fram eftir nýggju elveitingarlógini og verður stýrd av Elveitingareftirlitinum smbrt. útdelegering frá Vinnumálaráðnum. Í sambandi við útbjóðingina hjá Elveitingareftirlitinum av vindorku, har tilboðini [...] (sum eru almennir), í árs- og fundarfrágreiðingum, á heimasíðuni og í sambandi við fyrispurningar frá fjølmiðlum og almenninginum annars. Elprísir her og har At halda uppá – so sum gjørt verður í oddagreinini [...] í hesum sambandi vera, at t.d. danska orkufelagið Dong Energy fær almennan stuðul uppá væl omanfyri 1 kr/kWh fyri vindorkuútbyggingar í Danmørk, Týsklandi og Bretlandi smbrt. grein í Børsen 13. september
fólki at gjalda pengar kontant. Tað hildu fleiri løgtingslimir, nú Løgtingið viðgjørdi eitt uppskot frá Tjóðveldi um at gera tað lættari hjá fólki, at fáa fatur á sínum egnu pengum. Í hesum sambandi vístu [...] landið, umframt at sjálvtøkur verða tiknar niður. Spurningurin er um hetta er ein miðvísur taktikkur frá bankunum fyri at forða fólki at brúka kontantar pengar, spyr Ruth Vang. Hon heldur, at tað ljóðar órímiligt [...] órímiligt, legði hon afturat. Frimodt Rasmussen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, hevur skilt, at tað kostar 1,5 milliónir um árið at reka eina sjálvtøku, so tá ið hugsað verður um vinningin hjá bankunum, sæst tað
eisini besti spælarin í deildini við tí menning hann hevur havt tað seinasta árið. Aftonbladet greiðir frá, at Elias skrivaði ein fýra ára sáttmála við Sävehof á sumri í 2020. Men í sáttmálanum eru klausular [...] til, at Magdeburg kann hitta Elias og umboðsmann hansara aftaná dystin í European League týskvøldið 1. mars. Aftonbladet rør eisini uppundir, at evnaríka systkinabarnið hjá Eliasi, Óli Mittún skal vera [...] tá eldra systkinabarnið hevur funnið sær størri avbjóðingar í Týsklandi. Aftonbladet greiðir eisini frá, at ungi Óli hevur tvey systkin, Janu og Paula sum eisini eru tveir framúr góðir hondbóltsspælarar
rættiliga tekniskt roknistykki, men Bjarni Mikkelsen, sigur, at úrslitið er, at veiðan verður roknað út frá einum stovni upp á 82.000 springarum. Og eftir tí kann burðardygga veiðan eftir springara vera 800 [...] tann stóri munurin á endaliga úrslitinum hjá Nammco, og tí hann sjálvur hevur roknað út. Men tilmælið frá Nammco verður so ásett eftir greiðum vísindaligum reglum. Men hann sigur, at eftir tølunum, vit nú [...] stóra drápið á Skálafjørðinum í september í fjør, er talt við. Bara í tí eina drápinum løgdu næstan 1.500 springarar beinini. Men tað eru eisini nógv ár, har eingin springari leggur beinini.
børnini, sigur Barnabati. Barnabati hevur »Tú & Eg« ráðgevingina, har børn og ung kunnu ringja at greiða frá tí, sum ger tey stúrin og óttafull – og at fáa vegleiðing og hjálp til at sleppa burtur úr tí, sum [...] Barnabati Tey siga, at farsóttin hevur eisini ført við sær at ráðgevingin fær alsamt fleiri áheitanir frá foreldrum. Í hesum førum er ofta talan um børn, sum eru so lítil, at tey duga ikki at tosa í telefon [...] røkka endamálinum er brúk fyri eini játtan upp á tvær milliónir. Sostatt søkir Barnabati um at fáa 1.150.000 krónur afturat á fíggjarlógini, sigur Barnabati.
hon greitt, at harðskapur í parlagi og í familjum, skal steðgast. Hon sigur, at sjálv fær hon søgur frá kvinnum um harðskap í heiminum og hon sigur, at teirra lagnusøgur eru einki annað enn skelkandi. – [...] barn ella sum vaksin, sigur hon. Hon vísir á, at vit hava ongi beinleiðis hagtøl í Føroyum, men tøl frá løgreglu og barnaverndum eru ein ábending, men tey eru bara tindurin á ísfjallinum. – Vit hava greiðar [...] sum er gjørd í Føroyum, eru umleið 2.000 tilvildarliga vald fólk í aldrinum 18-75 ár spurd, og umleið 1.100, ella 51prosent, hava svarað. Meira enn ein triðingur av teimum søgdu seg hava verið fyri onkrum
Súni Selfoss vil ikki siga enn, hvat aftursvarið frá fakfeløgunum verður, ger Løgtingið álvara av ætlanini at legga seg út í verkfallið. Men í tíðindunum á FM1 sigur hann, at verður hetta samtykt væntar hann [...] verkfalli, er eisini limur í Fakfelagssamstarvinum. Í morgin fer Løgtingið at viðgera eitt uppskot frá landsstýrinum um at skerja verkfallið hjá Pedagogfelagnum. Endamálið er at Almannaverkið skal fáa so
eitt sindur lægri enn undanfarnu ársfjórðingar. - Tað kemst av lægri útlánum og av, at inntøkurnar frá tænastugjøldum og tryggingarvirksemi eru árstíðarbundnar. - Útreiðslurnar vórðu 141 milliónir krónur [...] ársfjórðinginum. Rakstrarúrslitið áðrenn niðurskrivingar gjørdist 65 milliónur krónur og tað er ein 1 millión lægri enn sama ársfjórðing í fjør. Sum vanligt er um veturin, gjørdist úrslitið av trygging [...] úrslitið fyri virðisjavna og skatt, einar 130-160 milliónur krónur og tað er ein munandi framgongd frá 2012, tá ið tað var 102 milliónur krónur.
Brynhild Carlsson og Sigrun Smith vistu ikki, hvat tær skuldu siga, tá teirra sigur til samanlagda 3-1 sigurin á Grønlandi var veruleiki. – Hetta er bara so gott, skríggjaði Brynhild, ið ikki eina løtu var [...] ásannaðu, at tað neyvan fær verið nógv betri, enn tað var í gjárkvøldið. Tóku av Jóhannes Ellingsgaard frá Badmintonsambandinum var eisini ovurfegin og ikki minst errin av kvinnunum, ið megnaðu at vísa stóra [...] himmalfegin um gullið: – Hetta tykist, sum at vit hava fingið nøkur ting at rigga í evstu løtu. Vit hava frá byrjan spælt ímóti nøkrum torførum liðum, men vit hava hølvað alt av. Og her at enda sóu vit Brynhild
Orka: Fyri at økja el-framleiðsluna frá verandi orkukeldum úr 45 til 55 prosent hevur SEV sett sær fyri at útbyggja vatnorkuna í Dølum og við Víkavatn á Streymoynni og allari eystursíðuni á Vágoynni. Orsøkin [...] skeivt at útbyggja vatnorkuna meiri í Føroyum. »Samstundis sigur nýggi SEV stjórin í Dimmu nr. 70 frá 11/4-2008 (Punktum.fo) at vit – Føroyar – eru á einum 5. plássi í Europa, hvat viðvíkur el-framleiðslu [...] okkum veruliga seta Føroyar á heimskortið – ikki við at hava fyrrverandi USA forsetar og varaforsetar 1 dag í Føroyum (einki galið í tí) – men við at minka CO2 útlátið á tann hátt, at vit banna allari pr