europeiskari musikktraditión heilt aftur til renaissancuna hevði Holmboe støðugt oyruni opin fyri tí nýggja, sum spretti uttan um hann. Men ongantíð søkti hann tað nýggja fyri tess egnu sakir, uttan helt sína [...] er vinna sær til dagligt breyð við praktiskum arbeiði og seinni taka upp fyritøkuna eftir hann. Men tónleikurin spældi so mikið í sinninum á unga Vagni, at hann frá pápanum fekk loyvi til at gera eina [...] eina - og bert eina - roynd til upptøku á konservatoriinum í Keypmannahavn. Spennandi var tað at standa og bíða eftir úrslitinum, har ein fyri og annar eftir av aspirantunum varð kallaður inn at fáa sín dóm
kemur aldrin aftur. Brúkið tað til at víðka sjónarringin. Til at ferðast og síggja onnur lond. Til at royna ymisk sløg av arbeiði. Brúkið hesa tíðina - hetta frælsið - til at royna alt tað, sum nógv av [...] men tit heldur vilja til skips - jamen so farið til skips. Tað eru nógv fólk við stórari succes í samfelagnum, sum í veruleikanum ongantíð ætlaðu sær at blíva til tað, sum tey blivu til. Tey fóru leiðir sum [...] ikki altíð elta sum fyri er slóðað, men at tit tora at fara tykkara egnu vegir. Vissi tit halda tað vera meira spennandi at fara til Onglands ella Italia ella Spania enn at fara til Danmarkar at útbúgva
Joel Cole Fyri fólk uttan fyri Amerika, er tað eingin betur umtóktur máti at ímynda sær USA uppá, enn frá myndunum, vit síggja í Hollywood-filmum. Uttan mun til, hvussu óviðkomandi og ógvuslig hesi inntrykkini [...] samskifti við Hjálmar via email fyri at fáa at vita, hvussu tað hevur gongst honum í Amerika. Joel Cole: Hví valdi tú Kalifornia til framhaldandi lestur? Hjálmar Hátún: Orsøkirnar til, at eg valdi skúla í Kalifornia [...] hava ein sera ignorantan hugburð yvir fyri restini av verðini. Teir síggja sær rættin til eina orkunýtslu pr. íbúgva, ið er fleirfaldað samanborið við eitt miðaltal fyri restina av verðini. JC: Nú tú hevur
seinast Til seinastu oyggjaleikirnar var føroyska svimjilandsliðið rættuliga ungt og óroynt. Nógvir av teimum royndaru svimjarunum sluppu ikki við, og hetta var uttan iva ein av høvuðsorsøkunum til, at úrslitið [...] eru undir øllum umstøðum góðar til okkara svimjarar, og spennandi verður at fylgja við í kappingini hjá teimum. Einamest spennandi verður at fylgja Ásbjørn Hansen, sum til dagligt býr í Danmark, har hann [...] eini 22 fólk. At svimjikappingarnar eru millum teirra, sum føroyingar hava størstan áhuga fyri, er lítið at siga til, tí føroysku svimjararnir vanliga hava staðið seg sera væl og hava vunnið fleiri heiðursmerki
?allari? gongdini - tó vil eg staðfesta nøkur viðurskifti. Í míni fíggjarætlan fyri North Atlantic Provider verða útreiðslurnar mettar til Dkr.108.000,- pr. mánað. Margfaldar tú hesa upphædd við 5 so fært [...] við vilja at hava koyrt felagið á heysin. Vísandi til stevning frá undirritaða endar hesin sami Heðin greinina við at siga _ ?men Suni vann einki fyri tað, tí felagið er koyrt konkurs? (ha-ha!). Lat tað [...] tað verða sagt beinavegin, at undirritaði stevndi ikki Heðin & Co fyri at fáa peningarligan vinning burturúr, men fyri at fáa staðfest í rættinum at uppsøgnin var ógrundað (Ja, Heðin - tað var spell at
eitt aftursvar ella viðmerking til. Einki løgið í tí, tí annars helt eg meg ikki til evnið. Viðvíkjandi sjálvstýrispolitikkinum brúkti eg høvuðsorkuna og talutíðina til okkara egnu uppfatan av, hvussu [...] beinanvegin byrja við at siga, at Høgni Hoydal skal vera meira enn vælkomin til at peika mær á ein stav ella eitt brot í míni røðu, sum er ein ?miskunning?. Hvat sigur so Høgni Hoydal? Jú, hann sigur (eg [...] politiska støðu? Er kósin ikki sett? 2. okt. 1998 samtykti Føroya Løgting við 18 atkv. fyri og 12 ímóti fylgjandi uppskot til samtyktar: ?Løgtingið tekur undir við, at landsstýrið fer undir at fyrireika og taka
skuldi spæla í Europa Cup fyri meistarar, men fyri stuttum komu boð frá UEFA um, at hetta fór ikki at bera til. Niðri í Bosnia kendist tað sum um mótstøðuliðið hjá GÍ spældi fyri heiður og æru hjá føðilandinum [...] álopsmaðurin, at hann er komin fyri seg eftir skaðan, sum hevur hildið honum burtur frá fótbólti tað mesta av hesum árinum, og at tað er góður styrkur fyri GÍ var sjón fyri søgn mikukvøldið. Spurningurin [...] hálvleiki skoraði mótstøðuliðið eftir 47 og 75 minuttir, og fyri møguleikan í samantalda úrslitinum var tað sera harmuligt, at bosniska liðið økti til 3-0 í síðsta minuttinum. Manningin hjá GÍ í Bosnia var
at taka sær av hesum. Í hesum sambandi vóru Hjørleif og Símun bodnir við á samkomuna, ið var til heiðurs fyri tey, sum vórðu liðug við skúlan í ár. Teir fingu báðir eina sømdargávu frá skúlunum sum áminning [...] Og tað havi eg altíð minst til. Eg helt tað vera vágiligt í ringum líkindum at koyra út til endan á vegnum í Árnafirði, serliga teinin frá síðstu húsunum í gomlu bygdini og til vegin, ið gongur oman á lendingina [...] Johannesen tók hesa koyringina yvir í 1953 og í 1961 byrjaði hann fyri seg sjálvan. Henda koyringin var umskipað seinni, tá ið koyrandi varð til Kunoyar. - Tað er ymiskt, hvussu nógv børnini hava verið. Okkurt
flutti aftur og fram úr Føroyum til Amerika, tá ið eg var ung, men mær hevur altíð dámað at komið aftur til klettarnar, og eg hopi at vitja aftur í heyst. JC: Er tað hart fyri eina unga gentu at flyta ímillum [...] samanvavstur av ferðamálum. Men fyri Miu Ellis er hetta hennara máti at liva. Sum yngsta dóttir Didduna Ellis, ið er fødd og uppvaksin í Klaksvík, men flutti sum ung til Kalifornia, er Mia hálvur føroyingur [...] meðan hon var og vitjaði heima. Joel Cole: Greið mær fyrst frá sambandi tínum til oyggjarnar? Mia Ellis: Eg kenni tað sum ein heiður at hava búð í Føroyum og at hava føroyska ætt. Hóast eg havi búð meginpartin
móti Grønlandi, men hvørgin teirra hevur verið veruliga før fyri at spæla. Men tað skuldi kortini verið ein kjansur fyri at fingið tær klárar til seinni í kappingini. Taktikkurin eydnaðist væl Besti spælarin [...] spældi sum heild sera væl og eigur stóran heiður av hesum dystinum, segði Niclas Joensen. Í øðrum setti av dystinum móti Grønlandi endaði tað við 25-22 sigri til Føroyar. Sera lítil munur, og Niclas heldur [...] ikki er so sterkt, sum vit høvdu stúrt fyri, segði Niclas Joensen. Tað hevur altso gingið væl hjá kvinnulandsliðnum higartil, so væl, at tær ikki hava merkt so nógv til, at tveir av teimum heilt góðu spælarunum