Springaradráp: Ongar reyðar lampur lýsa

Vit hava eina stovnsmeting av springara og veiðan eftir springara er nógv minni enn hvat stovnurin tolir, sigur lívfrøðingur

Nú kjak aftur er framm um vit skulu drepa springara, ella ikki, hevur ein av stóru spurningunum verið um veiðan er burðardygg, ella ikki, tí tað verður ført fram, at vit hava onga stovnsmeting av springara. Bjarni Mikkelsen, lívfrøðingur á Havstovuni hevur serliga fingist við hval og hvalaveiði, og hann er eisini føroyskur limur í Nammco, sum umsitur havsúgdjór í Norðuratlantshavi.

 

Og hann sigur, at tað er ikki rætt, at vit onga stovnsmeting hava av springara. Hann sigur, at tá ið stóra hvalateljingin var í 2015, taldur tey eisini springara. Og niðurstøðan er, at bara í føroyskum og íslendskum øki eru 131.000 hvítskjórutur springarar, sum er tað slagi, vit veiða nógv mest av. Men hann leggur afturat, at hetta er ikki alt útbreiðsluøki hjá springara.

 

Hann sigur, at tá ið metast skal um, hvat kann veiðast burtur úr einum stovni, verður eitt nágreiniligt roknistykki sett upp. Tað er eitt rættiliga tekniskt roknistykki, men Bjarni Mikkelsen, sigur, at úrslitið er, at veiðan verður roknað út frá einum stovni upp á 82.000 springarum. Og eftir tí kann burðardygga veiðan eftir springara vera 800 hvalir í miðal um árið og tað svarar til umleið eitt prosent. Hann sigur, at í slíkum førum verður roknað við eini miðal veiði yvir nøkur ár, kanska fimm ár, ella tíggju ár. Hann leggur afturat, at hetta er ein rættiliga konservativ meting

 

Hann sigur at hetta boðið upp á eina burðardygga veiði er hansara egna roknistykki, men at Nammco fer at gera eina eina formliga stovnsmeting og í tí sambandi verður eisini eitt formligt tilmæli um, hvat ein burðardygg veiða kann vera.  Bjarni Mikkelsen væntar, at tað verður liðugt áðrenn tvey ár eru farin, men hann væntar ikki, at tað verður tann stóri munurin á endaliga úrslitinum hjá Nammco, og tí hann sjálvur hevur roknað út. Men tilmælið frá Nammco verður so ásett eftir greiðum vísindaligum reglum.

 

Men hann sigur, at eftir tølunum, vit nú hava, eru tað ongar reyðar ávaringarlampur sum lýsa í sambandi við springaraveiðina. Hann sigur nevniliga at hesi seinastu árini hevur føroyska veiðan eftir springara verið nógv lægri. Sum heild hevur miðaltalið fyri føroysku veiðina eftir springara verið 189 springarar um árið. Tíggju ára miðaltalið er 265 springarar um árið og tey síðstu fimm ára hava 442 springarar lagt beinini í miðal - og tá ið stóra drápið á Skálafjørðinum í september í fjør, er talt við. Bara í tí eina drápinum løgdu næstan 1.500 springarar beinini. Men tað eru eisini nógv ár, har eingin springari leggur beinini.