Vænta framvegis vøkstur í ár

Í fyrsta ársfjórðingi í ár var rakstrarúrslitið hjá BankNordik 65 milliónir krónur áðrenn niðurskrivingar og bankin væntar framvegis framgongd í ár.

Tað upplýsir bankin í morgun.

- Roknskapurin er merktur av teimum tillagingum og sparingum, ið eru framdar seinasta árið, og sum í januar høvdu eina minking í starvsfólkahópinum við sær, sigur Janus Petersen, forstjóri, sum er á myndini.

Útreiðslurnar av tí vóru 10 milliónir krónur og tað er roknskapurin hendan fyrsta ársfjórðingin merktur av, sigur bankin.

Inntøkurnar í fyrsta ársfjórðingini vóru 209 milliónir krónur og tað er eitt eitt sindur lægri enn undanfarnu ársfjórðingar.

- Tað kemst av lægri útlánum og av, at inntøkurnar frá tænastugjøldum og tryggingarvirksemi eru árstíðarbundnar.

- Útreiðslurnar vórðu 141 milliónir krónur, ið er tað er sum væntað.

- Útreiðslurnar eru enn bert lutvíst minkaðar, av tí at starvsfólkatalið varð skert í hesum ársfjórðinginum.

Rakstrarúrslitið áðrenn niðurskrivingar gjørdist 65 milliónur krónur og tað er ein 1 millión lægri enn sama ársfjórðing í fjør.

Sum vanligt er um veturin, gjørdist úrslitið av tryggingarvirkseminum eitt sindur lægri í fyrsta ársfjórðingi enn hinar ársfjórðingarnar, men rakstrarúrslitið í bankavirkseminum varð sum væntað frammanundan.

- Úrslitið í fyrsta ársfjórðingi er í stóran mun tað, vit væntaðu og tað er merkt av herdari kapping, lægri útlánum og inntøkum, sum í ávísum førum eru merktar av árstíðarbundnum sveiggjum, sigur Janus Petersen, forstjóri í BankNordik.

Eftir at hava gjørt nýggjar metingar av lánum, serliga til privatkundar, gjørdi BankNordik niðurskrivingar fyri 55 milliónir krónur í fyrsta ársfjórðingi, men sum heild vænta tey, at í ár verða niðurskrivingarnar á sama stigi sum í 2012, tá ið tær vóru 115 millónir krónur, men fortreytin er, at samfelagsbúskapurin ikki versnar.

Í mars kom nýggja fyrimunaskipan bankans, Nordik360, á marknaðin við nógvum fyrimunum til kundar, ið savna síni fíggjarviðurskifti í BankNordik og tað hevur eydnast væl, sigur bankin.

Útlánini hjá bankanum eru væl býtt við 60 % til privatkundar, eini breiðari spjaðing á vinnur og bert fáum størri avtalum.

Gjaldførið er 2,9 ferðir tað, ið kravt er.

Annars staðfestur bankin, at búskaparvøksturin, og harvið eisini hugurin at læna, er avmarkaður, og tí eru útlánini lækkað 4 % í fyrsta ársfjórðingi.

- Útlánini fara væntandi at koma í fasta legu á núverandi stigi við ársenda.

Niðurskrivingarnar í 2013 fara væntandi at vera á sama stigi sum í 2012.

Í ár og hesi næstu árini verður roknskapurin tyngdur av, at einar 25 milliónir krónur fara til at styrkja innskjótaratrygdargrunnin.

Sum heild væntar bankin, at í ár verður úrslitið fyri virðisjavna og skatt, einar 130-160 milliónur krónur og tað er ein munandi framgongd frá 2012, tá ið tað var 102 milliónur krónur.