktust nógv hinum fyrru, skuldu vera [...] eitt nú Jógvan í Danmark. Og enntá er Jógvansnavnið skrásett í danska navnalistanum sum bæði Jegvan og Jøgvan. Men føroyingar plaga at vilja hava føroysku útgávuna við ó. Og hittir tú bara rætta fólkið [...] í fimtitárunum, at ein danskur prestur helt, at tað kundi verið stuttligt, um døtur hansara fingu hansra navn sum eftirnavn við datter afturút. Hann doypti tær so tað, og tað bar til, tí í 1904 høvdu teir
Fyri hana er ”Gleðilig jól” sjálvur grundtónin, sum hinir jólasálmarnir og sálmar annars kunnu spretta út frá. - Hann byrjar breitt og fevnandi við lovsangi einglanna til syndarar, um at Jesus er føddur. [...] ið ikki gloymir sítt jarðiska barn, sum tí lovsyngur faðirinum. - Og so kemur tað persónliga, at Jesus er frelsari mín, náðar meg og letur paradís upp fyri mær. Tí blívi eg ongantíð liðug at takka fyri [...] røð av tradisjónum og ritualum, sum helst ikki skulu broytast ov nógv frá ár til ár. Tí er eisini hugsandi, at teir sálmar vit syngja á jólum, helst skulu vera teir, sum vit kenna, og sum vit plaga at syngja
Pisuvarða 2, Tórshavn Tlf. 315624 og 315688, Faks 315924, e-mail: maf@maf.fo og maf@post.olivant.fo Heimasíða: www.maf.fo Opið er: má. og tý. kl. 10-15, mi. kl. 13-18, hó. og fr. kl. 10-15. Endamál felagsins [...] í skúlanum í Kollafirði leygarkvøldið kl. 20 og sunnukvøldið kl. 19. Talarar: Poul Færø, Arni Simonsen, Jákup N. Olsen og aðrir. Sangluttøka: MC Restorff og eldra kvartettin úr Betesda. Missiónshúsið í [...] fyri ung og eldri. Páskadag á Kambsdali kl. 16 Familjumøti, kl. 17 nátturði, kl. 18 Møti. Í Siloa kl. 22 Opið hús fyri ung og eldri. 2. Páskadag Á Kambsdali kl. 16 Familjumøti, kl. 17 nátturði og kl. 18
Men hann bleiv so sjúkur og doyði ungur, neyvan 40 ár. Omma og abbi áttu tríggjar døtur. Umframt mammu vóru tað Kristina, sum var fotografur í Havn og Marin Sofía. Kristina og Marin Sofía tæntu niðri, [...] roynt í Gøtu, og byrjað varð í 1937. Pápi, Tummas Jakku og Ásmund hjá Tummas Jakku høvdu revar. Men hetta gav lítið av sær og var bert stríð. Elias Sofus í Køkinum, Heini í Súnastovu og Høgni í Jákupsstovu [...] fortald í Gøtu, er um eitt orðaskifti millum Konoy og Langa Petur Hans á einum slíkum fundi. Petur Hans segði við Konoy: “Tá og tá segði tú tað og tað, og nú sigur tú tað mótsetta.” Konoy svaraði aftur: “Tað
vit at flekja og salta fiskin sjálvir. Vit seldu hann í Íslandi, og hetta loysti seg væl. Fingu agn á Skálum Tær føroyslu sluppirnar, sum royndu á Eystur- og Norðlandinum seinast í 20-unum og í 30-unum brúktu [...] eftir tí týdningi, sum hetta land, hetta nes og hesin landspartur hevur havt fyri Føroyar og føroyingar. Bakkafjørður Bakkafjørður er beint sunnanfyri Langanes, og her sæst nesið í góðum sýni. Bakkafjørður [...] Johanna, úr Norðragøtu. Hon var fødd í 1859 og doyði í 1944. Hon fekk eitt barn í Føroyum, fór so til Íslands, har hon giftist og fekk tvey børn. Sonurin Jónas kom til og fekk eina stóra ætt. Onkur er eisini
lønarlagnum í landinum, so fara fólk at missa hús og heim og noyðast at búgva til leigu og annars ikki eiga tað stóra. Nógv av hesum fara at rýma av landinum, og mín fatan er, at vit síðani møguliga koma at [...] veitingar, vit í dag taka sum givnar, og at geva borgaran - óvardan og máttleysan - upp til ein blindan og eirindaleysan marknað.” Fyri tað fyrsta má eg mótmæla, at fólk eru máttleys mótvegis teimum broytingum [...] tíðini at arbeiða seg upp í miðalstættina og enntá upp á valdsins tindar, men vandin er, at vit fáa eitt ovurmobilt samfelag, har fólk koma og fara eftir tørvi og vinnumøguleikum. Mín ótti er, at júst hetta