Týskvøldið klokkan 17.30 spælir Elias Ellefsen á Skipagøtu móti sínum komandi felagi, um ein skal trúgva stóra svenska blaðnum, Aftonbladet.
Aftonbladet skrivar, at Elias hevur havt loyniligan fund við Magdeburg, ið Sävehof spælir ímóti í European League týskvøldið. Tað sum serliga hevur sannført Magdeburg var avrikið hjá Eliasi móti spanska liðnum, La Rioja 15. februar. Tað kvøldið skoraði Elias heili 10 mál umframt, at hann legði upp til fleiri onnur mál. Aftonbladet staðfestir, at avrikið hjá Eliasi var framúr gott, tá ein hugsar um torføru umstøðurnar á útivølli í Spania. Aftonbladet heldur, at Elias er ikki bara tann spælarin í bestu svensku deildini, ið er mest verdur at síggja hjá áskoðarunum og sjónvarpshyggjarunum, men hann er eisini besti spælarin í deildini við tí menning hann hevur havt tað seinasta árið.
Aftonbladet greiðir frá, at Elias skrivaði ein fýra ára sáttmála við Sävehof á sumri í 2020. Men í sáttmálanum eru klausular, ið gera tað møguligt hjá Eliasi at fara til annað felag áðrenn summarið í 2024. Og sambært Aftonbladet er Magdeburg fremsti biðilin at tryggja sær undirskriftina hjá Eliasi. Keldan hjá Aftonbladet sigur við blaðið, at Magdeburg vil ógvuliga gjarna tryggja sær, at Elias gerst partur av hópinum í 2024. Men tað kann gerast veruleiki eitt ár áðrenn í 2023. Aftonbladet setir tó spurnartekin við um Elias fær nóg mikið av avbjóðingum við at spæla eitt kappingarár aftrat í bestu svensku hondbóltsdeildini.
Sambært Aftonbladet hevur Sävehof givið loyvið til, at Magdeburg kann hitta Elias og umboðsmann hansara aftaná dystin í European League týskvøldið 1. mars.
Aftonbladet rør eisini uppundir, at evnaríka systkinabarnið hjá Eliasi, Óli Mittún skal vera á veg til Sävehof. Aftonbladet hevur tosað við tveir persónar sum eru innaliga í hondbólti, og hesir meina, at Óli Mittún er enn betri enn Elias var, tá Elias var á hansara aldri, 16 ár.
Ein kelda sigur við Aftonbladet um Óla Mittún: - Hann er tann besti 16 ára gamli spælarin eg nakrantíð havi sæð.
Ein onnur kelda sigur við Aftonbladet um Óla: - Eg havi aldrin sæð ein betri unglingaspælara.
Aftonbladet sær fyri sær, at Óli skal avloysa Elias tá eldra systkinabarnið hevur funnið sær størri avbjóðingar í Týsklandi.
Aftonbladet greiðir eisini frá, at ungi Óli hevur tvey systkin, Janu og Paula sum eisini eru tveir framúr góðir hondbóltsspælarar.
- Sävehof kann um tey forvalta tað rætt hava funnið eina gullæðr í Føroyum, staðfestir Aftonbladet.
Sanniliga spennandi tíðir fyri føroyskan hondbólt og fyri føroyskan landsliðshondbólt.
##med2##
-